Yrkistilvera
Hóskvøldið komu so fótbóltstíðindini, sum hava upptikið stóran part av føroyska fótbóltsprátinum seinastu vikuna ella so. Brøndby og HB eru komin ásamt um leiguavtalu um Jón Róa Jacobsen, og nú er so alt riggað til, soleiðis at eitt nýtt føroyskt superliga-ævintýr kann byrja, mest sum samstundis sum eitt annað tykist enda.
- Enn er undirskriftin ikki komin upp á pláss, men tað er so tað einasta, sum manglar. Míni viðurskifti við Brøndby eru longu avgreidd, so seinastu tíðina havi eg bert bíðað eftir, at feløgini skuldu semjast um teirra viðurskifti, segði ein fegin Jón Rói Jacobsen, tá vit hóskvøldið fingu orðið á hann.
Drúgv bíðitíð
Og leikarin sjálvur viðgongur nú eisini, at talan hevur verið um sera drúgva bíðitíð fyri sítt viðkomandi.
Stutt fyri ársskiftið var hann nakrar vikur í Brøndby, og longu tá stóð sáttmálin honum í boði.
- Ja, tað er einki at ivast í. Hetta hava helst verið longstu vikurnar í lívinum. Ikki minst tá tað um jóltíðir var líkt til, at steðgur kom í málið, tí hetta hevur jú alla tíðina verið tað, sum eg havi ynskt.
Spurdur, um hetta eisini hevur viðført, at hann onkun tíð hevur havt hug at missa mótið, ella møguliga at leita eftir øðrum møguleikum, sigur hann, at tað hevur hann tó ikki.
- Eg havi alla tíðina trúð upp á møguleikan, og tí havi eg roynt at verið tolin. Hetta eru jú ikki ting, sum verða avgjørd her og nú. Tað tekur sína tíð, og hóast tað kann kennast møðsamt soleiðis at bíða, so vísti tað seg í øllum førum at loysa seg.
Verjuleikari
Tað var danska Ekstra-Blaðið, sum fyri viku síðani bar boðini um, at nú vóru HB og Brøndby um at gera semju viðvíkjandi Jón Róa. Hetta hendi um sama mundið, sum Peter Madsen varð útleigaður, og í donsku bløðunum varð gitt, at Jón Rói skuldi koma beinleiðis inn á álopsplássið hjá hesum.
Í HB hevur Jón Rói jú fyri tað nógva verið álopsmaður, meðan talan á landsliðnum hinvegin hevur verið um pláss í miðverjuni. Og sjálvur ivast Jón Rói ikki í, at tað er sum verjuleikari, at hann nú er komin til felagið.
- Tað gangi eg so bara útfrá. Ta tíðina eg vandi við teimum og spældi á eykaliðnum, var tað so alla tíðina sum verjuleikari. At Ekstra-Blaðið skrivar meg í álopið, má so standa fyri teirra egnu rokning.
Hart arbeiði
Sum sagt, so skuldi Jón Rói vera við fríggjadagsflogfarinum til Danmarkar, har sáttmálaundirskrivingin skuldi fara fram. Síðani verður farið mest sum beina leið til Turkalands, har Brøndby fer á venjingarlegu, og so er bara eftir at sannføra Michael Laudrup um, at føroyingurin er rætti maðurin at seta á liðið.
Spurdur, hvørt hann hevur fingið nakra ábending um, at hann skal beinleiðis inn í superliguhópin, sigur Jón Rói, at tað hevur hann ikki.
- Tað verður hart arbeiði. Tað ivist eg ikki í, men hinvegin ivist eg heldur ikki í, at við neyðuga hepninum er tað eitt mál, sum er gjørligt at røkka, og tað er so tað, sum eg fari eftir.
Seinasti ? og fyri nógv tann mest forvitnisligi ? spurningurin, sum vit settu Jón Róa, áðrenn vit ynsktu honum góða eydnu á ferðini, var sjálvandi tann um fíggjarliga partin av avtaluni. Er talan um eina avtalu, sum í einum ger føroyska unglingin til millióning?
- Nei. Tað er tað so ikki. Ein slík leiguavtala er so ikki tað, sum nakar verður ríkur av. Eg fái tó so mikið, at eg klári meg, og so má eg bara vóna, at eg standi meg somikið væl, at eg kann fáa ein ordiligan sáttmála í summar.