Ávirkaður bilførari fór av vegnum

Eystanstevnan og summarstevnan við Gjógv hava verið stak friðarligar.

Løgeglan í Havn fekk í nátt fráboðan um eitt ferðsluóhapp uppi við Auto Service, har ein bilur var farin út av vegnum. Tá løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at bilførarin var drukkin, og hann er nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. 

 

Hóast tvær stevnur hava verið í Eysturoynni um vikuskiftið og onkur tiltøk aðrastaðni í landinum við, hevur løgreglan ikki fingið eina einastu uppgávu haðani. Tað einasta, sum var komið í bókina um stevnufólk, var, at onkur fullur á Skálafjørðinum hevði brúkt telefonina meiri, enn gott er.