Nú blot er komið í tann nógva kavan, ávarar Landsverk bilførarar um at vísa størsta varsemi. Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki í Norðurøkinum, sigur tað hava verið fleiri áarlop og skalvalop kring um í landinum – og onkustaðni er nógv grót uppi í eisini.
Um midnáttarleitið leyp ein skalvur við tunnilsmunnan beint uttanfyri Árnafjarðartunnulin Klaksvíksmegin, og í morgun hava fleiri størri og minni áarlop verið á Kunoyarvegnum, ímillum Norðragøtu og Gøtugjógv, á Selatraðarvegnum, við Áirnar og á Dalsvegnum.
Hann sigur, at tað er ikki koyrandi á Kunoyarvegnum, til Trøllanesar, á Elduvíkarvegnum, Selatraðarvegnum, til Syðradal á Streymoynni og til Skæling. Tað eru eisini vánalig koyrilíkindir á Gjáarvegnum.
Árni Jacobsen sigur, at tað er ein stórur hylur á landsvegnum í Norðragøtu og á Kunoyarvegnum eru einar 100 metrar av autoverju farin av áarlopinum.
Hann sigur avfall í allan dag, so teir vita ikki, hvussu støðan verður seinni, men vandi er framvegis fyri skalvalopum og áarlopum, tí tað er rættiliga nógvur kavi í fjøllunum. Summastaðni slepst ikki til at grava fyrr enn tað er vorðið ljóst av trygdarávum.
Myndirnar eru av Selatraðarvegnum og Kunoyarvegnum tíðliga í morgun.
##med2##
##med3##