verða flutt yvir á annað far, sum eigararnir hava í hyggju at fáa sær ístaðin fyri tað, sum nú er vrak. Sosialurin hevur tosað við eigaran, sum er uttanlands í løtuni og leitar eftir øðrum skipið. Hann sigur [...] Tryggingin hevur gjørt av, at Ægir verður ikki afturgjørdur. Eigarin er nú farin at hyggja at øðrum skipi. Útróðrarbáturin Ægir úr Havn fekk so stóran skaða, tá hann sigldi á Kirkjubønes nakað fyri jól, at
frá Símuni í Vátutoft, er frystaríið fingið í lagi aftur, og Ågot er farin út aftur á leiðirnar á Flemish Kap. Vónandi fer tað at gangast skipi og manning væl, nú teir fara at royna at fáa upp í skipið aftur [...] Teir hava verið inni í St. Pierre og landað 125 tons av avhøvdaðum toski, samstundis sum onkur eykalutur til frystaríið er komin við flogfari. - Vit høvdu trupulleikar við frystingini í einar fýra dagar. [...] einum eykaluti, sum kemur við flogfarinum seinni í dag. Um alt gongur væl, áttu vit at klárað ein fullan túr aftrat her yviri á Flemish Kap. Tað segði Símun í Vátutoft, sum er við Ågot, tá In.fo frætti le
gjørt verður, tá dagarnir eru uppi, verður neyðugt at finna út av, sum frálíður, sigur hann. Jógvan S fær ávísar avmarkingar í mun til Skørina, sum hevði loyvi at royna í klettin, sum tikið verður til [...] Partafelagið Nakkur í Klaksvík hevur keypt gomlu Ågot, sum hevur skift navn og fingið fiskiloyvini hjá línuskipinum Skørini og útróðrarbátinum Barinum. Skipið eitur nú Jógvan S. Jógvan S stendur í løtuni á sleipistøð [...] sleipistøð í Klaksíkk, har hann verður gjørdur klárur til fiskiskap undir Føroyum. Jógvan Lützen, reiðari, sigur, at skipið hevur ikki nokk av fiskidøgum til at klára seg við teimum báðum loyvunum, sum eru
Tað bleiv til fýra skuldsetingar í móti einum manni, tá løgreglan beint fyri midnátt máldi ein bil til at koyra ov skjótt á Kambsdali. Tað var ein maður í tríatiárunum, sum varð máldur til at koyra 115 [...] blóðroynd, sum skal prógva tað, sum víðari skal henda í málinum. Tá løgreglan eisini kannaði bilin, vísti tað seg, at hann hevði eina minni nøgd av rúsevnum uppi á sær. Maðurin verður tí skuldsettur fyri at koyra [...] hava rúsevni uppi á sær. Av øðrum uppgávum hjá løgregluni seinasta samdøgrið greiðir vaktleiðarin frá at tey hava kannað ferðamannaskip og bátar, sum koma til landið og ymsa smáuppgávur í ferðsluni, og
Løgeglan í Havn fekk í nátt fráboðan um eitt ferðsluóhapp uppi við Auto Service, har ein bilur var farin út av vegnum. Tá løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at bilførarin var drukkin, og hann er nú [...] tvær stevnur hava verið í Eysturoynni um vikuskiftið og onkur tiltøk aðrastaðni í landinum við, hevur løgreglan ikki fingið eina einastu uppgávu haðani. Tað einasta, sum var komið í bókina um stevnufólk,
varð upp í hetta bláa flogfarið, sum hálvanfimta tíma seinni skuldi seta meg av í Kario í Egyptalandi. Hesum søguríka býnum, sum so nógv er hoyrt og lisið um. Rutan er kunngjørd á arki, sum liggur í flogfarinum [...] høvdu hesi kríatúrini í mongum førum langt síðan verið avlívað her hjá okkum, ella eigarin í besta føri settur í geglið fyri djóramishandling. Men ivaleyst verður ikki gingið so nógv upp í djóravælferð á teimum [...] knappliga veruleiki. Tað eru bara nakrir tímar lidnir, síðan vit í Kastrup lufthavnini í Keypmannahavn vóru hjástødd, tá egyptiski sendiharrin í Danmark klipti snórin og á tann hátt staðfesti, at nýggja flogrutan
Óhappið í Leynatunlinum í gjár var ikki hent, um ávaringarskipanin virkaði. Landsverk hevur sett ávaringarskipanir upp við tunlarnar. Tað standa ljósfølarar uppi, og er ein bilur ov høgur, fer bummurin [...] ikki inn í tunnilin. Av ókendari orsøk virkaði skipanin í Leynatunlinum ikki, sigur politiið. Maðurin hevur helst ikki gáað eftir, at kranin á lastbilinum ikki varð lagdur niður. Kranin tók í og brotnaði [...] brotnaði, og av tí sama misti maðurin tamarhaldið á bilinum, sum rendi inn í veggin. Einki bendir á ov nógva ferð. Maðurin kleimdist inni í húsinum, og tað tók langa tíð at fáa hann leysan, tí bilurin mátti dragast
flýgur inn í signalið til bumminum, sigur Landsverk. Í sambandið við óhappið í Leynatunlinum fríggjakvøldið, hendi tað, at kranin á lastbilinum var ikki lagdur saman og tískil var hann alt ov høgt uppi. Sostatt [...] inn í tunnilsveggin. Landsverk sigur, at ávaringarskipanin í Leynatunlinum er sera viðkom og er ein liður í eini royndarverkætlan. Henda verkætlan hevur til endamáls at verja útgerðina, sum hongur í tu [...] akfari stingur ov høgt upp í loft, sigur Landsverk. - Skuldi skipanin gjørt hetta, hevði hon verið alt ov fíntfølandi og hevði tískil í tíð og ótíð sett bummin fyri vegin, eitt nú í grovum kavaælingi, ella
fyri vanlukkuna staðfestu eftirlitstólini í Houston, at hitin vaks í hjólrúminum undir vinstra vongi. Lítla løtu seinni sprongdist "Columbia" 65 kilometrar uppi yvir Texas. [...] sprongdist uppi yvir Texas tann 1. februar, kom fram, at eitt petti var dottið av ferjuni, tá hon varð skotin út sekstan dagar frammanundan, og at hetta kundi vera orsøkin til vanlukkuna. Leiðslan í rúmdar [...] skotin út, skrivaði trygdarverkfrøðingurin Robert Daugherty í einum teldubrævi til NASA. Sjálvur arbeiðir hann á rannsóknarstovninum hjá NASA í Virginia, men hann fekk einki svar úr Houston. Samstundis hava
komið í tann nógva kavan, ávarar Landsverk bilførarar um at vísa størsta varsemi. Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki í Norðurøkinum, sigur tað hava verið fleiri áarlop og skalvalop kring um í landinum [...] landinum – og onkustaðni er nógv grót uppi í eisini. Um midnáttarleitið leyp ein skalvur við tunnilsmunnan beint uttanfyri Árnafjarðartunnulin Klaksvíksmegin, og í morgun hava fleiri størri og minni áarlop [...] sigur, at tað er ein stórur hylur á landsvegnum í Norðragøtu og á Kunoyarvegnum eru einar 100 metrar av autoverju farin av áarlopinum. Hann sigur avfall í allan dag, so teir vita ikki, hvussu støðan verður