Mansfinalan
Aftur í ár verða tað SÍ og ÍF sum bresta saman í steypafinaluni hjá monnum. Í fjørð vann SÍ ein tryggan sigur, men sum úrslitini hava verið higartil í ár, má metast, at tað er ÍF, sum hevur tey betru kortini leygardagin.
ÍF hevur vunnið allar landskappingardystirnar higartil í ár á SÍ, og liðið liggur á odda í landskappingini. Men ikki hevur gingið eftir bókini í tveimum av teimum seinastu trimum dystunum, tí ÍF tapti bæði ímóti Fram og Mjølni.
Og júst SÍ vann á Mjølni seinasta vikuskifti, so útlit eru fyri eini spennandi mansfinalu.
IF hægri og flest landsdystir
Miðalhæddin á ÍF liðnum er 186 cm, meðan miðalhæddin á SÍ liðnum er 184 cm, men tað er SÍ sum hevur tann longsta leikaran, sum er Raiko Petrovic við sínum 201 cm, og sum samstundis er longsti flogbóltsleikari her heima.
Eisini í landsdystum pr. leikara er ÍF betri fyri við sínum 9,8 pr. leikara ímóti 8,3 hjá SÍ. Men aftur her er tað SÍ, sum hevur toppskoraran, og er tað Suni Hansen við sínum 64 landsdystum fyri Føroyar.
Á SÍ liðnum eru tað tríggir sum hava leikt landsdystir, meðan ÍF liðið kann sigast at hava meira royndir á hesum økinum, við tað at heili 5 leikarar hava luttikið í altjóða dysti, og kann hetta kanska fáa ein týdning í avgerandi løtunum í Høllini á Hálsi, undir stórum trýsti frá áskoðarunum.
SÍ hægri miðalaldur
Miðalaldurin hjá SÍ er 25,2 ár, meðan hesin hjá ÍF er 23,6 ár. Elstu leikararnir á báðum liðunum eru 39 ár, og eisini hava yngstu leikararnir á liðunum sama aldur ? nevniliga 17 ár.
Ein og tveir útlendingar
Bæði liðini hava útlendska styrk á liðnum. Á ÍF liðnum leikar Boban Ilic, sum eisini er venjari. Hetta er triðja árið at hann er við ÍF liðnum, og er tað undir leiðslu av honum, at ÍF gjørdist steypavinnari í 2001.
Tvíbróður hansara Borco Ilic leikar við SÍ, og SÍ hevur eisini ein annan útlending á liðnum, sum eisini er venjari, Rajko Petrovic.
Allir hesir fáa nokk ein avgerandi leiklut leygardagin, men tað verða eisini føroyskir leikarar sum koma at bíta frá sær.
Nýggjar skógvar og styrk úr Danmark
Í fjørð stillaði Suni Hansen teir gomlu skógvarnar, men sum skilst, hevur SÍ keypt honum einar nýggjar, og hevur fingið henda kemparan aftur á vøllin. Við leikbyrjan í ár fór eisini ein av stuðlunum frá í fjørð Jón Falkvard uttanlanda í lestrarørindum, men hann hevur vant miðvíst seinast tíðini í Danmark, og eisini hann verður við leygardagin. Hetta kann verða við til at hjálpa SÍ til nøkur avgerandi stig í finaluni.
Og ársins stjørnuskot frá 2002, Jóhan Petur á Stongunum er við á SÍ liðnum.
Rúni Weihe ? fyrrverandi dómari
Og í ár eydnaðist tað. Ein av Føroya evnaríkastu leikarum, sum undanfarnu finalur hevur verið noyddur at staðið við floytuni í hondini og dømt, sleppur nú at royna seg í eini steypafinalu. Maðurin er Rúni Weihe, sum fyrr í ár gjørdi eina roynd at gerast yrkisleikari uttanlanda, fór við kappingarbyrjan til ÍF at leika frá Fram.
Hann hevur verið ein av berandi kreftunum á føroyska landsliðnum, og hansara leiklutur fer ikki at liggja eftir leygardagin.
Men á ÍF liðnum eru eisini aðrir kendir leikarar sum taktikarin Odd Eliasen, sum leikar hevari, hartsláandi bróðurin Bartal Eliasen, Kennet Neshamar og Jan Áki Olsen v.fl.
Meting um úrslitið - Quick-poll kanning
Á heimasíðuni hjá FBF (www.fbf.fo) er ein quick-poll kanning, og á henni verður tippað, at tað verður ÍF, sum vinnur finaluna - 55 % ímóti 45 % (um kvøldið 12. februar.)
Men ein steypafinala er ein finala, og dysturin skal avgerast.