Ågot havt trupulleikar við frystarínum

Veðrið á Flemish Kap hevur verið skiftandi. Onkran dag hevur verið verið gott. Aðrar dagar hevur verið ódnarveður.

Her kemur Ågot pressandi. Myndin er tikin umborð Klakki. Onnur línuskip á Flemish Kap eru Kambur og Eivind.

Frystilínuskipið Ågot hevur havt trupulleikar við frystarínum, nú meðan teir hava fiskað á Flemish Kap. Teir hava verið inni í St. Pierre og landað 125 tons av avhøvdaðum toski, samstundis sum onkur eykalutur til frystaríið er komin við flogfari.

- Vit høvdu trupulleikar við frystingini í einar fýra dagar. Nú bíða vit eftir einum eykaluti, sum kemur við flogfarinum seinni í dag. Um alt gongur væl, áttu vit at klárað ein fullan túr aftrat her yviri á Flemish Kap.

Tað segði Símun í Vátutoft, sum er við Ågot, tá In.fo frætti leygarkvøldið. Hann legði aftrat, at veðrið hevur verið skiftandi á túrinum. Onkran dag hevur verið verið gott, og aðrar dagar hevur verið ódnarveður. Kortini hevur eingin bakkdagur verið.

Síðan In.fo frætti frá Símuni í Vátutoft, er frystaríið fingið í lagi aftur, og Ågot er farin út aftur á leiðirnar á Flemish Kap. Vónandi fer tað at gangast skipi og manning væl, nú teir fara at royna at fáa upp í skipið aftur.

Heimasíðan hjá Jóannesi Nielsen veit at siga, at frystilínuskipini, Kambur og Klakkur, eisini hava verið ella eru inni í St. Pierre. Kambur hevur 200 tons, og Klakkur hevur umleið 280 tons.

Heimasíðan veit eisini at siga, at frystilínuskipið Eivind framvegis er á fiskileiðunum á Flemish Kap, og teir hava 170 tons av toski í lastini.