Fekk treytaðan dóm fyri harðskap

Heilt óvanligt og ímóti allari siðvenju fekk ein 43 ára gamal maður í Føroya Rætti hósmorgunin ein treytaðan dóm fyri harðskap

Tað vóru góðu viðurskiftini, umbering mótvegis órættaða og lyfti um, at hann ikki skuldi smakka dropan aftur, ið sannførdu dómaran um, at døma ein treytaðan dóm í Føroya Rætti hósmorgunin.
Hendingin sjálv fór fram sunnunáttina, 2. juni, tá grannaveitsla var uppi í Hoyvík.
Ákærdi sjálvur mintist hendingina soleiðis, at órættaði tók um hálsin aftanífrá, og at hann síðani slongdi albogan aftur um seg, fyri at koma leysur. Hann rakti harvið órættaða í andlitið, men tað var als ikki ætlanin.
Ákæruritið segði, at eftir at órættaði var fallin til jarðar, helt ákærdi fram við at sláa og sparka órættaða, men tað vildi ákærdi ikki vera við.
Hann segði, at hann var provokeraður gjøgnum kvøldið og náttina, og at hann bara vildi sleppa leysur
Fýra vitnir vórðu førd í rættinum, og tey vóru øll ósamd við ákærda.
Fyrstur var órættaði sum greiddi frá, at hann var á veg til hús, tá hann knappliga fekk eitt slag inn á høgra kjálka, og at hann small um. Hann føldi í hvussu er trý sløg aftrat, eftir at hann var komin niður at liggja. Hann hevði mist vitið eina stund, og mintist einki aftur, fyrr hann stóð uppi við húsini hjá grannanum.
Hann var alvísur í, at hann hevði ikki provokerað ákærda á nakran hátt, og at hann var rímiliga edrúur, tí hann skuldi til arbeiðis dagin eftir.

Knallaði til
Næsta vitnið greiddi frá, at ákærdi var komin móti órættaða, hevði latið seg úr jakkanum, og so smekka til.
Hann segði, at tað tóktist, sum báðir fóru til jarðar, og at tað tóktist, sum ákærdi helt fram at sláa. Hann fekk ikki sagt, um ákærdi sló órættaða í andlitið, men tað var í hvussu er á yvirkroppin.
Vitnið segði, at hann var ávirkaður, men ikki fullur.
Næsta vitni viðgekk eisini, at hann - eins og øll hini, ið vóru til staðar so seint, klokkan næsta fýra - var ávirkaður, og at tað var nakað av tumulti, ið fekk hann at venda sær tann vegin, ið hendingin fór fram.
Hetta vitnið greiddi frá, at hann sá ákærda standa yvir órættaða og sláa hann. Vitnið kundi tó ikki siga, hvar hann rakti órættaða.
Seinasta vitnið segði, at hon sá ákærda knalla til til órættaða, so at hesin fall til jarðar. Hon skrýggjaði, tá hetta hendi, so at nógv fólk kom til. Hon mintist annars ikki nógv annað frá hendingini, og kundi ikki siga, um ákærdi helt fram at sláa, eftir at órættaði var fallin til jarðar.
Seinasta orðið fekk ákærdi, og hann segði seg verða ógvuliga keddan um tað, sum var hent og lovaði, at hann ongantíð aftur skuldi sita á ákærubeinkinum.

Treytaðan dóm
Í sínari proseduru segði ákærin tað vera prógvað, at talan var um eitt nevaslag í andlitið og eitt ella fleiri eftirfylgjandi sløg móti andlitinum ella yvirkroppinum.
Hann mælti til 30-40 dagar fongsulsrevsing, ið átti at verða treytaleys, men lat tað annars upp til rættin at gera tað av.
Verjin mælti til, at dómarin tók við í viðgerðina, at øll høvdu verið ávirkað av alkoholi. Hann metti ikki, at tað var prógvað, at talan var um fleiri sløg enn hetta eina. Hann metti, at ákærin hevði rætt í, at talan í slíkum førum hevur einar 30-40 dagar við sær, men mælti staðiliga til ein treytaðan dóm.
Dómaranum nýttist onga tíð at hugsa seg um, men segði dómin við tað sama. Og hann ljóðaði upp á 40 dagar fongsulsrevsing, sum maðurin ikki skal sita, um hann einki revsivert ger í eitt ár. Dómarin metti tað tó prógvað, at ákærdi hevði sligið órættaða í andlitið umframt onnur sløg aftrat.
Hinvegin skal ákærdi gera samfelagstænastu í 40 tímar innan fyri næstu seks mánaðirnar undir eftirliti av kriminalforsorgini.
Maðurin tók við dóminum.