Ávaringarskipanin virkaði eftir ætlan

Tað var onki galið við ávaringarskipanin, tá ið ein kranabilur fríggjadagin í síðstu viku var fyri óhappi í Leynatunlinum, har bilførarin fekk skaða.

Tað sigur Landsverk.

Ávaringarskipanin er sjálvvirkandi og virkar soleiðis, at hon leggur bumm fyri vegin, um eitt akfar er ov høgt ella er fermt ov høgt.

- Skipanin er ikki gjørd til at ávara um ein lutur á einum akfari stingur ov høgt upp í loft, sigur Landsverk.

- Skuldi skipanin gjørt hetta, hevði hon verið alt ov fíntfølandi og hevði tískil í tíð og ótíð sett bummin fyri vegin, eitt nú í grovum kavaælingi, ella tá eitt nú fuglur flýgur inn í signalið til bumminum, sigur Landsverk.

Í sambandið við óhappið í Leynatunlinum fríggjakvøldið, hendi tað, at kranin á lastbilinum var ikki lagdur saman og tískil var hann alt ov høgt uppi.

Sostatt tók hann portalin við tunnilsmunnan við teirri avleiðing, at bilførarin misti tamarhaldið á bilinum og rendi inn í tunnilsveggin.

Landsverk sigur, at ávaringarskipanin í Leynatunlinum er sera viðkom og er ein liður í eini royndarverkætlan.

Henda verkætlan hevur til endamáls at verja útgerðina, sum hongur í tunnilsloftinum, og at tryggja at bilar, sum koyra aftanfyri ein høgan bil, ikki koma illa fyri, um tað skuldi hent, at útgerð verður rivin undan loftinum og detta niður á vegin.

- Tað er fleiri ferðir hent, at ov høgt fermd akfør hava skrætt útgerð undan tunnilsloftum, sigur Landsverk.