Koda afturvísir rokniháttinum hjá útvarpsstjóranum

Stjórin í Koda Nils Bak sigur, at Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, er á skeivari kós, tá hann tekur umsitingargjald upp í sítt roknistykkið, sum vísir, at føroyski tónleikurin í ÚF í 1997 var 24 prosent

Tað er ósamsvar millum tølini hjá Koda og útvarpinum, tá talan er um, hvussu stórur partur av tónleikinum, sum ÚF spældi í 1997, var føroyskur. Koda sigur 17 prosent. ÚF sigur 24 prosent.

Í svarskrivi til Sosialin, sigur Jógvan Jespersen, útvarpstjóri, at Sosialurin hevur gloymt at taka umsitingargjald hjá Koda við, tá roknað varð út, hvussu stórur prosentpartur av tónleikinum í útvarpinum var føroyskur í 1997. Sjálvur kemur útvarpsstjórin til ta niðurstøðu, at 24 prosent av tónleikinum í ÚF í 1997 var føroyskur. Tølini frá Koda vísa hinvegin, at talan var um 17 prosent.

2. september skrivar Jógvan Jespersen í Sosialinum:

»Í greinini í Sosialinum fríggjadagin er ikki roknað við, at umsitingargjaldið hjá Koda og annað fer burtur av, áðrenn peningurin verður býttur millum teir, sum eiga rættindini, og hetta man vera 20 prosent av hvørjari krónu.«

Stjórin í Koda Nils Bak sigur, at útvarpsstjórin er á skeivari kós.

? Tølini, vit hava givið Sosialinum, eru av útgoldnum peningi. Tølini vísa sostatt, at 17 prosent av tí, vit hava goldið út til tónaskøld fyri spæligar í ÚF í 1997, endaði aftur í Føroyum.


Bert tónaskøld

Nils Bak sigur víðari, at munurin á útrokningunum hjá ávíkavist Koda og útvarpinum kann hava nakað at gera við, at Koda bert roknar við tónaskøldum, sum eru búsitandi í Føroyum.

? Taka vit Anniku Hoydal sum dømi, so skrásetir útvarpið helst hana sum føroyska, meðan hon í okkara arkivum er donsk, tí hon hevur bústað í Danmark, sigur Nils Bak. Tað sama er við, føroyingum, ið spæla útlendskar kompositiónir. Teir pengarnir enda ikki aftur í Føroyum, men hjá viðkomandi útlendska tónaskaldi.

? Og hetta kann geva ein ávísan mun í tølunum, um útvarpið roknar tað sum føroyskt, og vit ikki gera tað. Men tað er altso ikki rætt, tá útvarpið roknar umsitingarligar útreiðslur av teimum pengum vit hava útgoldið. Tað hevur onki við hesi tølini at gera.

Nils Bak vísir eisini aftur, at Koda ikki rindar tónaskøldum, hóast útvarpið hevur rapporterað tónleikin til Koda. Tónleikastjórin Ove Olsen hevur annars sagt fyri Sosialinum, at hann hevur sjálvur upplivað at rapportera tónleik, har viðkomandi føroyska tónaskald ikki hevur fingið nakað útgoldið kortini.

Nils Bak afturvísir púrasta, at vandi skal vera fyri, at føroysk tónaskøld ongar pengar fáa, sjálvt um verkini eru rapporterað. Hann sigur, at talan má vera um onkra misskiljing.

? Tað kann møguliga vera, at ein ? hægst tvær ? rapportering kemur ikki rætt fram av misgávum, sum vit so mugu fáa rættað. Men eg má púrasta afturvísa, at talan er um nøkur systematisk eyðkenni, sigur Nils Bak.