Eina bersøgna rødd á danating

Tað er mangt, sum bendir á, at næsta stjórnin í Danmark verður borgarlig við Uffa sum forsætismálaráðharra. Men at halda, at eitt stjórnarskifti fer at hava við sær, at vit føroyingar fara at fáa øðrvísi viðferð og frægari sømdir, er bláoygt

Tað er mangt, sum bendir á, at næsta stjórnin í Danmark verður borgarlig við Uffa sum forsætismálaráðharra. Men at halda, at eitt stjórnarskifti fer at hava við sær, at vit føroyingar fara at fáa øðrvísi viðferð og frægari sømdir, er bláoygt.

Teir borgarligu flokkarnir, teir Konservativu og Vinstra, vóru júst teir, sum á heysti 1992 løgdu lunnar undir bankabjargingunum. Enntá eru tað í fleiri førum talan um somu politikkarar, sum løgdu svikaráð ímóti okkum føroyingum, sum nú koma at standa á odda. Teirra millum Uffe Elleman Jensen og Anders Fog Rasmussen.

Hesir saman við øðrum vóru garparnir, sum komu við Føroyabólkinum og við Fíggingargrunninum. Hesir vóru teir, sum komu við tí trojanska hestinum Richard Mikkelsen.

Hvar var forrestin tann sokallaða frælsa og frílynta røddin hjá ?la Breckmann, tá hansara partamenn á danatingi, sum hann heilhjartaður stuðlaði, og sum hann framyvir eisini fer at stuðla, løgdu ætlanir um búskaparligu kreppuna í Føroyum? Vit hoyrdu tá einki frá ?la Breckmann her í Føroyum, og neyvan hevur hann á Christiansborg smekka nevan í borðið. Ikki so frægt sum eitt loppugoyggj, men kanska okkurt nikk.

Síðan hevur Óli Breckmann lagt eitt roykslør um sína egnu fortíð á heysti í 1992, tá hann sat mitt ímillum teirra, sum seinni gjørdist okkara argastu mótstøðumenn. Har var eingin vælklingandi frílynt rødd, sum á góðum donskum máli talaði Róma beint ímót. Men í staðin hevur hann brúkt alla orku til at leggja Nyrup og hansara menn undir alskyns ólukkur, men gloymir við vilja tær ólukkur, m.a. Richard Mikkelsen, og Føroya-bólkurin,. sum hann á sín hátt hevur góðtikið.

Ikki tí, eingin skal vera í iva um, at føroyski Javnaðarflokkurin er alt annað enn samdir í øllum tí, sum Nyrup stjórnin hevur gjørt mótvegis okkum føroyingum. Nyrup gjørdi sín lívs brølara í Føroya politikkinum, tá hann helt áfram við tí politikki, sum partamenninir hjá Óla Breckmann og Johs. Martin Olsen høvdu lagt til rættis á ymiskum loynifundum, sum vit fyrst nú eru kunnaðir um.

So at billa føroyingum inn, at tað bert er ein partur av Fólkatinginum, sum hevur skammbitið okkum, er beinleiðis ósatt. Socialdemokratíið (okkara fyrrverandi samstarvspartnari), Radikalu (bróðurflokkur hjá Sjálvstýrisflokkinum),Vinstra (bróðurflokkur hjá Sambandsflokkinum) og Konservativu (bróðurflokkur hjá Fólkaflokkinum) hava allir arbeitt eftir sama leisti, sum Schl¸ter stjórnin legði til rættis við m.a. stuðli frá Óla Breckmann.

Nú liggur á ljóði, at Anders Fog Rasmussen, sum er høgra hond hjá Uffa, vil sleppa kravinum um at grava meira í bankamálinum, og at tær ákærir, sum teir hava hótt Lykketoft við, tær sleppa teir eisini. Við øðrum orðum nú leggja teir lok á. Orsøkin er tann einfalda, at nú stjórnarábyrgdin nærkast, so eru teir bangnir fyri, at teirra egni leiklutur eisini verður avdúkaður. Málið var hent í andstøðu at rumbla við, men nú teir kunnu gera nakað við tað, nú verður lok lagt á.

Men lat tað vera sagt, at Javnaðarflokkurin ikki steðgar á nú. Vit vilja hava alt fram, eisini leiklutin hjá Lykketoft, Nyrup og øðrum ráðharrum. Her skal einki fjalast.Og ein javnaðarrødd á Fólkatingi vil stríðast fyri hesum, og vit stingu ikki upp fyri nøkrum hvørki á vintra- ella høgravongi.

Eitt annað stórt vandamál við hesum valinum er, at ein borgarlig stjórn, stuðlað av tveimum borgarligum umboðum úr Føroyum, vil, áðrenn vit onnur varnast, leggja ítøkiligar ætlanir um privatiasering av Føroya Banka. Hesin er í løtuni fólksins ogn, men sambands- og fólkafloksmenn vilja sum skjótast, at henda okkara felags ogn aftur verður latin teimum fáu útvaldu. Og fyri hesum fáa teir sjálvsagt undirtøku frá einari borgarligari stjórn í Danmark. Tess meira neyðugt er tað, at Javnaðarflokkurin sum verji av fólksins ognum, fær umboðan í Fólkatinginum.

Javnaðarflokkurin fer, sum áður er fráboðað, at standa óheftir og fríir. Vit hava gjørt bart við danska Socialdemokratiið.

Góðu føroyingar. Latið eina bersøgna og erliga rødd aftur fáa orðið á Christiansborg. Henda røddin finst bert í Javnaðarflokkinum.