Storhamar tapti fyri toppliði á útivølli

Pernille Brandenborg og liðfelagarnir eru fjórðfremst í bestu norsku hondbóltsdeildini.

Sunnudagin spældu landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Storhamar dyst á útivølli móti Sola í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Dysturin endaði við 32-29 sigri til Sola, ið var á odda 16-13 í steðginum. 

 

Pernille skoraði fimm mál upp á sjey málroyndir, og vann liðnum eitt brotskast.

 

Storhamar er nummar fýra í deildini við átta stigum fyri seks dystir. Larvik er fremst í deildini við 12 stigum.

 

Nú fer Pernille at hugsavna seg um EM-undankappingardystirnar á útivølli móti Íslandi, og á heimavølli móti Montenegro.