Saman við Árna Dahl heitti nevnd Føroya Lærarafelags á nøkur fólk um at skriva greinar, sum skuldu lýsa teir margfaldu tættir, sum so ella so víkja at virki Føroya Lærarafelags hesi hundrað árini - bæði fortíð, nútíð og eisini framtíðina.
Bókin er tískil skipað sum greinasavn.
Í bókini skrivar Árni Dahl brot úr søgu Føroya Lærarafelags 1898-1998. Ritstjórin sigur í formælinum, at greinin er í høvuðsheitunum grundað á gerðabøkur og málgagn felagsins. Greinin er skift sundur í skeið, sum lýsa ymisk viðurskifti í søgu felagsins, sum t.d. fyrstu stovningarroyndirnar, frá donskum til føroyskt, um tá ið felagið fór undir bókaútgávu og at geva Skúlablaðið út.
Ingrið Sondum skrivar um Lærarafelagið og bøkurnar. Í greinini skrivar hon ikki bara um Bókadeild Føroya Lærarafelags, men eisini um føroyskar skúlabøkur og um stríðið, ið føroysk skúlafólk høvdu mótvegis skúlamyndugleikunum í málspurninginum. Eisini skrivar hon um Skúlabókafelagið, Landsmiðstøðina, Skúlabókasøvn, Bókamiðsøluna og yrkisforløg.
Pauli Nielsen skrivar um Læraraskúlan og Skúlasøguna, har hann alment lýsir, hvussu føroysk børn hava verið skúlað fram til dagin í dag.
Hans J. Joensen skrivar um skúlan og kirkjuna og sambandið millum hesar báðar týdningarmiklu tættir í samfelagnum.
Greinin hjá Gesti Hovgaard við heitinum at lesa seg av bygdini er um leiklut skúlans í nútíðar samfelagnum og um tey ungu, sum flyta av smábygdunum til býin at nema sær kunnleika.
Doris Hansen skrivar um barnið við serligum tørvi. Um tá ið undirvísingin av hesum børnum var lógarfest í Føroyum í sekstiárunum, og Føroya Spesialskúli varð settur á stovn. Eisini skrivar hon um skúlan fyri øll og integrering.
Í greinini hjá Peturi J. Sigvardsen um nýggju fólkaskúlalógina verða tær broytingar umrøddar, sum lógin fer at hava við sær innan skúlans gátt.
Thorben Johannesen skrivar um undirvísingar- og menningarvirksemi. Greinin er bygd upp av brotum úr m.ø. áhugaverdu útvarpssendingunum Skúli og uppaling, sum greinskrivarin skipaði fyri vetrarnar 1995 og 1996.
Rógvi Thomsen hevur skrivað hugvekjandi grein við heitinum Skúlin á veg in eitt nýtt túsundár. Hon snýr seg um innihaldið í skúlanum, og hvønn førning skúlin gevur børnunum við sær inn í næstu øld.
At enda hugleiða teir báðir rithøvundarnir Martin Næs og Tóroddur Poulsen um skúlan, sæddan uttanífrá. Í greinini hjá Martini Næs, Børn míni, elskið hvø - sjálvt um onkur er í ortopediskum skóm ella hellur á nøsini, minnist Martin barnaárini og ymsar hendingið honum vóru fyri í skúlanum og hvussu tað var at vera lærarasonur. Tóroddur skrivar eina beinrakna yrking um minnini frá sínum barnaárum, bæði góðum og ringum.
Eisini skriva Andreas L. Samuelsen, Eilif Samuelsen, Signar á Brúnni og Hensar Ellingsgaard nøkur orð til Føroya Lærarafelag á 100 ára degnum.
Fremst í bókini er prentað kantata, ið Alexandur Kristiansen hevur skrivað til 100 ára dagin, og sum Pauli í Sandagerði hevur smíðað lag til. Kantatan verður væntandi framførd einaferð í heyst.
Uppsetingin av bókini stóð Grafikk Studio fyri. Bókin er umbrotin og prentað á Dimmalætting og Helge Justinussen hevur bundið inn.
Føroya Lærarafelag 1898-1998 er 427 síður og kostar kr. 295,- í bókhandlunum.