Áttanda tapið á rað hjá Fredericia í superliguni

Mattias H. Lamhauge hevði væl av bjargingum, men kundi ikki forða fyri stórtapi í Forum

Mynd: Ritzau Scanpix

Føroyski landsliðsmálverjin, Matthias H. Lamhauge og liðfelagarnir í FC Fredericia eru í tungum sjógvi í donsku superliguni. 

 

Í dag tapti Fredericia áttanda dystin á rað í bestu donsku fótbóltsdeildini. Í dag gjørdist talan um stórtap 0-5 fyri FC Nordsjællandi á Right to Dream leikvøllinum í Farum. 

 

Tá bert 17 minuttir vóru leiktir var Nordsjælland frammanfyri 2-0. Seinastu 18 minuttirnar skoraði heimaliðið tríggjar ferðir. 

 

Meðan Fredericia ikki hevði eina roynd innanfyri málrammurnar hjá, so hevði FC Nordsjælland 12 royndir innanfyri málrammurnar hjá Fredericia.

 

Sofascore hevur Mattias sum besta leikaran hjá Fredericia. Sofascore gevur Mattiasi karakterin 7 (av 10 møguligum). Sambært Flashscore/Soccerstand hevði Mattias sjey bjargingar, men hann kundi ikki forða fyri stórtapinum. Sambært Fredericia Dagblad vóru nakrar av bjargingunum hjá Mattiasi framúr flottar bjargingar. 

 

Frá Soccerstand/Flashscore fær Mattias triðbesta karakterin av øllum leikarunum hjá Fredericia. Mattias fær 6,5 (av 10 møguligum). Miðalkarakterurin er 6,1. 

 

Fredericia er næstaftast í deildini við 11 stigum. Teir eru eitt stig frammanfyri Vejle. Fredericia hevur seks stig upp til Randers á tíggjunda plássinum. 

 

Mánakvøldið 1. desember klokkan 18 hevur Fredericia aftur torføra uppgávu á útivølli. Tá spælir Fredericia dyst móti Brøndby, ið er triðfremst í deildini við 31 stigum.

 

Seinasti dysturin undan vetrarsteðginum verður á Monjasa leikvøllinum í Fredericia, fríggjakvøldið 5. desember klokkan 18. Tá kemur OB á vitjan. 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix