Í gjárkvøldið klokkan 18 skuldu teir átjan, sum hava fingið landsliðsboð, møta í hølunum, sum Tryggingin eigur í Runavík. Har skulu teir halda til, meðan teir fyrireika seg til fyrstu uppgávuna á heimavølli í triðju EM undankappingini, sum føroyingar hava tikið lut í, síðani altjóða fótbólturin lat hurðina upp fyri FSF.
Fyrsta venjingin skuldi longu vera klokkan 19 í gjárkvøldið, og í dag verður vant tvær ferðir. Fyrra venjingin skal sambært skránni vera klokkan 11.00, og hin seinna klokkan 18.45. Í morgin verður bara vant klokkan 11.00. Seinnapartin er eingin venjing ásett at vera, men tað kann vera, at tað verður vant kortini. Um eingin venjing verður, so gera teir ivaleyst, sum teir plaga at gera, og tað er at fara ein túr onkrastaðni.
Føroyingarnir hava ivaleyst nógv at tosa um. Teir koma úr norsku, donsku, íslendsku og føroysku kappingini, so tað er nógv at tosa um. Síðsta royndin undan landsdystinum gekk væl hjá teimum flestu spælarunum, hóast ikki allir vunnu. Vit skrivaðu týsdagin um brotssparkið hjá Jákupi Mikkelsen, men tá vistu vit ikki, at stutt frammanundan, at hann misnýtti úr ellivu metrum, hevði hann havt tríggjar framúr bjargingar. Slíkt er hugaligt at frætta, tí tað er hóast alt fyrst og fremst sum verji, at málmaðurin skal gera nyttu!
Stórur biti
Men uttan mun til, hvønn venjarin velur at seta á aftastu verjuuppgávuna, so kann roknast við, at málverjin fær nógv at takast við. Kekkia verður framvegis mett at vera millum seks tær bestu fótbóltstjóðirnar í heiminum. At teir vita, hvat tað snýr seg um, var síðsti 1-0 sigurin á heimavølli móti Danmark fyri tveimum vikum síðani staðfesting av.
Føroyska liðið hevur ikki vunnið í ár. Í fjør vann liðið tríggjar ferðir, og tað er besta úrslitið hesi tíggju árini, Føroyar hava verið við í altjóða fótbólti. Umframt sigrarnar á Malta á ávikavist útivølli og á heimavølli, so vunnu føroyingar 6. august 2-0 í Estlandi. Ta ferðina var dysturin síðsta royndin undan útidystinum móti Kekkia, sum var 20. august.
Tann síðsta royndin gekk væl. Síðsta royndin hesa ferð var í Bosnia-Hersegovina, og tá gekk eisini hampuliga væl. Spurningurin er so, um tað fer at ganga eins væl ella helst betri, enn tað gjørdi móti Kekkia í fjør, tá Føroyar aftur fara at royna seg í ovurmorgin.
Og uttan mun til, um landsliðsvenjarin fer at hava størst álit á Jákupi Mikkelsen ella Jens Martini Knudsen, so verður talan um stóra uppgávu í málinum.