Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum, hevði bert sitið í nýggja sessinum í nakrar fáar mánaðir, tá boð vóru eftir honum úr einum av heimsins mest framkomnu oljuframleiðaralondum, nevniliga Noregi.
Norska stjórnin sá fegin, at ein føroyskur oljumálaráðharri fekk høvi til at síggja, hvussu arbeitt verður í oljuvinnuni, og tí var Eyðun Elttør boðin at vitja bæði stóru altjóða oljumessuna í Stavanger, Oljudirektoratið í Stavanger og á einum nútímans boripalli úti til havs.
Heimafturkomin kennir landsstýrismaðurin seg hava fingið eina nógv størri barlast, tá talan er um kunnleika til oljuvinnuna sum heild.
-Fyri tann, sum ikki hevur verið á eini oljuframsýning og -ráðstevnu av slíkum slag sum ONS 98 var tað, er tað ein ótrúlig uppliving at vera har fyri fyrstu ferð. Hetta er ein sera ógvuslig men eisini sera áhugaverd verð sigur landsstýrismaðurin, sum nýtti høvi til at vitja fleiri av básunum á oljumessuni, teirra millum fleiri av teimum norsku básunum so sum Kværner, ABB, Aker, Statoil, Norsk Hydro og Saga.
-Tað er eingin ivi um, at vit hava nógv at læra av eitt nú norðmonnum, og vónandi kunnu vit brúka teirra royndir og vitan í uppbyggingini av eini føroyskari oljuvinnu. Men lat meg undirstrika, at vit harfyri ikki venda øðrum bakið. Vit eru opnir fyri samarbeiði til allar síður, ja bæði við Bretland og Danmark fyri at taka tveir av okkara mest náttúrligu samstarvspartnarum umframr Noreg.
Á básunum var mest talan um at vísa fram útbúnað og lutir, sum verða brúktir í oljuvinnuni.
-Stóra luttøkan og áhugin fyri hesi messuni og ráðstevnuni siga mær so mikið, at fólk hava sera stóran áhuga fyri olju og ikki minst fyri umhvørvinum í sambandi við eina oljuvinnu. Eyðun Elttør fylgdi eisini fleiri av fyrilestrunum og orðaskiftunum, sum vóru á ráðstevnuni, og sum nettup snúðu seg um umhvørvisspurningar.
Har vóru fleiri framstandandi oljufólk, sum tosaðu um umhvørvi, og har vóru eisini umboð fyri Greenpeace, ið løgdu fram teirra sjónarmið. -Eg haldi tað er umráðandi, at vit lurta og leggja okkum í geyma, hvat sagt verður um hesar spurningar, ikki minst nú vit sum eitt nýtt land ætla at seta skjøtil á oljuvinnuna.
Landsstýrismaðurin, sum sjálvur umsitur bæði olju og umhvørvi, heldur tað vera av stórum týdningi, at hesi bæði ganga hond í hond, og tað verður í hvussu er eitt av hansara aðalmálum komandi árini at tryggja, at so verður.
Á boripalli
Sum útbúgvin maskinmaður hevði vitjanin á teimum mongu básunum við útbúnaði av ymsum slag ikki minst stóran áhuga hjá Eyðun Elttør, men tann parturin av Noregsvitjanini, sum kanska hugtók og mest nøktaði forvitni landsstýrismansins var vitjanin umborð á Statoil boripallinum Veslefrigg, sum lá og boraði nakað væl úr landi.
-Tað eg beit merki í var, at eingin olja var at síggja nakra staðni. Har var so reint og reint, og tað segði mær so mikið, at tað ber til at arbeiða við olju og samtíðis hava eitt reint umhvørvi.
Saman við landsstýrismanninum vóru eisini tvey umboð fyri Oljufyrisitingina á boripallinum. Tey vóru Alex Buvik, sum er ráðgevi í umhvørvismálum og Annie á Hædd, sum júst er sett til at taka sær av løgfrøðiligum spurningum. Harumframt var eisini John Inderhaug, ein av leiðandi jarðfrøðingunum hjá Statoil í Danmark, við. Hann stendur á odda fyri kanningunum á føroyskum øki.
-Nú løgmaður fegin vildi síggja, hvussu arbeiðið fer fram á einum oljuframleiðslupalli, helt eg, at tað kanska var rætt av mær sum oljumálaráðharra at síggja, hvussu arbeitt verður á einum veruligum boripalli sigur Eyðun Elttør, sum eisini vísir á, at boripallarnir vera teir, ið vit fyrst fara at síggja um okkara leiðir. Stóru framleiðslupallarnir liggja so eitt sindur longur frammi í tíðini - tað veldst um oljan verður funnin - og tá vita vit heldur ikki, um tað verða framleiðsluskip av sama slag sum tey, ið verða brúkt vestan fyri Hetland, sum fara at verða brúkt um okkara leiðir eisini.
Nógv gjørt burtur úr
Statoil hevði gjørt nógv burtur úr vitjanini hjá føroyska oljumálaráðharranum á Veslefriggpallinum. Høvið var at síggja, hvussu arbeiðið fer fram alla staðni á pallinum. Teir fylgdu sjálvum boriarbeiðinum á boridekkinum og inni frá eftirlitsrúminum. Eisini vóru tey á brúnni og sóu annars, hvussu fólkið búleikast umborð.
-Hetta var ein sera langur dagur men eisini ein ógloymandi dagur. Tað var einastandandi áhugavert at síggja, hvussu arbeitt varð við boringini.
Eyðun Elttør ivast ikki í, at henda vitjanin á boripalli kann verða góð barlast, tá vit sjálvi um vónandi ikki so langa tíð fara í gongd við at bora á føroyska landgrunninum.
-Tá kanst tú síggja hetta við øðrum eygum, tí tú hevur upplivað tað longu. Og tá kunnu vit eisini betur siga, at tað ber til at seta krøv til eitt nú trygdina og umhvørvið.
Hitti fýra orkumálaráðharrar
Tað var so ikki bert talan um at síggja oljuútbúnað á eini oljumessu og at síggja boring á einum oljupalli, nú fyrsti føroyski oljumálaráðharrin vitjaði í einum oljulandi. Hann hevði eisini høvi til at hitta mong fram standandi fólk í hesi vinnu. Og tað var so heppið, at hann hitti ikki færri enn fýra av sínum starvsfeløgum, nevniliga bretska orkumálaráðharran John Battle, tann norska Marit Arnstad og tann danska Svend Auken. Haraftrat heilsaði landsstýrismaðurin eisini uppá kvinnuliga orkumálaráðharran úr Angola, sum var við á ráðstevnuni.
Frá Stavanger gekk leiðin aftur til Føroya, har steðgurin tó er stuttur. Tí longu sunnudagin fer Eyðun Elttør til Alaska, har høvi verður at kunna sum við oljuvinnuna har. Hann er ferðalagi saman við 15 øðrum føroyingum.
Tað er oljusamtakið við Texaco, Conoco, Arco og Murpy Oil, sum hevur boðið føroyska ferðalagnum til Alaska, har tað m.a. skal síggja fleiri av oljuinstallatiónunum hjá Arco. Hesi fýra amerikonsku oljufeløgini leggja í løtuni nógva orku í at kanna føroyska landgrunnin við tí fyri eygað at vera við í fyrstu útbjóðingini næsta ár. Arco og Conoco funnu fyri stuttum eina stóra oljukeldu inni á bretskum øki skamt frá føroyska fiskimarkinum.