kappróðri, og tað er kanska ikki annað at rokna við, tí ein so stórur partur av fólkinmum í landinum býr í høvuðsstaðarøkinum. Meiri merkisvert er tað, tá einstakar bygdir gera nógv um seg. Eitt er, at ein manning [...] tiknir. Sjálvandi var hetta harmuligt fyri vestmenningar, men avrikið var samstundis ein staðfesting av, at áhugin fyri og ídni í kappróðrinum er ikki størri í nakrari bygd, enn tað er í Vestmanna. [...] talt saman, skarst tað so mikið væl, at tær fóru norður aftur við bronsukrónum um hálsin. Kanska hetta fer at kveikja um áhugan og leypa brell á, so fleiri manningar úr Klaksvík fara at royna seg komandi
at kappast um í 1962 vóru ongar vinnaratíðir, so tað ber betri til at gera hagtalsliga upp nú, enn tað gjørdi nógvu tey fyrstu árini. Men reglarnir siga altso, at um tað stendur á jøvnum, so er tann báturin [...] hugsa um at broytt reglarnar, soleiðis at um tað stóð á jøvnum, so átti avgerðin at verið tikin út frá, hvør bátur tilsaman í øllum róðrarárinum hevði vunnið sínar sigrar mest sannførandi. Hetta hevði [...] Undan ólavsøkuróðrinum var greitt, at um alt gekk, sum tað hevði gingið á hinum stevnunum, og tað vil siga, at favorittarnir fóru at vinna, so fór stríðið um, hvør skuldi fáa útvarpssteypið, standa millum
serligt har suðuri, men ofta hava teir fingið javnleik, sjálvt um teir hava verið meiri ella minni niðurspældir. Feskasta dømið um hetta var í fjør, tá VB hevði bóltin mest og flestu málmøguleikarnar, [...] Óruddligt Talan var ongantíð um serliga væl skipað fótbóltsspæl. Vágbingarnir vórðu sera tætt ansaðir alla tíðina, og hetta darvaði teimum at samanspæla skilagott. Tí var ofta talan um langar og høgar bóltar [...] dómarin hevði bríkslað fyri frísparki, og tað er ikki loyvt ? heldur ikki hjá einum spælandi venjara. So stríddust vágbingar tíggju móti ellivu, og tað eydnaðist. HB menninir, ið saknaðu Súna Fríða Johannesen
turrum vølli. Í Danmark er rættuligt summarveður, og undan dystinum máldu teir 41 hitastig á vøllinum, og tað er ikki so lítið, ikki minst tá tað er púra stilli. Talan var ongantíð um serliga gott fótbóltsspæl [...] upp í slag tapti 4-0, og nú verður í Danmark tosað um, at Vejle má metast millum niðurflytingarevnini, men tað er framvegis nógv eftir at spæla um. Uppflytararnir úr Esbjerg vunnu mánakvøldið í síðstu [...] Jan Allan Müller á liðnum, var á útivølli móti FC Midtjylland, ið er ein samanrenning av Ikast og Herning. Hetta liðið hevur ætlanir um skjótt at flyta upp í bestu deildina, og fyrsta royndin boðaði frá
1. deild B68-KÍ 2-3 (0-2) Tað er nevyan nakað at ivast í, at størsta vónbrotið í nýggjari tíð hjá klaksvíkingum, tá tað ræður um fótbólt, var, tá teir fyri trimum árum síðani í Gundadali mistu semifin [...] vanliga leiktíðin var farin, men tað eydnaðist HB at javna, og í brotssparkskappingini vunnu teir finaluplássið. Í góðveðrinum sunnudagin á grasvøllinum á Svangaskarði var um reppið, at vónbrotið gjørdist eins [...] uttanfyri brotsteigin hálvfluktaði sera vakurt inn um Allan G. Joensen, sum hesa ferð var í B68 málinum. Mesta partin av seinna umfarinum tóktist tað sum um KÍ ikki var serliga áhuga í at gera so nógv, meðan
upplýsti, tí tað hevur kostað 190 krónur. ? Hetta er so dýrt, at tað er onki løgið í, at vinnan roynir at finna aðrar leiðir. ? Og tvær-tríggjar ferð er tað eydnaðist at fáa eitt skip at sigla salt suður og [...] Tað, sum Strandferðslan nú ger, er hevnd fyri hetta, sigur Mortan Johannesen. ? Hetta er rætt og slætt svínarí, sigur Mortan Johannesen. Hann sigur, at hendir onki nú, er saltfiskaframleiðslan í Suðuroynni [...] n hjá Strandfeðsluni. Ikki minst er hann misnøgdur við at prísurin at flyta salt til Suðuroyar nú er so nógv hækkaður, sum greitt er frá í greinini omanfyri. ? Tað er gott gjørt, at tað skal verða dýrari
skulu upp um eitt hundrað mál. At teir skulu megna at skora í minsta lagið 32 mál í átta dystum er sera sannlíkt. Málið hjá TB hevur verið og er framvegis at halda seg í deildini, og sjálvt um teir í fyrsta [...] viðvíkur líktist hetta umfarið teimum undanfarnu. Higartil eru 336 mál skoraði, og tað eru spældir 47 dystir. Tvær ferðir hevur málmunurin verið 0-0, tí annað liðið ikki er møtt, og ein dystur er framvegis útsettur [...] 27 mál betri enn teir næstbestu, og sum vit onkuntíð áður hava nevnt, so er tað væl hugsandi, at uppflytingin verður veruleiki, áðrenn august verður liðugur. ÍF fór framum B68 í kappingini um næstfremsta
verið spæld, og hetta hevði í hvussu so er havt spenning við sær. Um vit taka støði í finaluni í ár, so er ikki torført at ímaynda sær, at tað hevði verið fult kring Tórsvøll, og sjálvt um atgongugjaldið [...] Havnarfeløgini skiftast um rættin til ólavsøkuaftan og ólavsøkudag, og hugflogið er stórt fyri at fáa ein so áhugaverdan dyst, sum tað ber til. ? Tað er altíð neyðugt at hugsa um pengarnar, men tá vit bjóðaðu [...] teir eiga fyrsta rætt at spæla á Tórsvølli. ? Vit hava ikki enn tosað um, hvat vit skulu gera, men eg haldi framvegis, at tað er vert at hugsa um, at vit bjóða HB av. Tá vit spæla móti teimum, telur heiður
uppgávunum. Um tað er GÍ á heimavølli ella KÍ á útivølli ger næstan tað sama. Bitin er ivaleysa stórur hvørja ferð. ? Men tað er undarligt. Tú hugsar um HB sum eitt so gott lið, at møguleikin er lítil og [...] deild. Hann fekk gult kort í 3. deild og er leikbannaður hetta vikuskiftið. Lyklaspælarar eru leikbannaðir Um B36 skal gera seg galdandi í kappingini um FM, so er alneyðugt hjá teimum at fáa trý stig se [...] síðani 1992, tá úrslitið var 4-2. Málið hjá B68 er at vera við í kappingini um plássini í altjóða kappingunum, og tí er tað týdningarmikið fyri teir í hvussu so er at endurtaka javnleikin frá fyrra dystinum
arbeiddu seg norður gjøgnum bygdina. Av tí at hetta er bygt øki og nógv børn vóru úti, koyrdi ein bilur fremst fyri at avmarka ferðina til komið varð norður um bygdina. Komin út á landsvegin varð ferðin sett [...] Rógva, so eisini hann kundi leggja tíð aftur til føroyingarnar. Í fyrstu royndini eydnaðist hetta ikki, men aðru ferð eydnaðist betur, og Keld kom á mál 8 sekund frammanfyri Boga og Rógva. Í hesi skrivingini [...] byrjaði av álvara. Í brekkuni oman fyri Ljósáir var allur hópurin enn samlaður, hóast onkur vísti lyndi til at dragna afturúr. Fýra fóru um Eiðisskarð Í fyrstu brekkuni niðan móti Eiðisskarði settu teir sterkastu