Mikudagin kundi Jón Brekku úr Havnar Tennisfelag kalla seg føroyameistara í einmansleiki hjá monnum í tennis ? Jón hevur fyrr í ár eisini vunnið opnu havnarmeistarakappingina og er nú ovastur á føroyska tennisstyrkilistanum.
Finalan var millum Jón og Jóhan í Króki. Jóhan hevði í fjórðings- og hálvfinaluni víst sera gott spæl og hevði vunnið á FM 97-vinnaranum Martin Simonsen í einum sera spennandi dysti, ið vardi útvið tríggjar tímar. Avgerðin fall ikki fyrr enn í tie-break (7-2) í 3. setti. Í hálvfinaluni spældi hann sín helst besta dyst og vann 6-0, 6-0 á Krisjan Christiansen. Hesin dysturin var ikki heilt so ójavnur, sum tølini vísa, men hvørja ferð Krisjan hevði »game point«, var Jóhan ósvikaliga tryggur, soleiðis at ivi ongantíð bleiv um úrslitið.
Jón hevði í sínari helvt av kappingini so frægar spælarar sum Pætur Dahl (fremstur á styrkilistanum áðrenn FM-kappingina) at spæla ímóti. Úrslitið her var 6-4, 6-1 til Jón.
Finalan var vælspæld við nógvari ferð. Hetta mundi Jón vita var neyðugt, tí Jóhan hevði í hinum dystunum, har ferðin var minni, spælt sera trygt, men hann er ikki í somu venjing sum Jón í løtuni. Javnt gekk á fram til 2-2 í fyrsta setti, og Jóhan hevði við støðuni 0-40 tríggjar møguleikar at »breaka«, men Jón seg uppaftur og kom upp á 3-2. Í næsta spæli er Jóhan aftur frammanfyri 40-0, men enn einaferð megnar Jón at koma aftur og koma upp á 4-2, og hóast báðir framvegis spældu væl, eydnaðist tað ikki Jóhan at koma innaftur í dystin, sum Jón vann 6-2, 6-0.
Jón er spælarin, sum hevur verið best fyri alt hetta kappingarárið, og sigurin hjá honum var sera uppiborin.
Steyp, sum Føroya Brunatrygging hevði latið, vórðu handað vinnaranum og nummar 2.
Kappingarnar í tvímansleiki fara fram nú, og FM-ungdómskappingarnar byrja fyrsta dagin. Her verður spælt í aldursbólkum til og við 13 ár og til og við 16 ár.