LOKSINS varð lokið lyft av tí spruttkókandi bankakanningargrýtuni. Lukkutíð, tí bíðitíðin var um at forpesta nærum alt føroyskt-danskt samskifti umframt alt tað politiska lívið her á landi, har álit varð avloyst av misáliti og virðing avloyst av vanvirðing.
NÚ hava vit so fingið eina drúgva frágreiðing, har - um ikki alt kemur fram í dagsins ljós - so tó so mikið, at nógv av tí øsing, sum hevur verið móti føroyingum í longri tíð, nú er gjørd til einkis. At tað so smátt eisini ber til at siga, hvør og hvat er gjørt skeivt í øllum hesum málinum, er sum balsam, tí tað hevði ikki verið haldbart at skula liva víðari í allari óvissuni.
FØROYINGAR og Føroyar hava fingið uppreisn, og tað er gott. Harvið er ikki sagt, at vit ikki eisini sjálvi eiga at taka í egnan barm, tí vit eru so sanniliga heldur ikki plettfrí. Men sum heild eru tað vit, sum eru vorðin fríkend fyri fleiri av teimum ákærum, sum ávísir danskir politikarar, bankafólk og embætismenn hava hildið lív í. Og tú byrjar so smátt at kunna flikka saman eina mynd úr tí sera stóra og fløkta puslispæli, sum alt hetta málið hevur verið og framvegis er.
Í okkara hugaheimi eru tað arrogantir danskir embætismenn, bankafólk og politiskarar væl stuðlað av ávísum lítiðvitandi og sensatiónshungrandi miðlafólki, sum eru ein høvuðsatvoldin til alla hesa ólukku. Júst orðið arroganca dekkar hetta so væl, tí hesi betrivitandi og sjálvupptiknu fólk hava ongantíð sett teir røttu spurningarnar og hava heldur ongantíð víst nakra sum helst virðing fyri føroyingum ella føroyska samfelagnum. Vit sóu, hvussu ávís fjølmiðlafólk tustu til Føroya fyrst í 90-unum eftir at bæði fíggjarmálaráðharri og aðrir danskir politikarar høvdu øst tey upp. ?Disse uanstændige færinger og deres kollosale overforbrug? var niðurlagið, tá vit føroyingar vórðu niðurgjørdir í feitum forsíðuyvirskriftum um eitt nú tunnilsgalskap okkara. Ja sum besta dømi um okkara galskap var tunnilin millum Havnina og Kollafjørð brúkt. ?For at spare fem minutters kørsel har de færøske nisssehuer og bjerggeder lavet en ny tunnel, hvor de i forvejen havde en fin vej?.
NETTUP henda tunnilssøgan sigur alt um donsku arrogancuna. Eingin tímdi at kunna seg um veruligu viðurskiftini, hvørki Lykketoft ella K. Jacobsen ella Ekstrablaðið. Øll róptu og geylaður tey við ein mun, hvussu ørar íløgurnar vóru í Føroyum. Ikki ein spurningur um, hví Oyggjarvegurin mátti hava ein avloysara. Einki við at skilja, at her var talan um eittoyggjaland og eitt oyggjafólk, at tað var neyðugt við íløgum í eitt nú tunlar fyri at liva upp til krøvini, sum eitthvørt nútíðarsamfelag setir til trygdina og til framburð.
OG hvat við R. Mikkelsen og Benjaminsen! Vit minnast, hvussu tann eini rósti hinum í SVF-sendingini, at tað var nærum vamlisligt at síggja og hoyra. Hesir somu menn, sum tóku sær æruna fyri at hava bjargað Føroyum, verða nú avdúkaðir sum teir veruligu skurkarnir. Tá alt kemur til alt, so er talan um eina arrogansu væl stuðlað av niðurgering og undirmeting av einum heilum fólki. Vit minnast, hvussu mest týðandi maðurin í øllum hesum, R. Mikkelsen, bar seg at sum tann alvitandi, ið ikki hevði fyri neyðugi hvørki at tosa við føroyingar, eiheldur at kunna føroyingar um nakað sum helst. Latið hetta vera eina farna tíð. Latið okkum fáa hesa kanning frá hondini við at lata øll tey, sum so ella so hava borið seg skeivt at, fáa tað at vita. Latið okkum so royna at byggja upp aftur tað álit, sum fór í øllum hesum meldrinum. Vit hava øll brúk fyri hvør øðrum. Og lat okkkum tí ikki gloyma at virða hvør annan sum sjálvan seg. Vónandi hava bæði danir og vit sjálvi lært av hesum, soleiðis at vit kunnu stevna inn í eina nýggja øld við nýggjum hugburði, har álit og virðing aftur verða sett í hásæti. Samanumtikið hava bæði danir og føroyingar vunnið. Kanningin hevur reinsað luftina millum hesi bæði fólk, og tað var kanska tða besta hon kundi gera. Restin eigur nú at koma av sær sjálvum.