havnarmeistarakappingina og er nú ovastur á føroyska tennisstyrkilistanum. Finalan var millum Jón og Jóhan í Króki. Jóhan hevði í fjórðings- og hálvfinaluni víst sera gott spæl og hevði vunnið á FM 97-vinnaranum [...] fyrsta setti, og Jóhan hevði við støðuni 0-40 tríggjar møguleikar at »breaka«, men Jón seg uppaftur og kom upp á 3-2. Í næsta spæli er Jóhan aftur frammanfyri 40-0, men enn einaferð megnar Jón at koma aftur [...] aftur og koma upp á 4-2, og hóast báðir framvegis spældu væl, eydnaðist tað ikki Jóhan at koma innaftur í dystin, sum Jón vann 6-2, 6-0. Jón er spælarin, sum hevur verið best fyri alt hetta kappingarárið,
Solbergabadet er bygt í 1961, og 16. juni í ár varð tað stongt av myndugleikunum, tí tað var í ringum standi, og sagt varð, at tað kundi ikki góðtakast av starvsfólkunum at halda fram í tí vánaliga umhvørvinum [...] tykist at verið góð tíðindi fyri fyrireikararnar av Oyggjaleikunum, men trupulleikin er bert tann, at umbyggingin tekur 15 mánaðir, umframt at tað tekur hálvt ár at projektera, so umbyggingin byrjar ikki [...] stongd, og verður ikki latin upp aftur áðrenn Oyggjaleikirnir verða settir síðst í juni komandi. 20. august avgjørdi býráðið í Visby, at Solbergabadet skal umbyggjast fyri 13,7 milliónir. Tað kundi tykist
útvarpið roknar tað sum føroyskt, og vit ikki gera tað. Men tað er altso ikki rætt, tá útvarpið roknar umsitingarligar útreiðslur av teimum pengum vit hava útgoldið. Tað hevur onki við hesi tølini at gera. Nils [...] afturvísir púrasta, at vandi skal vera fyri, at føroysk tónaskøld ongar pengar fáa, sjálvt um verkini eru rapporterað. Hann sigur, at talan má vera um onkra misskiljing. ? Tað kann møguliga vera, at ein ? hægst [...] Sosialinum fríggjadagin er ikki roknað við, at umsitingargjaldið hjá Koda og annað fer burtur av, áðrenn peningurin verður býttur millum teir, sum eiga rættindini, og hetta man vera 20 prosent av hvørjari krónu
í HM endaspælinum, og tað sást aftan á, at onkrir spælarar, sum annars høvdu verið sjálvskrivaðir á liðnum, ikki vóru við. Tí gevur tað eitt betri sammetingar grundarlag at hyggja at liðnum, sum spældi [...] sjálvandi ynskja tá allir at fáa høvi at spæla við, heldur enn at hyggja at. Teir, sum spældu við í Teplice, og sum eisini eru við hesa ferðina eru Martin Cizek, Vladimir Smicer, Tomás Smicer, Jan Suchoparek, [...] til á Hotel Føroyum, og aftaná at landsdysturin verður liðugur sunnudagin seinnapartin, fer ferðalagið beinleiðis vestur í Vágar. Har bíðar flogfarið hjá Atlantsflog eftir teimum, og so verður farið beinleiðis
útvarp í øllum heiminum, sum kann hava nakran sum helst áhuga at spæla føroyskan tónleik, og tað er ÚF. Men sum tað er nú, er tað í veruleikanum upp til tann Per ella Pól, sum av eini ella aðrari orsøk sendir [...] um býtið millum útlendskan og føroyskan tónleik í ÚF. Árið var 1997 og tølini vístu, at 17 prosent av tónleikinum var føroyskur. Restin ? 83 prosent ? var útlendskur. Tað er ikki satt, sigur útvarpsstjórin [...] viljanum hjá einstøku plátuvendarunum í ÚF. Og alt gott um tann fría viljan. Øll kunnu eisini hava sínar meiningar um, hvussu stórur partur av tónleikinum eigur at verða føroyskur. Um føroyskur tónleikur lýkur
Seinnapartin er eingin venjing ásett at vera, men tað kann vera, at tað verður vant kortini. Um eingin venjing verður, so gera teir ivaleyst, sum teir plaga at gera, og tað er at fara ein túr onkrastaðni. Før [...] ovina, og tá gekk eisini hampuliga væl. Spurningurin er so, um tað fer at ganga eins væl ella helst betri, enn tað gjørdi móti Kekkia í fjør, tá Føroyar aftur fara at royna seg í ovurmorgin. Og uttan mun [...] vit ikki, at stutt frammanundan, at hann misnýtti úr ellivu metrum, hevði hann havt tríggjar framúr bjargingar. Slíkt er hugaligt at frætta, tí tað er hóast alt fyrst og fremst sum verji, at málmaðurin
møguleikar við myndum, og verða í framtíðini fleiri myndir at síggja í internetútgávuni, enn áður. Til tess at kunna lesa blaðið á internetinum, mást tú vera haldari av Internet-Sosialinum. At halda Internet-Sosialin [...] merkir, at tú sleppur inn á Internet-Sosialin 10 ferðir - men 18 tímar hvørja ferð. T. e. at tú kanst sløkkja telduna og logga teg inn aftur á Sosialin, so ofta tú vilt innan 18 tímar - og tað telur bara [...] Sosialinum seinasta árið. Tað ber til hjá haldarum at leita frítt í hesum greinum - bert við at skriva ávíst orð í leitiskipanina. Tað er fyritøkan Far-Com í Havn sum hevur gjørt og ment skipanina fyri In
Martin barnaárini og ymsar hendingið honum vóru fyri í skúlanum og hvussu tað var at vera lærarasonur. Tóroddur skrivar eina beinrakna yrking um minnini frá sínum barnaárum, bæði góðum og ringum. Eisini skriva [...] bókaútgávu og at geva Skúlablaðið út. Ingrið Sondum skrivar um Lærarafelagið og bøkurnar. Í greinini skrivar hon ikki bara um Bókadeild Føroya Lærarafelags, men eisini um føroyskar skúlabøkur og um stríðið [...] Eisini skrivar hon um skúlan fyri øll og integrering. Í greinini hjá Peturi J. Sigvardsen um nýggju fólkaskúlalógina verða tær broytingar umrøddar, sum lógin fer at hava við sær innan skúlans gátt. Thorben
ár, og í hesum sambandi hava vit gjørt eina nýggja forsíðu, bæði í útsjónd og til innihald. Taðer vón okkara, at vit við hesum verða við til at fylla tað tómrúm út, sum verður eftir Føringin og annars [...] lýsingarnar eisini. Og tað er greitt, at finnast tað nógv bløð, sum øll skulu hava fatur á lýsingunum, so verður lítið í part ella úrslitið verður - og tað var støðan fyri bert fáum árum síðani - at Dimmalætting [...] royndir alla staðni frá, at tú kanst ikki halda lív í fleiri bløðum, um marknaðurin er so lítil sum okkara. Men tað er gott við kapping, og tað er eingin ivi um, at bæði Dimmalætting og Sosialurin hava hugt
sjálvur umsitur bæði olju og umhvørvi, heldur tað vera av stórum týdningi, at hesi bæði ganga hond í hond, og tað verður í hvussu er eitt av hansara aðalmálum komandi árini at tryggja, at so verður. Á boripalli [...] nakra staðni. Har var so reint og reint, og tað segði mær so mikið, at tað ber til at arbeiða við olju og samtíðis hava eitt reint umhvørvi. Saman við landsstýrismanninum vóru eisini tvey umboð fyri Ol [...] tíð fara í gongd við at bora á føroyska landgrunninum. -Tá kanst tú síggja hetta við øðrum eygum, tí tú hevur upplivað tað longu. Og tá kunnu vit eisini betur siga, at tað ber til at seta krøv til eitt nú