Tá amerikanska rúmdarferjan "Columbia" sprongdist uppi yvir Texas tann 1. februar, kom fram, at eitt petti var dottið av ferjuni, tá hon varð skotin út sekstan dagar frammanundan, og at hetta kundi vera orsøkin til vanlukkuna.
Leiðslan í rúmdarumsitingini NASA vísti hesum aftur, men nú er komið fram, at ein av trygdarverkfrøðingunum hjá NASA kunnaði sínar starvsfelagar um vandan fyri einari vanlukku tveir dagar undan vanlukkuni.
- Tað er møguligt, at rúmdarferjan er ótøtt orsakað av skaðanum, sum hon fekk, tá hon varð skotin út, skrivaði trygdarverkfrøðingurin Robert Daugherty í einum teldubrævi til NASA. Sjálvur arbeiðir hann á rannsóknarstovninum hjá NASA í Virginia, men hann fekk einki svar úr Houston.
Samstundis hava verkfrøðingar hjá flogverksmiðjuni Boeing boðað frá, at eftir kanningum, sum teir hava gjørt, var tað ikki bert eitt petti, sum datt av ferjuni, tá hon varð skotin út, men heldur trý petti. Verkfrøðingarnir hjá Boeing siga, at tey trý pettini kunnu hava rakt vinstra vong á "Columbiu". Beint fyri vanlukkuna staðfestu eftirlitstólini í Houston, at hitin vaks í hjólrúminum undir vinstra vongi. Lítla løtu seinni sprongdist "Columbia" 65 kilometrar uppi yvir Texas.