Tað er ikki til nakran sóma hjá Høgna Hoydal, tá hann klípir orð uppí fyri at venda meiningini til tað, sum hann sjálvur vil hava.
Eg má rætta Høgna Hoydal tá hann sigur: Thomas Arabo vil bert gera tað sum er møguligt ?í verandi støðu?. Tað rætta er: Thomas Arabo vil gera tað sum er møguligt - punktum.
Tað ómøguliga hjá Varaløgmanni
Tað virkar sum varaløgmaður er djúpt forfardur, tí vit eru nøkur í hesum samfelagnum, ið vilja finna tað møguliga, ístaðin fyri tað ómøguliga. Meg lysti at frætt, hvat Høgni Hoydal ætlar, um hann sjálvur sær, at hansara planir ikki eru møguligar. Tað er í lagi, at hann flaksar við ørmunum fyri at fara á flog, men tað skal hann ikki brýggja seg um at gera fyri skattgjaldarans pening.
Í einum demokratiskum samfelagi er tað so, at einki er møguligt uttan fólksins vilja. Vil fólkið ikki loysing, so má loysingin bíða, so einfalt er tað. Tað nyttar einki at gera seg ómøguligan, so sum Tjóðveldisflokkurin ger í løtuni.
Høgni Hoydal klárar tað ómøguliga, um hann kann peika mær á nakað, ið er hent nakrantíð, sum ikki var møguligt.
Lágt tænastustøði, tí alt má víkja fyri loysingini
Javnaðarhugsjónin byggir uppá vælferðarsamfelagið. Vælferðarsamfelagið er ikki nøkur sjálvfylgja, og tað stendur nógv á í løtuni, nú fólkaflokkurin situr á øllum innanlandspolitikkinum í Føroyum
Tað var møguligt at byggja upp vælferðarsamfelagið, og tí komu menn á mál. Hevði tað verið ein ómøguligheit, so var einki vælferðarsamfelag. Tað er annars at gleðast um, at Høgni Hoydal hevur Danbjørg, Dam og Palme sum fyrimyndir, og vóni eg, at hetta fer at skína betri ígjøgnum framyvir.
Tað tekur ikki langa tíð at bróta tað niður, ið varð bygt upp í áratíggjur. Vit fáa, sum tað ljóðar, í næstu framtíð eina pensiónsskipan, har hvør er sær sjálvum næstur. Hetta skræðir samhaldsføstu skipanina, ið vit hava grundað okkara pensiónspolitikk á, burtur. Fer Tjóðveldisflokkurin at taka undir við tí?
Undanfarni stjórin á sjúkrahúsverkinum segði, at pengar væntaðu í. Fyri fyrstu ferð nakrantíð fingu vit hópuppsagnir á sjúkrahúsinum vegna væntandi játtan til eina deild. Yvirlæknarnir, ið hava verið í bløðunum herfyri hava eisini víst á manglandi ressoursir í øllum sjúkrahúsverkinum. Trupulleikin tykist ikki bert at verða játtanin til eina deild, men til alt sjúkrahúsið sum tað er.
Høgni Hoydal sær eftir øllum at døma ikki nakran trupulleika. Hann tosar ístaðin um forsømilsi í mong, mong harrans ár. Nú valdast tíð ? í mínari verð eru tíggju ár ikki ?mong, mong harrans ár?. Munur er at lækka tænastustøðið av neyð, og so bevíst halda tað lágt, tí at alt má víkja fyri loysingini.
Finnið loysnir
Tað er skeivt at draga grønlendingar uppí fullveldismálið. Eg havi altíð trúð uppá samstarv í útnorði og geri tað enn. Eg trúgvi eisini uppá gott samstarv við japanesarar, men tað merkir ikki, at eg haldi, at teir skulu fortelja okkum, um vit skulu loysa ella ikki.
Valskeiðið endar skjótt og vit mugu, hóast Høgnasa visiónir og vælmeinandi sitatir, konstatera, at skúla-, heilsu- og almannaverkið eru syndarliga forsømd. Ikki tí, at tað hevur verið ov lítið av peningi til, men bara tí, at ov lítil vilji hevur verið at gjørt nakað ? frá millum øðrum Tjóðveldisflokkinum. Tað eru nógvir føroyingar og ikki minst vit í javnaðarrørsluni, ið eru ógvuliga fortørnaði yvir hetta álitisbrotið frá einum flokki, ið var stovnaður sum ein sosialistiskur flokkur. Omanfyristandandi mál mugu loysast skjótast gjørligt og vónandi tekur Tjóðveldið annað skinn um bak hesum viðvíkjandi.
Ríkisrættarliga málið er skjótt loyst, tí ein breið semja kann lætt fáast, um bert Tjóðveldið lorar eitt sindur. Høgni Hoydal tosar rættiliga firtin um, hvussu góðan vilja Tjóðveldisflokkurin hevur til at finna felags loysnir. Spæl út - finn eina felags loysn! Nú er tú tikin uppá orðið Høgni!