yvirstaðin, tá Sosialurin fekk orðið á hana. Svimja í talentum Tað er Margarinfabrikkin, sum stendur fyri Barnafestivalinum, og er hetta fimta árið tey skipa fyri honum. - Í roynd og veru eru tað tvær orsøkir [...] at geva børnum í Føroyum ein ordiliga stuttligan og góðan dag, har alt snýr seg um tey, sigur Gunn. - Men kanska tann størra orsøkin er, at niðri í Margarinfabrikkini næstan svimja vit í talentum. Eg havi [...] fyrireikaður eftir einum degi. - Tær fyrstu fyrireikingarnar vórðu gjørdar í oktober. Tá vit møtast niðri í Margarinfabrikkini aftur í august, skulu vit longu hugsa um, hvørji nøvn eru áhugaverd til næsta árs
dómarin tók við í viðgerðina, at øll høvdu verið ávirkað av alkoholi. Hann metti ikki, at tað var prógvað, at talan var um fleiri sløg enn hetta eina. Hann metti, at ákærin hevði rætt í, at talan í slíkum førum [...] hann einki revsivert ger í eitt ár. Dómarin metti tað tó prógvað, at ákærdi hevði sligið órættaða í andlitið umframt onnur sløg aftrat. Hinvegin skal ákærdi gera samfelagstænastu í 40 tímar innan fyri næstu [...] sannførdu dómaran um, at døma ein treytaðan dóm í Føroya Rætti hósmorgunin. Hendingin sjálv fór fram sunnunáttina, 2. juni, tá grannaveitsla var uppi í Hoyvík. Ákærdi sjálvur mintist hendingina soleiðis
fram í dagsins ljós - so tó so mikið, at nógv av tí øsing, sum hevur verið móti føroyingum í longri tíð, nú er gjørd til einkis. At tað so smátt eisini ber til at siga, hvør og hvat er gjørt skeivt í øllum [...] haldbart at skula liva víðari í allari óvissuni. FØROYINGAR og Føroyar hava fingið uppreisn, og tað er gott. Harvið er ikki sagt, at vit ikki eisini sjálvi eiga at taka í egnan barm, tí vit eru so sanniliga [...] embætismenn hava hildið lív í. Og tú byrjar so smátt at kunna flikka saman eina mynd úr tí sera stóra og fløkta puslispæli, sum alt hetta málið hevur verið og framvegis er. Í okkara hugaheimi eru tað arrogantir
stuðla, løgdu ætlanir um búskaparligu kreppuna í Føroyum? Vit hoyrdu tá einki frá ?la Breckmann her í Føroyum, og neyvan hevur hann á Christiansborg smekka nevan í borðið. Ikki so frægt sum eitt loppugoyggj [...] eingin skal vera í iva um, at føroyski Javnaðarflokkurin er alt annað enn samdir í øllum tí, sum Nyrup stjórnin hevur gjørt mótvegis okkum føroyingum. Nyrup gjørdi sín lívs brølara í Føroya politikkinum [...] heysti í 1992, tá hann sat mitt ímillum teirra, sum seinni gjørdist okkara argastu mótstøðumenn. Har var eingin vælklingandi frílynt rødd, sum á góðum donskum máli talaði Róma beint ímót. Men í staðin
Turið D. Joensen frá í sera áhugaverdari grein í Føringinum í fjør. Tað er at vóna, at Turið endarprentar greinina onkuntíð, tí hon er verd at lesa! Í mong ár hevur svimjihylur verið í Gundadali; ið hvussu [...] hvussu so er tveir hava verið undan tí, sum nú er. Í Havn hevur hann altíð itið Svimjihylurin í Gundadali. Miðskeiðis í sjeytiárunum fingu klaksvíkingar innilokaðan hyl, og skjótt hevði hvør bygd sín svimjihyl [...] onkur málreinsari fór at leggja seg eftir at lúka orðið ?svimja? úr føroyskum. Hetta varð eisini roynt, tá ið nýggi svimjihylurin í Gundadali varð latin upp í 1982, og okkurt flogvit fann upp á at kalla hann
afturfyri. Fólk vóru samd um, at granskingin í framtíðini má gerast í samstarvi millum tað almenna og vinnuna. Lítið av nýhugsan Tað var lítið av nýhjugsan í formansfrágreiðingini, sum løgd varð fyri l [...] hevur fingið annað umboðið í Norðurlandaráðnum, og tað ætlar flokkurin at brúka til millum annað at arbeiða fyri, at Føroyar fáa fullan limaskap í Ráðnum, segði formaðurin í síni frágreiðing. Eisini skal [...] formaður í Granskingarráðnum, var biðin at vera gestarøðari á landsfundinum. Hann greiddi frá arbeiðinum hjá Granskingarráðnum og nevndi, hvussu nógvar verkætlanir Ráðið stuðlar. Gav eitt lítið innlit í, hvat
Hann sigur seg altíð havt stóran áhuga í 1.hjálpararbeiði Jógvan tók 1.hjálparaskeiðið í 1979 og síðan hevur hann altíð havt 1.hjálparskjáttuni við sær í bilinum og í bátinum. ?Sum ungur fekk eg ofta lúsingar [...] Føroyum. Vendi við Í juni mánaði í fjør kom Jógvan Mørkøre á ein mann, sum hevði skorið seg illa norðanfyri Áir. Menn vóru farnir eftir seyði og ein teirra er áhalsin og stingur seg illa í annan tjúkkan. Hann [...] samkomu í hølunum hjá Reyða Krossi týsdagin varð 48 ára gamli Jógvan Mørkøre úr Hósvík heiðraður sum ársins 1. hjálpari 2003. Hetta er triðju ferð, at Reyði Krossur heiðrar ársins 1. hjálpara í Føroyum
innslagið í Degi og Viku hetta hóskvøldið. Hevði innslagið yvirhøvur eitt tíðindavirði, sum rættvísgjørdi, at floksformaðurin fekk eina einarøðu í SvF uppá knappar 8 minuttir? ? Serliga tá ið man hevur í huga [...] ikki bara í dag, men helst eisini í morgin. Og tí verður lopið frá gølu til gølu, kryddað eitt sindur við ítrótti og glæsiligum hetjusøgum um føroyingar, ið royna seg við hesum ella hasum í tí stóru verðini [...] og sannlíkt er, at tað heldur ikki verður seinastu ferð, at menn í fyllskapi gera sær fyri skommum, hvørki í almennum høpi ella privat. ? So tað lati eg fara framvið ... Nei, tað ið fangaði mín áhuga
longu tá stóð sáttmálin honum í boði. - Ja, tað er einki at ivast í. Hetta hava helst verið longstu vikurnar í lívinum. Ikki minst tá tað um jóltíðir var líkt til, at steðgur kom í málið, tí hetta hevur jú [...] um, at hann skal beinleiðis inn í superliguhópin, sigur Jón Rói, at tað hevur hann ikki. - Tað verður hart arbeiði. Tað ivist eg ikki í, men hinvegin ivist eg heldur ikki í, at við neyðuga hepninum er tað [...] hóskvøldið fingu orðið á hann. Drúgv bíðitíð Og leikarin sjálvur viðgongur nú eisini, at talan hevur verið um sera drúgva bíðitíð fyri sítt viðkomandi. Stutt fyri ársskiftið var hann nakrar vikur í Brøndby, og
møguligt ?í verandi støðu?. Tað rætta er: Thomas Arabo vil gera tað sum er møguligt - punktum. Tað ómøguliga hjá Varaløgmanni Tað virkar sum varaløgmaður er djúpt forfardur, tí vit eru nøkur í hesum samfelagnum [...] planir ikki eru møguligar. Tað er í lagi, at hann flaksar við ørmunum fyri at fara á flog, men tað skal hann ikki brýggja seg um at gera fyri skattgjaldarans pening. Í einum demokratiskum samfelagi er tað [...] Vælferðarsamfelagið er ikki nøkur sjálvfylgja, og tað stendur nógv á í løtuni, nú fólkaflokkurin situr á øllum innanlandspolitikkinum í Føroyum Tað var møguligt at byggja upp vælferðarsamfelagið, og tí komu