Vit vilja halda tað vit lova

Hóast bæði 3. útbjóðing og dupultskattaavtala verða eitt sindur seinkað vegna valið, so rokni eg ikki við, at tað fer at skaða. Vit fara í hvussu er at halda tað vit lova sigur Bjarni Djurholm, oljumálaráðharri

-Vit hava sæð eitt størri fjølbroytni í føroyskari vinnu sum heild seinastu árini. Vit síggja at valutainntjeningin til samfelagið í størri mun kemur frá øðrum enn fiskivinnuni, sjálvt um fiskivinnnan stendur fyri tí nógv størsta partinum. Bæði innan ferðavinnuna, flutningsvinnuna og KT men ikki minst innan tænastur er stórur vøkstur, og her er tað ikki minst innan oljuvinnuna, at vit síggja nógva avleidda vinnu - at tað eru alt fleiri virki sum burturav ella lutvíst fáa sær inntøkur frá tí virksemi, sum er í oljuvinnuni, umframt at tú fær uppgradering av arbeiðsmegini, tú fær fólk við nýggjum útbúgvingum, og harvið fær tú eisini meiri fjølbroytni í tey, sum kunnu skapa nýggj og onnur virði í samfelagnum vísir landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm á. Hann heldur tí vit kunnu siga, at vit hava notið gott av tí, sum er farið fram farnu árini í leitingini eftir kolvetni á landgrunninum.

 

Halda orð

-Nú mistu vit bæði 3. útbjóðing og eina dupultskattaavtalu við Bretland á stokkinum, hesi eru vorðin útsett til eftir valið. Fer tað at skapa trupulleikar?

 

-Nu leggja vit stóran dent á at halda tað vit lova. Vit hava eina professionella umsiting í Jarðfeingi, vit hava eina dygga altjóða oljulóggávu, so tað í sær sjálvum er nakað, sum selur seg burtur í heimi, men vit leggja stóran dent á at halda tað vit hava fráboðað, og tí var tað spell, at 3. útbjóðingarumfar datt niðurfyri, tá avtornaði, men eg haldi ikki nakar skaði er hendur. Tað er nokk tað fyrsta málið, sum verður lagt fyri løgtingið, tá valið er av. Vit hava kanska mist nakrar mánaðir ella eitt hálvt ár, men tað trúgvi eg okkara samstarvsfelagar burturi í heimi fara at góðtaka, tí vit annars liva upp til forvæntningarnar teir hava til okkara.

 

Dupultskattaavtala

Tá tað snýr seg um dupultskattaavtaluna, so heldur landsstýrismaðurin ikki, at tað skapar teir stóru trupulleikarnar. Hon skal ratifiserast. -Sum eg skilji fer løgtingið at góðkenna hana so skjótt tað kemur saman aftur, so tað er bara spurningurin um nakrar mánaðir sigur Bjarni Djurholm og leggur aftrat:

 

-Vit leggja stóran dent á at vera ajour við tí vit arbeiða við, og at oljufeløg og onnur altíð vita, at tað vit gera altíð er gjørt á tryggum støði, og eg haldi vit kunnu rósa okkum av, at vit hava megnað ta uppgávuna rættiliga væl seinni árini.

 

Góð útlit

-Hvussu síggja útlitini út á oljuøkinum komandi árini?

 

-Eg haldi ikki tey eru so galin. Í sambandi við 2. útbjóðingarumfar vísa tað seg at vera møguleikar, nú man hevur rakt við kolvetni eystan fyri markið. Er tað so, at struktururin í undirgrundini er tann sami okkara megin markið, so sær tað ikki so galið út. Tað fáa vit so vónandi staðfest eftir 2009, tá tað væntandi fara boringar fram í okkara øki í sambandi við 2. rundu.

 

Samstarv við bretar

Bjarni Djurholm var í apríl í Bretlandi, har hann nýtti høvi at hitta umboð fyri DTI, sum er almenna umsitingin, ið hevur við oljuna at gera. –Tað vísir seg, at bretskir myndugleikar eru í einum dialogi við oljufeløgini um, hvussu teir kunnu menna infrastrukturin fyri at fáa gassið upp úr undirgrundini vestan fyri Hetland. Tað eru ómetaliga stórar upphæddir her er talan um. (40 milliardir krónur, blaðm.) Vit hava biðið um samstarv við DTI, soleiðis at vit kunnu verða vegleiddir, um so er, at vit raka við olju ella gass í rakstrarverdugum nøgdum. So tað liggja nakrir stórir spurningar fyri framman.

 

Stór ávirkan verður olja funnin

Landsstýrismaðurin undirstrikar, at okkara samfelag er so lítið, at bara tað vit síggja av avleiddari vinnu í dag uttan, at vit hava funnið kolveltni, vísir, at tað fer at fáa stóra ávirkan tann dagin vit raka við kolvetni. -So eg haldi vit skulu síggja bjart uppá framtíðina, men hetta er ein prosess. Tað tekur tíð og hendir ikki frá degi til dags. Tá vit raka við kolvetni ganga tað framvegis nøkur ár, áðrenn vit síggja olju ella gass tikið upp frá føroyska landgrunninum, men ávirkanin á vinnuna og ikki minst tænastuvinnuna, hon kemur næstan beinanvegin.

 

 

Williambrunnurin

-Nú verður Williambrunnurin so boraður á landgrunninum. Hava tit politikarar gjørt tykkum hvat, hvørja ávirkan tað kann fáa á samfelagið, um BP ger eitt veruliga stórt oljufund?

 

-Skuldi tað hent seg, at man rakar við olju av rakstrarverdugum nøgdum, so hava vit bæði á lóggávusíðuni og í aðrar mátar gjørt upp við okkum sjálvi, hvussu man ber seg at. Tað er so fyrst og fremst latið upp í hendurnar á teimum, sum standa fyri boringini. Her hugsi eg um tann tekiniska partin. Men tá kemur til meira langsiktaða ávirkan á samfelagið, hvat av pengum kemur til samfelagið og ávirkan bæði mentanarliga og sosialt, so vita vit, at vit eisini hava havt tað uppi at venda. Men at tað er nakað vit fara at viðgera meira neyvt, tá tíðin nærkast eini framleiðslu.

 

Tað er nú soleiðis, tá tú borar eftir olju, at tú antin rakar við ella ikki. So tað vil altíð vera eitt positivt yvirraskilsi, tá tað verður, men neyvan verða øll annað enn glað um so verður. Latið nú BP og hini feløgini gera seg liðug, so vit fáa eitt úrslit í februar.