Við flogfarinum hjá Atlantsflog kemur seinnapartin í dag kekkiska fótbóltslandsliðið við fylgi til Føroyar. Teir skulu halda til á Hotel Føroyum, og aftaná at landsdysturin verður liðugur sunnudagin seinnapartin, fer ferðalagið beinleiðis vestur í Vágar. Har bíðar flogfarið hjá Atlantsflog eftir teimum, og so verður farið beinleiðis niður til Prag.
Kekkarnir skulu venja á ovara vølli í Gundadali leygarmorgunin og sunnumorgunin. Seinnapartin í morgin, kl. 16.00, fara kekkarnir á Svangaskarð at venja.
Gestirnir hesa ferð eru ikki ókendir við føroyska landsliðið, Føroyar og Svangaskarð. Tað er bara eitt ár síðani, at Kekkia tvær ferðir vann 2-0 í HM undankappingini móti Føroyum. Fyrra ferðin var í Teplice í Kekkia mikudagin 20. august og seinna ferðin var á Svangaskarði leygardagin 6. september ella júst eitt ár undan royndini nú sunnudagin.
Nýggjur venjari
Dusan Uhrin stóð á odda fyri kekkiska landsliðnum í fjør. Hann er væl kendur venjari og hæddarpunktið hjá honum og kekkiskum fótbólti var, tá teir komu í finaluna í EM endaspælinum í Onglandi í 1996.
Men í HM undankappingini í fjør og í fyrraárið gekk ikki so væl. Spania og Jugoslavia vóru ov stórir bitar fyri Kekkia, og tað var serliga dyggur smeitur fyri kekkar, at teir á heimavølli taptu móti grannunum úr Slovakia. Tað varð bøtt um hetta, tá teir vunnu í Bratislava, men sum heild var undankappingin eitt vónbrot, og nú hava teir skift venjara.
Nýggi venjarin eitur Jozef Chovanec. Hann er 38 ára gamal, og hann var í síni tíð ein kendur fótbóltsspælari. Hann spældi t.d. í PSV Eindoven í Hollandi, har hann m.a. var liðfelagi hjá Frank Arnesen. Hann var sjálvskrivaður á landsliðnum hjá Kekkoslovakia, sum tá var, og hann var við á liðnum, sum í 1990 var við í HM endaspælinum í Italia.
Trettan teir somu
Hóast Kekkia hevur skift venjara, so er ikki talan um kollveltandi broytingar, tá tað snýr seg um spælarar. Uppgávan hjá venjaranum man vera at geva royndu monnunum íblástur so teir kunnu vinna seg í endaspælið, sum verður í Hollandi og í Belgia á sumri í ár 2000.
Tá Kekkia var í Føroyum seinast, var møguleikin fokin fyri luttøku í HM endaspælinum, og tað sást aftan á, at onkrir spælarar, sum annars høvdu verið sjálvskrivaðir á liðnum, ikki vóru við. Tí gevur tað eitt betri sammetingar grundarlag at hyggja at liðnum, sum spældi ímóti Føroyum í Teplice.
Vit staðfesta, at níggju av spælarunum, sum ta ferðina vóru við frá byrjan ella vórðu skiftir inn, eru við hesa ferð, og fýra spælarar, sum hesa ferðina sótu á beinkinum, eru við aftur hesa ferð, og sjálvandi ynskja tá allir at fáa høvi at spæla við, heldur enn at hyggja at.
Teir, sum spældu við í Teplice, og sum eisini eru við hesa ferðina eru Martin Cizek, Vladimir Smicer, Tomás Smicer, Jan Suchoparek, Karel Poborský, Jiri Némec, Pavel Nedvéd, Radslav Látal, Pavel Kuka og Radek Bejbl. Á beinkinum sótu alla tíðina Tomás Repka, Karel Rada, Ladislav Maier og Vratislav Lokvenc.