Vit vilja hava Dúgvuna

Sosialurin var umborð á Dúgvuni ein dagin og tosaði við fólk, sum nýta hesa farleiðina so gott sum hvønn dag. Tey eru øll á einum máli um, at Dúgvan er tað betra skipið til Leirvíksfjarðarleiðina

Óluva Klettskarð, lærari við studentaskúlan í Hoydølum:

? Eg haldi so avgjørt, at Dúgvan er tað betra skipið til hesa farleiðina. Ternan er ikki egnað, tí har eru so fá sitipláss. Tað er meira enn so komið fyri, at eg havi staðið túrin yvirum, sigur Óluva Klettskarð, sum hevur ferðast ímillum í góð fýra ár. Hon sigur somuleiðis, at Dúgvan er nógv sjóbetur enn Ternan.
? Ternan rullar illa, og tað er nógvur gangur umborð. Harafturat er trongt á bildekkinum. Tað er blivið munandi betur umborð á Dúgvuni, men tað er sera trongt umborð á Ternuni, sigur Óluva.
? Tá okkurt óvæntað er, um ein skúlaflokkur skal yvirum, so merkist tað beinanvegin umborð á Ternuni, sigur Óluva, sum ikki heldur tað vera rímuligt, at tænastustøðið um Leirvíksfjørð versnar.
Hon heldur ikki, at ein bara kann lasta Strandferðsluni fyri hetta.
? Politikararnir hava eisini ábyrgd yvir fyri hesum, heldur Óluva Klettskarð.



Jacob Meinhard Sólbjørg, fólkaskúlalærari í Klaksvík:

? Mær dámdi sera væl Ternuna í byrjanini, men tá so Dúgvan kom, og eg hevði ferðast við henni í eina tíð, so helt eg, at hon er tað betra skipið til ferðafólkini, sigur Jacob Meinhard Sólbjørg, sum hevur ferðast aftur og fram í yvir 20 ár.
Hann heldur eisini, at Ternan er verri fyri fólk, sum hava eitt hvørt brek.
? Trappurnar eru nógv betur at koma upp ígjøgnum umborð á Dúgvuni, og harafturat eru øll ferðafólkini á somu hædd. Tað er so ræðuliga skjótt, at tað verður ov fult í erva í Ternuni og í neðra er so nógvur gangur, sigur Jacob Meinhard, sum heldur, at tað verður ein vanlukka fyri ferðsluna, um Dúgvan verður løgd.
? Ternan megnar ikki at nøkta tørvin, og eg haldi so avgjørt, at tíðin er farin frá Sam, sigur Jacob Meinhard Sólbjørg.



Christian, Benjamin og Snorri, skúlanæmingar á Kambsdali:

? Vit vilja so nógv heldur hava Dúgvuna, siga teir tríggir, sum ferðast dagliga um Leirvíksfjørð.
Teir siga, at nú hava teir siglt við Ternuni í eina tíð, tí hon sigldi fyri Dúgvuna í eitt tíðarskeið herfyri.
? Ternan fyllist við fólki beinanvegin, og salongin í neðra er onki at reypa av. Har er so nógvur gangur, siga teir.
? Eg havi ongantíð havt nakað í móti Ternuni, men tá hon røkti siglingina herfyri, sá eg, hvussu nógv verri umstøðurnar fyri ferðafólkini eru har umborð í mun til Dúgvuna, sigur Snorri.
Teir tríggir siga eisini, at Ternan er nógv meira órólig í sjónum enn Dúgvan.
? Um nakað positivt skal takast fram um við Ternuni, so er tað innkrevjingin, tí har ganga teir runt, siga teir tríggir skemtandi.