Ávegis til søguna

Á eini ferð til Egyptalands er eingin ivi um, at ein eigur at vitja pyramidurnar og helst eisini sigla eftir Nilánni. Hesar báða ímyndirnar av allari heimsins mentan yvirhøvur

Ferðafrásøgn

úr Egyptalandi


Barnadreymurin er gingin út. Har stendur pyramidan. Hesin stóri kolossurin av eini grótrúgvu, sum upp gjøgnum skúlaárini hevur fylt ein við undran og seinni alt fram eina tráðan eftir at síggja hetta undurverkið. Og nú er tað knappliga veruleiki.

Tað eru bara nakrir tímar lidnir, síðan vit í Kastrup lufthavnini í Keypmannahavn vóru hjástødd, tá egyptiski sendiharrin í Danmark klipti snórin og á tann hátt staðfesti, at nýggja flogrutan hjá Maersk Air millum Kastrup og Kairo var latin upp.

Tað var við stórum spenningi, at farið varð upp í hetta bláa flogfarið, sum hálvanfimta tíma seinni skuldi seta meg av í Kario í Egyptalandi. Hesum søguríka býnum, sum so nógv er hoyrt og lisið um.

Rutan er kunngjørd á arki, sum liggur í flogfarinum, og av tí, at eg havi fingið setur við vindeygað, er spennandi at vita, um nakar møguleiki verður at síggja Europa soleiðis úr erva á ferðini niður. Men so varð ikki. Skýggjað var allan vegin, líka til komið var at turkisku Miðjarðarhavsstrondini.

Men Miðjarðarhavið er sær sjálvum líkt og blinkar blátt og skyggjandi til mín her einar 11 km. uppi í luftini.

So alt í einum er Egyptaland undir okkum. Eitt grønt, sera væl velt land við einum silvurlittum, skyggandi bandi mitt tvørtur ígjøgnum. Onkur smávegis bugur á og onkrir armar, sum stinga út higar og hagar.

Hetta er Niláin. Lívgevandi æðrin hjá øllum hesum fólki, sum her býr. Í Egyptalandi búgva umleið 64 milliónir fólk. Og av teimum búgva 90% í Nildalinum og Ósanum.

Hendan søguríka áin, sum millum annað er beinleiðis orsøk til, at vit hava álmanakkan. Hon var tað, sum fekk gomlu egyptararnar at rokna út, hvussu long tíð var liðin, síðan seinasta vatnflóðin var, soleiðis at teir kundu vera til reiðar, tá tann næsta kom, gera nyttu av henni í veltunum.


Kairo

Fram við ánni breiðir seg ein býur, sum bara tykist at vaksa og vaksa. Brúnur og gráur. Keðiligur á liti. So knappliga ein grønur blettur. Tað er eitt ítróttarstadion. So eitt svimjistadion. Vit nærkast jørðini, nú vit fara at lenda um eina løtu. Og vit flúgva tætt yvir miðbýnum i Kairo. Jú, her eru nýtmótans háhús og handilsbygningar eru at síggja. Vit fara vestur um ánna, og býurin minkar aftur eitt sindur.

Og har, beint undir okkum liggja so pyramidurnar. Smáar og brúnar at síggja til á mentanarkantinum. Ein hvassur kantur. Markið millum býin og oyðimørkina, sum byrjar her og røkkur allan samlan vegin vestur til marokkansku Atlantshavsstrondina. Meira enn 1.001 dagar at ríða, siga beduinarnir.

Áðenn eg líkasum rættiliga havi hugsað tankan, er flogfarið vent inn yvir aftur býin, og vit lækka spakuliga niður móti flogvøllinum.

Eitt er at koma úr flogfarinum og gjøgnum øll tey eftirlit, ein altíð hoyrir um, skulu vera á slíkum støðum. Men ikki her heldur enn í Havana ella niðri í miðjum Afrika var nakar sum helst trupulleiki at koma út. Uttan fyri farstøðina bíðar nýmótans bussur við øllum, sum teir best útgjørdu europeiksku bussarnir hava í dag. Hann skal flyta okkum tvørtur um ánna og gjøgnum býin til Mena House beint undir pyramidunum, har vit skulu búgva.


Ruðulleiki

Við góðum treysti varð farið í bussin. Vit hava góða tíð, áðrenn vit fara í býin at hitta okkurt handilssamband hjá vertum okkara. Vit skulu bara koyra gjøgnum býin.

Mn tað vísti seg kortini at gerast ein túrur, sum bara varð ein tíma styttri, enn flogferðin allan vegin úr Danmark.

Kairo avdúkaði seg stutt sagt sum ein stóran ruðulleika, allur sum hann var, hendan seinnapartin. Tað var so at siga ikki framkomandi, og vit fingu ríkiligan møguleika at eygleiða gøtulívið í býnum á ferðini.

Koyrdu tveir tríggjar minuttir og stóðu so í bíðirøð einar fimm til tíggju. Soleiðis áhaldandi allan samlan vegin út til oyðimarkarkantin.

Men áhugavert var kortini at sita og eygleiða ferðsluna í hesum pottinum. Minnast skal til, at einar 16 milliónir fólk eru skrásett í Kairo. Men almenn hugsan er, at har búgva nógv fleiri. Og tey búgva allastaðni, har ein fermetur er tøkur. Sjálvt á gamla kirkjugarðinum í miðbýnum verður mett, at meira enn 30.000 fólk hava funnið sær bústað í gomlum gravum.

Gravirnar eru bygdar sum hús ella íbúðir, har so heilar familjur verða gravsettar. Í hesum húsum hava so heimleys leitað sær skýli.

Stórir, nýggir handilsbygningar og nýmótans hotel stinga seg upp fram við ánni. Og ferðslan er øgilig. Og larmandi.

Eins nógv og ferðslan er, eins fjølbroyt og øðrvísi frá okkara viðurskiftum er hon. Øll vanligu akførini, vit kenna av okkara leiðum eru har. Og so tey gomlu, sum egyptar hava brúkt í túsundvís av árum. Rossið og eslið trampaðu trúliga eftir gøtunum. Annaðhvørt við vogni afturút, klyv á rygginum ella bara sum reiðdjór hjá einumhvørjum, sum vildi sleppa undan at ganga.

Satt at siga høvdu hesi kríatúrini í mongum førum langt síðan verið avlívað her hjá okkum, ella eigarin í besta føri settur í geglið fyri djóramishandling. Men ivaleyst verður ikki gingið so nógv upp í djóravælferð á teimum leiðunum.

Og kortini sá eg fyri fyrstu ferð í lívinum búfflar og esil koyra í lastbili. Jú ferðslan var av sonnum fjølbroytt.


Pyramidurnar

Bara nakrar fáar hundrað metrar frá hotellinum standa hesi søgunnar stóru undur. Hesi seinastu av teimum sjey stóru undurverkunum frá antiktíðini.

Her hava tey staðið út móti fimmtúsund árum. Hava staðið sum varðar, sum ferðandi hava sæð næstan hundrað kilometrar burtur á veg til ríki faroana. Hesar bygningar hava bæði Jósef og Móses havt fyri eyga fleiri túsund ferðir. Og eisini Abraham gamli hevur heilt víst sæð tær, tá hann vitjaði farao á sinni.

Eingin ivi er heldur um, at Jesus á síni útlegd í Egyptalandi sum smádrongur, hevur skoðað hesar bygningarnar.

Og enn standa tær sum tigandi vitnisburðar um eina tíð, vit ikki duga at skilja.

Hvørji vóru hesi fólkini, sum bygdu hesar kolossarnar? Hvussu bóru tey seg at, og hvørjum teknikki ráddu tey yvir, sum gjørdi hetta møguligt.

Nógv hevur verið skrivað og gitt um, hvussu byggimeistararnir hava borið seg at. Men ein sannroynd er, at hvussu teir enn hava borið seg at, hava teir skapt bygningsverk, sum ikki enn hava sæð sín líka.

Nútíðar elementvirki hava nógv at læra av hesum meistarum. Har varð ikki fylt við Sikaflex ella betongi millum steinarnar. Samankomingarnar eru so tættar inni í pyramiduna, at ein má leita eftir teimum. Eg royndi at stinga knívseggina inn í millum steinarnar, tá eg endiliga hevði funnið samankomingina, men tað var ógjørligt. Og tað eru ikki smásteinar, vit tosa um. Teir viga í meðal hálvttriðja tons. Aftur ein orsøk til bøvuðbrýggj hjá granskarunum í dag.

Men tað, sum volt hevur granskarum eina størst høvuðbrýggj er, hvussu Kheops pyramidan, tann størsta, er bygd. Hvønn kunnleika høvdu hesir gomlum meistararnir?

Hon liggur nágreiniliga á linju, sum býtir landjørðina í tvey. Verður ein strika gjørd gjøgnum pyramiduna, er júst líka nógv landjørð eystan fyri sum vestan fyri hana.

Hæddin er tann sama sum radius á einum sirkli við sama ummáli sum samlaða ummálið av pyramiduni niðri við jørðina.

Verður longdin á pyramidusíðunum býtt við einum sólári, t.v.s. 365,242 døgum, verður úrslitið 63,66 cm. Falda vit so hetta tal aftur við 10 milliónum, hava vit avstandin frá centrum Jarðarinnar til annan Pólin.

Falda vit hæddina á pyramiduni við 1.000 milliónum, skuldu vit fingið frástøðuna frá Jørðini til Sólina. Av tí, at frástøðan er 148.200.000 km, mugu vit ganga út frá, at pyramiduhæddin ikki hevur verið 146 metrar, men heilt nágreiniliga 146,2 metrar. Her skal tað fyrivarni sjálvandi takast, at hæddin í dag helst víkur eitt sindur frá teirri upprunaligu orsakað av teimum skaðum, pyramidan hevur fingið gjøgnum øldirnar, bæði av veðri og fólkaávum. Sama er galdandi við síðumálunum, sum haldast mugu at hava verið 232,8 m, heldur enn teir núverandi 227 metrarnar.

Vit vita jú, at rættiliga nógv grót er tikið uttan av pytamidunum til byggitilfar upp gjøgnum tíðirnar.

Eftir stendur so spurningurin um, hvussu teir hava gjørt. Hvønn teknikk hava teir nýtt? Kendu teir okkurt, vit ikki kenna til?

Ein spurnignur, sum settur hevur verið, er hvussu teir fingu ljós inn í pyramiduna. Fram til endan av nítjandu øld kendu vit bara til osandi oljulampur sum ljóskeldur. Men ávíst er, at ikki ein einasti osblettur er at finna nakrastaðni inni í pyramyduni.

Hugurin vendir aftur til gomlu, eysturlendsku ævintýrini, har fult er av flúgvandi teppum, andum í lampum og borðum, ið verða reidd eftir ordra. Fyri ikki at tala um boðini: »Sesam, Sesam, lat teg upp.«

Var hetta kanska ein møguleiki fyri at flyta hesar umleið 2,5 milliónir byggiklossurnar, sum viga fleiri tons, aftur og fram?

Við øllum hesum í viðførinum og rættiliga stórum vónum varð við góðum treysti fari inn í Kheops pyramiduna, hóast sagt mangan hevur verið, at har er myrkt og skjótt at fáa klaustrofobi.

Men her var størsta vónbrotið á túrinum. Har var als eingin atmosfera yvirhøvur. Í heilaga navni ferðavinnunnar og við dollarteknum í eygunum, hava egyptar fullkomuliga oyðilagt pyramidurnar fyri at gleða turistarnar.

Allan vegin gjøgnum gongir og kømur inni í pyramiduni skygdi skerandi og vamlislig neonljós í hesum boðbera ættfedra heimsmentananar.

Eitt rættiligt antiklimaks.