Vit vilja sjálvi skapa okkara ungdómsmentan

Hvørt mikukvøld hittast útvið 70 tannáringar í hølunum hjá KFUM í Havn, at syngja og hava tað stuttligt saman. Saman kalla tey seg Sound of Glory , og Í summar skulu tey vera við á stórari stevnu í Prag

Í summar skal kórið Sound of Glory taka lut á stórari stevnu fyri ung við tilknýti til KFUM-K felagsskapir úr øllum Evropa. Talan er um eitt sonevnt Ten Sing kór, har luttakararnir hittast fyri at syngja, men har dentur harumframt verður lagdur á at hava tað stuttligt og hugnaligt saman á kristnum grundarlag.
- Eg vil ikki kalla okkum fyri eitt gospelkór, tí okkara skrá fevnir um fleiri sløg av tónleiki. Men vit virka innan kristnar rammur, og hava t.d. eina lítla andakt aftur við hvørjari venjing, greiðir Meinhard Arge Jensen frá. Sjálvur er hann kórleiðari hjá Sound of Glory, og Sosialurin hitti hann í hølunum hjá KFUM, saman við teimum trimum Duritu Dahl Andreassen, Malan Jensen og Beintu Haraldsen, ið allar eru við í kórinum.
Hetta slagið av kóri er væl kent, millum annað úr Norra, og tað var eisini haðani, at íblásturin kom til at stovna føroyska kórið fyri góðum trimum árum síðan, greiða tey frá. Í dag hevur Sound of Glory umleið 70 kórlimir í aldrinum 13-19 ár. Tey hava millum annað sungið í kirkjum og samkomum í høvuðsstaðnum, í Eysturoynni, í Klaksvík og í Suðuroynni, og eisini hava tey havt tvær konsertir í Norra. Eisini plaga tey at syngja til konfirmantaveitsluna í KFUM, og hetta plagar somuleiðis at vera eitt gott høvi at finna nýggjar limir til kórið.
- Tað er eingin treyt at fólk skulu duga at syngja so ella so, men umráðandi er heldur, at fólk tíma og dáma at syngja, greiða tey frá.
Í summar ætla tey sær at fara út um landoddarnar við kórinum. Leiðin gongur fyrst til Norra, og síðan til kekkiska høvuðsstaðin Prag, har tey skulu taka lut í stóra tiltakinum "YMCA Europe 2003", ið fer fram dagarnar 3.-9.august. YMCA er enska styttingin fyri KFUM. Hesar dagar hittast umleið 8000 fólk, ið hava sína gongd í KFUM felagsskapum kring alt Evropa, til eitt stórt tiltak, har dentur verður lagdur á konsertir, drama, kjakløtur, bíbliutímar o.a. Áðrenn tey fara til Prag skulu tey vitja eitt Ten Sing kór á Stavanger-leiðini í Norra, og har skal kórið eisini hava tvær konsertir.
Men hóast konsertirnar eru ein partur av virkseminum hjá ungdómskórinum, so eru tær kortini ikki týdningarmiklasti parturin, eru tey fýra samd um.
- Vit eru eitt ungdómskór, men vit vilja eisini royna at skapa okkum eina felags ungdómsmentan, har vit gera ymiskt saman, m.a. hava ymisk tiltøk saman, og vit leggja eisini stóran dent á gott samanhald, greiða tey frá.

60 fólk til Prag
Longu nú er greitt, at tey vera umleið 60 í tali, tá leiðin í summar gongur til Prag. Í hesum sambandi ætla tey sær at hava fleiri tiltøk fyri at savna inn pengar. Fyrsta tiltakið verður í dag, leygardagin, tá kórlimirnir fara at at savna fløskur í allari Havnini. Seinnapartin leygardagin, millum klokkan trý og fimm, ætla tey sær at ganga hús úr húsi í øllum høvuðsstaðnum og spyrja fólk, um tey hava tómar fløskur standandi, ið tey vilja lata kórinum.
- Vit hava onga hóming av, hvussu nógv hetta fer at geva, men hetta er so ein roynd, sigur Meinhard Arge Jensen, og greiðir frá royndunum hjá einum norskum kóri, ið tey kenna, sum fekk umleið 15.000 krónur inn við einum líknandi tiltaki.
- Høvdu vit klárað at fingið tað sama, so hevði ikki verið so galið, eru tey fýra samd um.
Seinni í vetur og í vár ætla tey sær at skipa fyri fleiri øðrum tiltøkum fyri at útvega pengar til ferðina.