Vit vilja ikki frásiga okkum møguleikan at taka bummgjøld frá teimum, sum koyra. Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, sigur, at tað er orsøkin til, at samferðslupakkin er sleptur.
Les meiri her: Eingin ókeypis koyring ígjøgnum undirsjóvartunlar
Erhard Joensen sigur, at tey vilja ikki, at undirsjóvartunlarnir skulu fáa somu lagnu, sum restin av vegakervinum, har tað manglar viðlíkahald, so tað munar.
Men hann sigur, at samferðslupakkin verður tikin upp aftur í heyst og tá fara nakrar broytingar at henda. Hann sigur, at ein máti er at vit fáa eina heilt nýggja prísskipan, har tað verður bíligari hjá teimum lokalu at koyra ígjøgnum tunlarnar, og sigla við Strandferðsluni, men at tað so afturfyri verður dýrari hjá øðrum og serliga hjá útlendingum.
Hann nevnir sum dømi, at vágafólk og norðoyingar skulu rinda kanska eitt ársgjald upp á 200 krónur og so koyra tey sum tey vilja. Men aftur fyri skulu so onnur, sum hava ørindini í Vágum og í Norðoyggjum, rinda ein hægri prís – og tað skulu útlendingar, og leigubilar, eisini.
– Soleiðis kann tað fíggjast við at vágafólk og norðoyingar, sum rinda lítið frammanundan, fara at rinda upp aftur minni, sigur Erhard Joensen. Og hann heldur, at vit skulu kanna tann møguleikan, tí hann heldur, at meiriluti fæst fyri eini slíkari skipan. Tí vilja tey ikki loypa fram nú og gera nakað, har tað ikki vendist aftur.
– Verða bummgjøldini tikin av, verður tað ókeypis hjá øllum at koyra, eisini hjá útlendingum og tað haldi eg ikki er rættvíst, sigur hann. Tað koma hundraðtúsundtals ferðafólk til Føroya um árið, og tey slíta eisini vegirnar, og tað eiga tey at rinda fyri, sigur formaðurin í fíggjarnevndini.
Hann sigur, at tað kann gerast við at øll fáa eitt borgarakort, sum gevur teimum bíligari ferðaseðlar og sostatt kann ein sama slag skipan verða sett í verk fyri suðuroyingar og útoyggjafólk, leggur hann afturat.
– Tað er ikki klókt at seta eina skipan í gildið, sum 90 prosent av føroyingum eru ímóti, sigur hann. Her sipar hann til kanningina, vit hava almannakunngjørt, og sum vísir, hvat føroyingar halda um bummgjøld – eisini vágafólk og norðoyingar.
Les meiri her: Føroyingar vilja ikki av við bummgjaldið











