Vit vilja ikki vera eitt eksperiment hjá býráðnum

Á fundinum við vinnuna og handilslívið í miðbýnum í Havn í kvøld varð sagt, at skoytibreytin skuldi vera eitt eksperiment fyri at vita, hvussu vinnandi arkitektauppskotið um Vágsbotn kann fremjast.

Tað var arkitektafelagið Zeta, sum fyrr í ár vann kappingina. Og tað var teirra verkætlan, sum umsitingin hjá Tórshavnar býráð ætlaði at royna við at leggja skoytibreytina í Vágsbotni.

Sambært uppskotinum frá arkitektunum, so skal eitt slætt undirlag leggjast á torgið við flísum. Tað skal gerast so smart, at ein skoytubreyt er innbygd í torgið, og pelar eru, sum kunnu fellast niður í undirlagið. Teir kunnu so reisast upp, so teir kunnu halda einum tjaldi, sum hongur yvir torgið. Ætlanin er so, at torgið kann brúkast til ymisk endamál.

Men ferðsla skal ganga ígjøgnum økið so ella so. Hon kann ganga fram við Miðlahúsinum og handilinum hjá Reyða Krossi, hon kann ganga mitt í gjøgnum torgið, ella sum nú, fram við húsunum undir Bryggjubakka og bryggjukantinum.

Ætlanin er, at koyribreytin tvørtur um torgið skal kunna flytast eftir tørvi. Og so skal ein skoytibreyt kunna vera har um veturin.

Tað var hesa verkætlan, sum umsitingin ætlaði at royna. Tí er torgið ruddað. Nólsoyar Páll og lyktapelar burturbeindir.

Men tað sum tey ikki hava hugsað um, er at ferðslunevndin ikki loyvir bilferðslu fram við eini slíkari skoytubreyt.

Lesið eisini: Skoytibreytin verður IKKI í Vágsbotni kortini

Tað var helst eisini ein taktiskur brølari at halda hesa ætlan loyniliga, til býráðsvalið var farið afturum – og at býráðið ikki á nakran hátt hevur kunnað vinnuna – fólkið, sum hvønn dag virkar í býnum, har virksemið milllum annað er treytað av, at tað ber til at koyra við bili millum Skálatrøð og eystara partin av miðbýnum.

Fólk vóru milt sagt í øðini inn á avgerðina um at steingja fyri bilferðslu í Vágsbotni. Fleiri handilsfólk vístu á, at umsetningurin í handlunum er beinleiðis treytaður av, hvussu væl tað ber til at koma við bili.

Onkur vísti á, at tá vegir steingja vegna vegarbeiði, so sæst tað alt fyri eitt á umsetninginum. Og fleiri søgdu seg nú vóna at fáa nakað burtur úr jólasøluni, nú korona hevði kostað teimum so nógv. Tá tey so fingu hesa ætlanina at vita, so vóru tey fyri ongum. Tey skilja ikki, at Tórshavnar býráð soleiðis kann gera seg beinleiðis inn á handilslívið í Havn.

Ein handilsmaður segði tað soleiðis:

– Hví hava tit prøvað at stongt vegin til SMS í einar tveir-tríggjar mánaðir? Gjørdu tit tað, so hevði eingin tykkara arbeitt hjá kommununi, tit høvdu verið steðgaði við brestin! Hví leggja tit ikki skoytubreytina niðan á parkeringsøkið hjá SMS?

Vinnan í miðbýnum vil ikki vera eitt eksperiment hjá umsitingini á býráðnum. Tey hildu, at um tey vilja eksperimentera við hesum torginum, so skal tað í øllum førum ikki vera, meðan jólasølan stendur uppá. Tað kunnu tey gera um summarið sum tað minsta kravið.

Úrslitið var sum kunnugt, at Tórshavnar kommuna hevur bakkað og tekur alt burturaftur, so koyrandi aftur verður í Vágsbotni.

Umboðini fyri kommununa lovaðu vinnuni, at tey í framtíðini bæði skulu lurta, kunna og spyrja – nakað, sum tey als ikki hava gjørt higartil, sambært fundarluttakarunum.