Óhappið í Leynatunlinum í gjár var ikki hent, um ávaringarskipanin virkaði.
Landsverk hevur sett ávaringarskipanir upp við tunlarnar. Tað standa ljósfølarar uppi, og er ein bilur ov høgur, fer bummurin niður, og bilurin sleppur ikki inn í tunnilin.
Av ókendari orsøk virkaði skipanin í Leynatunlinum ikki, sigur politiið.
Maðurin hevur helst ikki gáað eftir, at kranin á lastbilinum ikki varð lagdur niður. Kranin tók í og brotnaði, og av tí sama misti maðurin tamarhaldið á bilinum, sum rendi inn í veggin.
Einki bendir á ov nógva ferð.
Maðurin kleimdist inni í húsinum, og tað tók langa tíð at fáa hann leysan, tí bilurin mátti dragast út frá, og neyðugt var at fáa klippiútgerð til at klippa húsið sundur, og maðurin kundi flytast á Landssjúkrahúsið.
Tann 52 ára gamli maðurin hevur fingið álvarsligan skaða, sigur politiið.
Í fýra tímar var tunnilin stongdur, og ferðslan gekk tá eftir gamla vegnum.