Vit vilja vera best

Nýtt ættarlið hevur tikið við á Hotel Hafnia. Tey bæði ungu fólkini, sum í framtíðini fara at stjórna hotellinum, vilja gera tað enn betri, enn tað er, og vilja hava leiðandi hotellið í landinum, siga tey

Hotelvinna

Tórshavn: Hotel Hafnia skal gerast enn betri, enn tað longu er, siga nýggju leiðararnir á hotellinum, sum fara at reka gamla familjuhotellið í høvuðsstaðnum í framtíðini.
Tey ivast ikki í, hvat tey vilja, hesi bæði ungu fólkini, vit hitta inni í loungini á Hotel Hafnia hendan morgunin. Martin Wilhelm Restorff og Rósa Maria Restorff Brodersen eru ávikavist 26 og 27 ára gomul. Tey eru systkinabørn. Fedrarnir eru teir báðir Johan og M.C., sum eru ímyndin av Hotel Hafnia í dag. Men nú fer tann myndin ivaleyst eisini at broytast, tí tey bæði, Martin og Rósa Maria fara at taka við, sum frálíður.
?Vit eru sett í starv hjá Hotel Hafnia, greiðir Martin Restorff frá. Rósa Maria er inspektørur, meðan eg eri juniorstjóri, sigur hann. Tað vil siga, at mín uppgáva verður at hava dagliga raksturin um hendur, meðan Rósa Maria fer at hava við fólkið at gera. Bæði starvsfólkið og ikki minst gestirnar.
Tey eru bæði útbúgvin í vinnuni. Hava verið í Danmark, har Rósa Maria er vorðin »receptionistur« og tænari, meðan Martin er útlærdur tænari.
?Vit eru ikki bara fødd inn í hetta yrkið. Men eisini uppvaksin í tí, og okkum báðum dámar tað eisini, so vit fara undir hesa avbjóðingina við góðum vónum, nógvum ætlanum og fastari trúgv uppá, at tað fer at bera til, greiðir Rósa Maria frá.
Jú, ætlaninar eru har, ásanna tey, hóast tey ikki vilja leggja nakað alment fram enn. Men so mikið siga tey kortini, at vit skilja, at Hotel Hafnia eftir teirra ætlan skal vera besta hotellið í landinum. Tí ivast tey ikki í.
?Vit skulu hava ein meira altjóða hugburð innførdan, sigur Rósa Maria. Vit eiga at kenna tað sum ein sjálvfylgju, at tað er, meðan gesturin er her, at vit skulu geva honum tað, hann biður um. Tað ber ikki til at bíða við nøkrum til í morgin, sum føroyingar hava havt alt ov nógv lyndi til, tí tá er hann longu farin avstað aftur, vísir hon á. Jú, Hotel Hafnia skal gerast enn meira professionelt, er hon sannførd um.
Men so skulu ávís viðurskifti rundan um hotellið eisini betrast, tekur Martin aftur í aftur. Eitt nú eru parkeringsviðurskiftini í býnum út av lagi vánalig. Og tí missir hotellið beinleiðis inntøku av, vísir hann á.
?Tað er meira enn so komið fyri, at fundir og onnur tiltøk, sum kundu verðið hildin á Hotel Hafnia, eru flutt aðrastaðni, tí fólk ikki sleppa av við bilarnar í námind. Og tað ber ikki til. Vit hava tosað við avvarðandi mynduleika um tað, so nú fáa vit at síggja, hvat fer at henda.
Hóast tey vita, at tey fara at taka við leiðsluni á hotellinum sum frálíður, siga tey bæði sum við ein munn, at enn eru tey ikki einsamøll. Teir báðir »gomlu« eru framvegis í gongd við fullari styrki, og tað er gott, siga tey.
?Tí saktans hava vit okkara hugskot og ætlanir, men tær verða framvegis viðgjørdar saman við teimum. Teirra ráð eru ómetaliga virðismikil, og teimum fara vit sjálvandi eisini at lurta eftir, leggja tey dent á.
Men at ættarliðsskifti nú er í vón á Hotel Hafnia fer at gera, at nú fara teir báðir brøðurnir ivaleyst at verða minni at síggja á hotellinum klokkan níggju á kvøldi og soleiðis, heldur Rósa Maria. Kanska verður tað meira tíð til at hyggja at Degi og Viku saman við familjuni og okkurt sovorðið, heldur hon.
?Nú verða tað meira vit, sum skulu vera á staðnum.
?Hóast vit eru samd um, at nýggja tíðin natúrliga eisini fer at hava nýggj ting við sær á hotellinum, er einki, sum talar fyri, at vit í framtíðini fara at hava eitt nú náttklubba á Hotel Hafnia, sigur Martin Restorff. Hotellið verður tað, sum tað er kent fyri, men batar kunnu altíð gerast kortini, vísir hann á.
Tá vit koma inn á tosið, sum verið hevur um at selja Hotel Hafnia, smílast tey bara og vísa á, at nú hevur eitt eitt nýtt Restorff ættarlið latið seg avmyndað uttan fyri hotellið, og so kunnu fólk sjálv meta um, hvat tað merkir, halda tey.