Floksleiðslan mistók seg, tá okkara flokkur sleit tað samgongu, sum vit vóru partur av. Vit settu okkum uttan fyri ta politisku ávirkan. Tað løgtingsvali kom ikki, vit fingu eina sera borgarliga samgongu sum við stuðli frá Verkamannafylkingini hevur ført ein sera einstáttaðan politikk. Vit mistóku okkum, og tað hevur kostað, og um ikki broyting kemur, so verður hetta mistakið at kosta meira. Men nú styttist um endan, tí eitt val skal verða nakað skjótt, og helst kemur tað, áðrenn tíðin fyri hesari sætuni er útrunnin. Tí er tað rætt at halda fund og viðgera tey aktuellu málini. Flokkurin má og skal spæla út við, hvørjum politikki hann stendur fyri, og hvønn politikk hann fer at reka, um vit koma í samgongu. Higartil hevur floksins politikkur verið meir og minni tilvildarligur.
Viðurskiftini hjá okkara eldru, sum verandi samgonga sigur, at vit ikki hava ráð at gjalda til, sjálvt um tað sum tey fáa hava tey goldið ígjøgnum eitt langt lív, tað er eitt mál sum okkara flokkur má seta fremst á skránni. Ikki bara at vit skulu verja vunnin rættindi, men vit skulu framføra tað útgjald, sum okkara eldru fáa, við teim prísbroytingum, sum eru farnar fram, síðani P. M. Dam sáli framdi fólkapensiónina í 1959.
Hetta er eitt av teimum málum, sum vit eiga eins og politisku leiðarar okkara tá. Teir framdu og settu pensiónsviðurskiftini fremst á samráðingarlistan, og teir framdu tað. Vit skulu fylgja í teirra fótasporum og bøta um hesi viðurskifti, alt annað hevur minni týdning.
Tað, sum okkara undangongu fólk gjørdu, var at hava eitt forhold til fakrørsluna og at lurta eftir, hvat rørdist har. Vit hava ikki nóg væl dugað hetta. Tí var tað, at eg til fundin í Klaksvík mælti til at víðka um stjórnina soleiðis, at fakrørslan fekk tvey umboð, sum tey sjálvi settu fram. Hetta má gerast her og nú. Tað at fakrørslulimir hava roynt seg sum umboð á tí politiska økinum hevur ikki verið av tí góða. Tey verja betur vunnin rættindi á teirra egna øki, og hava tey so umboð í teimum politisku flokkunum, so eru betri møguleikar at verja og vinna rættindi hjá arbeiðs- og fiskimannafjøldini. Tí skulu tvey umboð veljast at vegleiða okkara floksumboð.
Høvuðsevnið á hesum eykalandsfundi er verjan av vunnum rættindum. Her verður hugsa um tann ágang, sum okkara eldru eru úti fyri við teimum ætlaðu broytingum í pensiónsskipan teirra. Verandi borgarliga samgongan brýtur niður tað sum stendur sum varðar um ábyrgdarfullar politikarar, og her skulu vit verja borg.
Pensiónsskipanin er ein av okkara glæsiligu varðum um rættan førdan politikk, og við øktari styrki fara vit at bøta um hesa skipan og framføra tað útgjald, sum okkara eldru skulu hava, til tað príslegu, sum vit hava í dag.
Verjan av vunnum rættindum hjá okkara eldru er boðskapurin frá Javnaðarflokkinum til føroya fólk.
Sverre Midjord