Lappaloysn

Hølisviðurskiftini hjá Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna eru lappaloysn, sigur skúlastjórin

Skúlabygging

At hava tríggjar skúlaflokkar í trimum ymiskum húsum er ikki annað enn ein lappaloysn, sum ger tilveruna á skúlanum ótrygga, sigur skúlatjórin á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.
Hesar eru treytirnar, Fiskivinnuskúlin livir undir, og tað hevur hann gjørt, síðan 1994, greiðir Jákup Andreasen, skúlatjóri frá.
Hann sigur, at ein nevnd er sett at arbeiða við hølisviðurskiftunum hjá Fiskivinnuskúlanum, og hon skal vera liðug við sítt arbeiði til nýggjárs.
Hóast Jákup Andreasen er limur í nevndini, vísir hann til nevndarformannin, sum eftir hansara meting er tann, ið eigur at úttala seg um arbeiðið hjá nevndini.
Vit royndu áðrenn blaðið fór til prentingar at fáa orð á nevndarformannin, Hans Andrias Dam Joensen, men tað eydnaðist okkum ikki.
Um hølisviðurskifftini á Fiskivinnuskúlanum í dag sigur Jákup Andrasen, skúlastjóri, at tey eru ein lappaloysn. Stovurnar eru smáar og ov trongar til teir næmingarnar, sum ganga á skúlanum. Tað ger tað óarbeiðsligt, og tungt at vera inni, sigur hann. Hann metir ikki, at tað eru hølisviðurskiftini, sum økja hugin hjá fólki at søkja á skúlan.
?Ikki tí, sigur hann, so tykist áhugin kortini at vera vaksandi, hóast hann átti at verið størri. Útbúgvingin er øðrvísi enn aðrar undirvísingar í landinum, og tað dregur helst eitt sindur, heldur hann.
At Fiskivinnuskúlin ikki slapp at keypa høllina Inni á Fjørð í Vestmanna, sum talan hevur verið um, hjálpir sjálvandi ikki upp á hølistrupulleikarnar.
?Men soleiðis var nú avgerðin hjá almenna byggimyndugleikanum, sigur Jákup Andreasen, og tí fara vit so at ganga eftir. So framvegis húsast vit í gamla skúlanum umframt tveimumn húsum, vit hava leigað afturat.
Tríggjar flokkar í hvør sínari stóvu, sum eru í hvør sínum húsií Vestmanna, er tað, Fiskivinnuskúlin hevur at bjóða í dag.
Á fíggjalógaruppskotinum fyri komandi ár standa 400.000, krónur til íløgur, meðan talið fyri 2005 er 350.000, krónur.
?Og tað verður ikki nógvur skúli bygdur fyri, staðfestir Jákup Andreasen, skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.