Sjálvstýrisflokkurin setti granskingina á fundarskránna, tá flokkurin hevði landsfund leygardagin. Flokkurin metir gransking sum sera umráðandi fyri framhaldandi menning av samfelagnum.
Eyðun Andreasen, formaður í Granskingarráðnum, var biðin at vera gestarøðari á landsfundinum.
Hann greiddi frá arbeiðinum hjá Granskingarráðnum og nevndi, hvussu nógvar verkætlanir Ráðið stuðlar. Gav eitt lítið innlit í, hvat slag av verkætlanum, talan var um.
Eitt sindur av orðaskifti var eftir innleggið hjá formanninum í grndkingarráðnum, og onkrir spurningar vóru settir honum.
Eitt sindur varð tosað um, hvusu nógvar pengar vit skulu brúka til gransking, og hvat fæst afturfyri. Fólk vóru samd um, at granskingin í framtíðini má gerast í samstarvi millum tað almenna og vinnuna.
Lítið av nýhugsan
Tað var lítið av nýhjugsan í formansfrágreiðingini, sum løgd varð fyri landsfundin. Tey umleið 30 fólkini, sum vóru á fundinum, fingu at vita hvussu nógv uppskot og fyrispurningar, flokkurin hevði havt á tingi, at flokkurin heldur, at vit eiga at hava eina støðu til ES. Men ikki nakra ábending um, hvør tann støðan skal vera.
Sjálvstýrisflokkurin hevur fingið annað umboðið í Norðurlandaráðnum, og tað ætlar flokkurin at brúka til millum annað at arbeiða fyri, at Føroyar fáa fullan limaskap í Ráðnum, segði formaðurin í síni frágreiðing.
Eisini skal flokkurin nú finna nøkur nýggj fólk, sum skulu brúkast at marknaðarføra flokkin til komandi løgtingsval. Nøkur fólk, sum longu nú skulu føra seg fram sum valevni til komandi val. Ein skipan á leið tað, vit kenna frá donskum flokkum.
Annars var lítið at frætta um framtíðarætlanir hjá Sjálvstýrisflokkinum í teirri frágreiðing, formaðurin hevði til landsfundin.
Tosið var mest um fortíð. Um hvussu gerast skal í samband við, at flokkurin næsta ár metir seg sjálvan at hava 100 ára føðingardag.
Tann dagin roknar floksleiðslan frá tí degi, tá Sambandsflokkurin varð stovnaður. Tí tá fór táverandi tingmanning í tvíningar,og summir stovnaðu Sambandsflokkin. Logisk rokna sjálvstýrismenn so við, lat restin varð til Sjálvstýrisflokkin, hóast hann formelt ikki varð stovnaður fyrr enn seinni.
Nógvir pengar skulu eftir formansins meting brúkast til at geva út bók um hesi farnu100 árini.
Fromaðurin harmaðist um, at tað hevur verið so torført at fáa samskifti millum floksleiðsluna og baklandið. Men tað skuldi nú betrast. Og til at gera tað lættari, hevur flokkurin keypt eina farteldu til skrivstovuna, upplýsti formaðurin á landsfundinum.
Málaður bátur í neysti
Orðaskiftið eftir formansfrágreiðingina var heldur ikki serliga lívligt, hóast onkur var, sum royndi at hava tað gangandi.
Fyrstur at taka orðið var ein av yngru fundarluttakarunum, sum fýltist álvarsliga á úrslitini hjá flokkinum.
Hann samanbar flokkin við ein bát, sum stendur á landi væl málaður og tilriggaður, men ongantíð fer á flot.
Annar luttakari helt, at her var manglandi dirvi at viðgera truplar spurningar. Eingin greið linja er í flokkinum skiltist.
Onkur skjeyt upp, at tá fólk úttalaðu seg um politik, áttu tey at viðmerkja, um hetta var floksins støða, ella persónlig støða. Og onkur annar spurdi beinleiðis, nær tosað varð um politikk í hesum flokkinum. Alt ov nógv afturlítandi tos, helt hesin fundarluttakarin.
Flokkurin hevur eitt »imageproblem«, sum er, at hann hevur alt ov ullintar útmeldingar. Helst ti, at hann innhýsis manglar kjak, staðfesti ein fundarluttakari.
Onkur royndi at koma inn á mál sum fiskivinnu, aling og framtíðarvánir. Men tað doyði líkasum burtur aftur.
Á fundinum vísti eitt umboð fyri Unga Sjálvstýrið eitt nýtt búmerki frma, sum ætlandi skal gera ungdómsdeildina hjá flokkinum kenda.
Men sum heild avdúkaði landsfudnurin á Hotel Vágum seinnapartin leygardagin ein flokk, sum best kann lýsast við teirri samanbering, fyrsti røðarin eftir formansfrágreiðingina hevði av bátinum, sum bara varð málaður og riggður til, men ongantíð flotaður.
Og við teimum visiónum, sum her komu til sjóndar - ella manglandi ditto - er fryktandi fyri, at báturin verður drigin í neystið, og hurðin afturlatin.










