Á samkomu í hølunum hjá Reyða Krossi týsdagin varð 48 ára gamli Jógvan Mørkøre úr Hósvík heiðraður sum ársins 1. hjálpari 2003. Hetta er triðju ferð, at Reyði Krossur heiðrar ársins 1. hjálpara í Føroyum.
Vendi við
Í juni mánaði í fjør kom Jógvan Mørkøre á ein mann, sum hevði skorið seg illa norðanfyri Áir. Menn vóru farnir eftir seyði og ein teirra er áhalsin og stingur seg illa í annan tjúkkan. Hann bløddi sera illa og menninir á staðnum royndu at lyfta beinið fyri at steðga bløðingini.
Jógvan Mørkøre er á veg úr Oyrarbakka til Hósvíkar og varnast at okkurt er áfatt, men koyrir framvið monnunum, tí hann væntar, at menninir høvdu tamarhald á støðuni.
Komin nakað framvið monnunum, ger Jógvan Mørkøre kortini av at venda við aftur, tí møguliga kann hann hjálpa manninum. Komin á staðið, sær hann, at maðurin hevur skorið seg illa í tjúkkan og við hjálp av fyrstu hjálpar skjáttuni, fær hann steðga ógvusligu bløðingini.
Tá sjúkrabilurin kom á staðið, varð havt á orðið, at arbeiðið hjá Jógvani var ómetaliga væl úr hondum greitt.
Trý boð
Umframt Jógvan Mørkøre, vóru tvey onnur evni í uppskoti til at gerast ársins 1. hjálpari. Løgreglufólkini, Lars Muller og Mariann Reinert vórðu tilkallað 21. juni 2003, tí uttanfyri Havnar Klubba var ein maður dottin og svímaður.
Tey góvu honum andahjálp og hjartamassasju, so maðurin kom seg aftur. Lars og Mariann fingu seinni eina heiðursgávu frá Ríkisløgregluni fyri avrikið
Løgreglumaðurin, Sigmund Petersen, var eins og Lars Muller og Mariann Reinert, í uppskoti til ársins 1.hjálpara. Sigmund varð boðsendur til eitt ferðsluóhapp norðuri við Áir í fjørsummar.
Sagt verður, at hann var umhugsin og gav teimum skaddu teppir og sín egna jakka at verma seg við. Sigmund gav eisini teimum løstaðu andahjálp. Sigmund Petersen fekk eisini heiðursgávu frá Ríkisløgregluni fyri sítt avrik.
Mín skylda
Ársins 1. hjálpari, Jógvan Mørkøre, gjørdist ikki sørt bilsin av at verða kosin ársins 1. hjálpari. Hann sigur seg altíð havt stóran áhuga í 1.hjálpararbeiði
Jógvan tók 1.hjálparaskeiðið í 1979 og síðan hevur hann altíð havt 1.hjálparskjáttuni við sær í bilinum og í bátinum.
?Sum ungur fekk eg ofta lúsingar av ymsum slag. Tá var ikki bara at siga tað at fara til lækna og tískil var tað ofta mamma, sum kom mær til hjálpar. Áhugin fyri sjúkrarøkt er helst komin av at síggja mammu á ungum árum. Áhugið fyri sjúkrarøkt er eisini í familjuni, tí systrarnar hjá mær eru ávikavist sjúkrahjálpari og sjúkrasystur, sigur Jógvan Mørkøre.
Hann dylir ikki fyri, at tað er fløvandi at fáa slíka heiðursgávu, men leggur afturat, at hann gjørdi ikki meir enn sína skyldu.
? Eg gjørdi ikki annað, enn eg hevði vónað, at onkur annar gjørdi fyri meg, um eg kom illa fyri, sigur hann
Børnini duga eisini
Tað eru ikki bert løgreglufólk og kommunalpolitikkarar sum hava eginleika at hjálpa illa støddum fólki. Fyri góðum ári síðan vóru tær tríggjar genturnar Sarah á Rógvu Rasmussen, Marjun Reginsdóttir og Una Súsanna Skaalum á veg úr skúlanum.
Tað var kalt í verðinum og tær tríggjar fingu hugskotið at fara út á ísin við Havnará. Sarah var fyrst á ísin, men datt gjøgnum ísin. Marjun roynir at koma Saruh til hjálpar, men hon fer eisini gjøgnum ísin.
Eftir stendir Una, sum sær, at tað ber ikki til at fara út á ísin, tí so dettur hon eisini ígjøgnum. Una rennir tí eftir hjálp og komin oman um Skótahúsið við Havnará møtir hon Ingun Hentze og saman fáa tær Marjuna og Saruh upp á turt aftur í øllum góðum.
Á samkomuni fingu tær tríggjar genturnar hvør sítt krúss frá Reyða Krossi, meðan Ingun Hentze fekk eitt hálsprýði.
Fakta:
Evnini til ársins 1.hjálpara
Jógvan Mørkøre: Maður skorið seg illa
Lars Muller og Mariann Reinert: Maður dottin og svímaður
Sigmund Petersen: Ferðluvanlukka