Spenningur í Klaksvík

Leygardagin verður toppdystur í Klaksvík millum Mjølnir og ÍF, og nú oddaliðið hevur mist stig, eru kanska útlit fyri einum spennandi dysti

Mansflogbóltur

Leingi hevur verið sagt, at ÍF er so nógv betri enn hini liðini, at eingin grund er at droyma um at taka teir aftur.
Men støðan er kortini ikki meira vónleys enn so, at um Mjølnir vinnur á ÍF leygardagin, so er ÍF bert eitt stig frammanfyri Mjølnir.
Og hetta er kanska eisini júst rætta løtan hjá Mjølni at gera tað í. Tí seinasta vikuskifti hendi nevniliga tað, sum ikki er hent fyrr í ár, og sum nógv roknaðu við fór als ikki at henda: at ÍF tapti. Tað gjørdu teir sum kunnugt móti Fram.
Í ÍF valdu teir kortini at siga, at ósigurin seinasta vikuskifti var kanska ikki so galin hósast alt, tí hetta minnir teir á, at tú fært einki føroyameistaraheiti borið upp í hendurnar og skjótt er at missa alt á gólvið. T.d var í fjørð móti endanum av kappingini leingi skrivað, at Fleyr kundið ikki verða tikið, men tá kappingin var liðug, tá stóðu teir so nipnir við ongum steypi. Tað hevði Fram tikið beint frammanfyri nøsini á teimum á seinasta leikdegi.
Einki er at ivast í, at teir í Mjølni fara at gera alt tað teir eru mentir at vinna dystin, tí vinna teir, so er bert eitt stig á muni millum Mjølnir og ÍF, og tá kann jú alt henda.
Men tað skal nógv til at vinna á ÍF, tí ÍF-maskinan er sera vælsmurd í ár. Men sum Páll Guðlaugsson plagdi at siga: "Bólturin er rundur", og tað er flogbóltar eisini...

Fram sett stiman á
Eftir at Fram hevur lagt navn til onkrar av teimum keðiligaru yvirskriftunum seinastu tíðina, blivu hesar skiftar út við meira positivar yvirskriftir í hesari vikuni. Tað var tá Fram, sum tað higartil einasta liðið, megnaði at vinna á ÍF.
Og líkt er til, at teir í Fram hava sett stiman á, tí teir hava nevniliga vunnið allar dystirnar í seinru hálvu (tó mistu teir tann eina sigurin aftur, tí teir høvdu nýtt ein ólóligan leikara).
Men SÍ tykist eisini vera vaknað úr dvala, eftir eina laka fyrru hálvu, men í seinasta dysti formáddu teir sær kortini lítið móti ÍF. Skulu sørvingar hótta Fram sunnudagin, so skal avrikið verða nógv betri enn tá. Við heimavallar fyrimuninum verður tað eisini tað, og tí vænta vit okkum ein góðan og spennandi dyst í Sørvági sunnudagin.