Tilvild sum dokumentatión

Tónleikurin í útvarpinum:

Samstundis sum útvarpsstjórin Jógvan Jespersen í Sosialinum mikudagin roynir at prógva, at fjórða hvørt lag, ÚF spældi í 1997 var føroyskt, vísir hann, hvussu tilvildarligur tónleikapolitikkurin í ÚF er

Í farnu viku skrivaði Sosialurin um býtið millum útlendskan og føroyskan tónleik í ÚF. Árið var 1997 og tølini vístu, at 17 prosent av tónleikinum var føroyskur. Restin ? 83 prosent ? var útlendskur. Tað er ikki satt, sigur útvarpsstjórin Jógvan Jespersen í svari mikudagin 2. september. 24 prosent av tónleikinum, ÚF spældi í 1997, var føroyskur. Men Jógvan Jespersen dokumenterar ikki. Byrjar hinvegin at skriva um umsitingargjald hjá Koda upp á 20 oyru pr. krónu, sum onki hevur at gera við tey tøl, Sosialurin brúkti. (Lesið aðrastaðni, hvussu stjórin í Koda vísir hesum rokniháttinum hjá útvarpsstjóranum aftur)

Lat tað enn einaferð vera sligið fast, at tølini, sum undirritaði brúkti, vóru tøl frá Koda, har allar ÚF-spælingar verða skrásettar. Koda hevur ongi tøl, ið beinleiðis siga, hvussu býtið millum føroyskt og útlendskt er. Men Koda kundi hinvegin upplýsa, at 17% av útgoldna peninginum fyri spælingar í ÚF endaðu aftur í Føroyum. Hini 83 prosentini endaðu hjá útlendskum komponistum. Undirritaði blaðmaður spurdi síðan stjóran á Koda Nils Bak, um føroyski prosentsatsurin í pengum samsvaraði við tann prosentsats, sum útvarpið spældi í 1997 av føroyskum tónleiki. Svarið var, at hetta samsvarar rættiliga væl.

Altso føroyskir komponistar fingu sambært stjóran í Koda 17 prosent av pengunum av tí einføldu orsøk, at 17 prosent av spælda tónleikinum var føroyskur.

Í blaðnum dagin eftir, prátaði Sosialurin við tónleikastjóran í ÚF Ova Olsen. Hann hevði ongi tøl at vísa á. Men Ove hevði kortini varhugan av, at ÚF spældi meir føroyskt, enn tølini hjá Koda vístu.

Í Sosialinum mikudagin 2. september kemur útvarpsstjórin Jógvan Jespersen tó við eini avdúking, ið kolldømir allar útrokningar hjá Sosialinum »Síðan orðaskiftið um gjaldið fyri nýtslu av føroyskum tónleiki tók seg upp í síðstu viku, hevur útvarpið kannað, hvussu stórur partur av tónleikinum, ið ÚF spældi í 1997 var føroyskur. Úrslitið er, at 24 prosent av tónleikinum, ið ÚF spældi í 1997, var føroyskur.«

Taka vit tað seinasta fyrst, so vil Sosialurin heldur enn fegin síggja hetta yvirlitið, ið vísir, at fjórða hvørt lag í 1997 var føroyskt. Okkara faxnummar er 314720. Er hetta satt, so hevur Koda ein álvarsligan forkláringstrupulleika.

Mest sigandi er tó fyrsti parturin av setninginum hjá útvarpsstjóranum:

»Síðani orðaskiftið ... hevur útvarpið kannað, hvussu stórur partur av tónleikinum, ið ÚF spældi í 1997 var føroyskur.«

Her dokumentar útvarpsstjórin, hvussu ongin í veruleikanum í farnu viku visti, hvussu nógvur tónleikur var føroyskur. Heldur ikki ÚF. Tað tók meginpartin av eini viku, áðrenn svarið kom frá ÚF. Tey 24 prosentini (sum vit framvegis fegin vilja síggja dokumenterað) eru sostatt ikki úrslit av einum tónleikapolitikki. Men í besta føri úrslit av fría viljanum hjá einstøku plátuvendarunum í ÚF. Og alt gott um tann fría viljan.

Øll kunnu eisini hava sínar meiningar um, hvussu stórur partur av tónleikinum eigur at verða føroyskur. Um føroyskur tónleikur lýkur góðskukrøv. Um »føroyskur« tónleikur kann hava »enskan« tekst, kanska tað hevði verið betri um, prosentið var lægri, tí so slapst undan diskountframleiðslunum o.s.fr. Eg kann hava eina meining, onkur annar kann hava eina aðra. Og tað kann vera líka feitt.

Hinvegin hevur ÚF sum almennur stovnur skyldu at hava eina meining ? ein yvirorðnaðan tónleikapolitikk ? sum í millum mangt annað greitt sigur, hvussu stórur partur av tónleikinum skal vera føroyskur. Tað finst bara eitt útvarp í øllum heiminum, sum kann hava nakran sum helst áhuga at spæla føroyskan tónleik, og tað er ÚF. Men sum tað er nú, er tað í veruleikanum upp til tann Per ella Pól, sum av eini ella aðrari orsøk sendir tónleik út í føroysku luftina gjøgnum ÚF-frekvensin at avgera, hvussu stórur partur er føroyskur.

Við hesum sigi eg ikki, at ÚF hevur ein illvilja móti føroyskum tónleiki og tónleikarum. Tvørturímóti. Djúpt inhabilur, sum eg eri, kann eg upplýsa, at vælvildin at kalla altíð er sera stór, tá einstakir tónleikarar hava brúk fyri tænastum frá ÚF. Og tað er ikki so sjáldan. Nógvur føroyskur tónleikur var slettis ikki til, um útvarpið ikki hevði hjálpt til. Men eg haldi ikki, tað er ov nógv at ynskja, at ÚF setir sær sum mál, hvussu stórur partur av tónleikinum skal vera føroyskur. Her er talan um tónleikapolitikk. Leiðarar eru settir júst til sama endamál. Tað má væl vera eitt ynski hjá eini leiðslu at leggja rættingslinjurnar frameftir. Og ikki aftureftir, sum kanningarnar hjá ÚF, dokumenterað í svarskrivinum frá Jógvan Jespersen 2. september, bera boð um.


Vinarliga

Niclas Johannesen,

blðm. (og tónleikari)