einstáttaðan politikk. Vit mistóku okkum, og tað hevur kostað, og um ikki broyting kemur, so verður hetta mistakið at kosta meira. Men nú styttist um endan, tí eitt val skal verða nakað skjótt, og helst kemur [...] Tí var tað, at eg til fundin í Klaksvík mælti til at víðka um stjórnina soleiðis, at fakrørslan fekk tvey umboð, sum tey sjálvi settu fram. Hetta má gerast her og nú. Tað at fakrørslulimir hava roynt [...] verið av tí góða. Tey verja betur vunnin rættindi á teirra egna øki, og hava tey so umboð í teimum politisku flokkunum, so eru betri møguleikar at verja og vinna rættindi hjá arbeiðs- og fiskimannafjøldini
hava teir ráð til. So mikið vita vit. Og møguliga fara teir eisini veita eina frægari tænastu, enn ta verandi. So uttan mun til hvat annars hendir, so gerst kundin vinnari. Vit mugu so bara vóna, at kundin [...] gerast veitari av bæði fastnet- og fartelefontænastum. Koma fram í apríl Fastnettænastur, so sum vanligt telefoni og internet, ætlar Alnót at bjóða fram við at leiga seg inn á kervið hjá Føroya Tele. Hinvegin [...] nd, og einaferð í summar verður latið upp fyri GSM tænastum um egið kervi. Restin av ætlanini, so sum hvat slag av tænastum talan verður um og til hvønn prís, verður hildin tætt inn at kroppinum, tí teir
vísir hon á. Jú, Hotel Hafnia skal gerast enn meira professionelt, er hon sannførd um. Men so skulu ávís viðurskifti rundan um hotellið eisini betrast, tekur Martin aftur í aftur. Eitt nú eru parkeringsvið [...] sum verið hevur um at selja Hotel Hafnia, smílast tey bara og vísa á, at nú hevur eitt eitt nýtt Restorff ættarlið latið seg avmyndað uttan fyri hotellið, og so kunnu fólk sjálv meta um, hvat tað merkir [...] Rósa Maria frá. Jú, ætlaninar eru har, ásanna tey, hóast tey ikki vilja leggja nakað alment fram enn. Men so mikið siga tey kortini, at vit skilja, at Hotel Hafnia eftir teirra ætlan skal vera besta hotellið
eingin treyt at fólk skulu duga at syngja so ella so, men umráðandi er heldur, at fólk tíma og dáma at syngja, greiða tey frá. Í summar ætla tey sær at fara út um landoddarnar við kórinum. Leiðin gongur [...] krónur inn við einum líknandi tiltaki. - Høvdu vit klárað at fingið tað sama, so hevði ikki verið so galið, eru tey fýra samd um. Seinni í vetur og í vár ætla tey sær at skipa fyri fleiri øðrum tiltøkum fyri [...] hóast konsertirnar eru ein partur av virkseminum hjá ungdómskórinum, so eru tær kortini ikki týdningarmiklasti parturin, eru tey fýra samd um. - Vit eru eitt ungdómskór, men vit vilja eisini royna at skapa
reisast upp, so teir kunnu halda einum tjaldi, sum hongur yvir torgið. Ætlanin er so, at torgið kann brúkast til ymisk endamál. Men ferðsla skal ganga ígjøgnum økið so ella so. Hon kann ganga fram við Miðlahúsinum [...] ella sum nú, fram við húsunum undir Bryggjubakka og bryggjukantinum. Ætlanin er, at koyribreytin tvørtur um torgið skal kunna flytast eftir tørvi. Og so skal ein skoytibreyt kunna vera har um veturin. Tað [...] vegarbeiði, so sæst tað alt fyri eitt á umsetninginum. Og fleiri søgdu seg nú vóna at fáa nakað burtur úr jólasøluni, nú korona hevði kostað teimum so nógv. Tá tey so fingu hesa ætlanina at vita, so vóru tey
áðrenn hesin verður settur í verk. Til komandi 2. viðgerð av uppskotinum um lóg um semingsstovn, fer Framsókn at leggja fram eitt broytingaruppskot, sum tekur hendan partin burtur. Verður broytingaruppskotið [...] minkar um ta ábyrgd, sum partarnir í framtíðini eiga at hava mótvegis arbeiðsmarknaðinum. Ein slík atgerð kann ikki sameinast við liberalu virðir floksins. Í Framsókn eru vit samd um, at ein lóg um seming [...] umsita arbeiðsmarknaðin við ábyrgd. Uppskotið um avmarking í verkfallsrættinum er ein púra óneyðug provokatión. Eitt er at uppskotið er eitt týðiligt tekin um vantandi virðing fyri, at partarnir á arbei
ni, men at tað so afturfyri verður dýrari hjá øðrum og serliga hjá útlendingum. Hann nevnir sum dømi, at vágafólk og norðoyingar skulu rinda kanska eitt ársgjald upp á 200 krónur og so koyra tey sum tey [...] undirsjóvartunlarnir skulu fáa somu lagnu, sum restin av vegakervinum, har tað manglar viðlíkahald, so tað munar. Men hann sigur, at samferðslupakkin verður tikin upp aftur í heyst og tá fara nakrar broytingar [...] tey vilja. Men aftur fyri skulu so onnur, sum hava ørindini í Vágum og í Norðoyggjum, rinda ein hægri prís – og tað skulu útlendingar, og leigubilar, eisini. – Soleiðis kann tað fíggjast við at vágafólk
avgreiðast, so har hava vit eina ábrygd. Men eg haldi, at tað eisasta rætta er, at Føroya fólk sleppur at tala, tí tað er hent so nógv síðani seinasta val, sum fólk eiga at sleppa at taka støðu til: So fyri mær [...] at nakar hevur áhuga í at hetta heldur fram, uttan tey, sum sita og tvíhalda um valdið í løtuni. Høgni Hoydal sigur, at løgmaður hevur ikki biðið Tjóðveldi um samráðingar. – Men vit skulu minnast til [...] har fólk hava ávirkan, hevur fungerað undir hesi samgonguni. Og um hann veruliga vildi tað, so kundi hann havt samráðst við andstøðuna um okkurt, men tað hevur hann ikki gjørt. Teir hava sitið sum hesir
tríggir siga eisini, at Ternan er nógv meira órólig í sjónum enn Dúgvan. ? Um nakað positivt skal takast fram um við Ternuni, so er tað innkrevjingin, tí har ganga teir runt, siga teir tríggir skemtandi [...] studentaskúlan í Hoydølum: ? Eg haldi so avgjørt, at Dúgvan er tað betra skipið til hesa farleiðina. Ternan er ikki egnað, tí har eru so fá sitipláss. Tað er meira enn so komið fyri, at eg havi staðið túrin [...] Óluva. ? Tá okkurt óvæntað er, um ein skúlaflokkur skal yvirum, so merkist tað beinanvegin umborð á Ternuni, sigur Óluva, sum ikki heldur tað vera rímuligt, at tænastustøðið um Leirvíksfjørð versnar. Hon heldur
ni er tann sami okkara megin markið, so sær tað ikki so galið út. Tað fáa vit so vónandi staðfest eftir 2009, tá tað væntandi fara boringar fram í okkara øki í sambandi við 2. rundu. Samstarv við bretar [...] krónur, blaðm.) Vit hava biðið um samstarv við DTI, soleiðis at vit kunnu verða vegleiddir, um so er, at vit raka við olju ella gass í rakstrarverdugum nøgdum. So tað liggja nakrir stórir spurningar fyri framman [...] rakar við ella ikki. So tað vil altíð vera eitt positivt yvirraskilsi, tá tað verður, men neyvan verða øll annað enn glað um so verður. Latið nú BP og hini feløgini gera seg liðug, so vit fáa eitt úrslit