Tá annað umfarið í superliguni varð spælt sunnudagin fingu feløgini hjá øllum trimum føroyingunum, sum royna seg á hægsta støði í Danmark, stig, men tað var eisini felags fyri øll liðini, at tey bara fingu eitt stig.
FCK var annan sunnudagin á rað í Jyllandi. Næstsíðsta sunnudag taptu teir móti Viborg, men hesa ferð gekk eitt sindur betur. Silkeborg og FCK høvdu undan sunnudegnum spælt javnt seks ferðir upp í slag, og eisini hesa ferð endaði tað við javnleiki.
Einki mál kom, og tað vóru ikki nógvir upplagdir málmøguleikar í einari eitt sindur harðligari uppgerð. Tveir á heimaliðnum og fýra á liðnum hjá FCK sóu gult. Todi Jónsson fekk einki gult kort. Hann spældi 75 teir fyrstu minuttirnar í FCK álopinum saman við David Nielsen, og eina ferð breyt Todi ígjøgnum í vinstru, men tá hann kom í brotsteigin, tøvdi hann ov nógv, og so spurdist einki burturúr.
Í triðja umfari skal FCK spæla móti meistarunum úr Aalborg. Tann dysturin verður í Parkini, og hann verður longu fríggjakvøldið. Tað kemst av, at AaB mikukvøldið í komandi viku skal spæla í Europa Cup.
Jákup óheppin
Óli Johannesen var ikki í fimtan manna hópinum, sum AGF venjarin, Peter Rudbæk, hevði tikið út til dystin móti Herfølge. Tað hevði landsliðsmaðurin heldur ikki roknað við, tí hann hevði bara verið til tvær venjingar, síðani sáttmálin varð undirskrivaður ólavsøkudag, men tað munnu ikki fara at ganga nógvar vikur, áðrenn Óli fer at fáa møguleikan.
Høvuðsvøllurin í Aarhus hevur verið í út av lagi vánaligum standi. Teir hava lagt nýtt flag á, og teir høvdu roknað við, at tað kundi spælast á honum, men upp undir vikuskiftið varð avrátt at útseta fyrstu royndina, og tað hevði við sær, at dysturin millum AGF og Herfølge varð spældur millum trøini á einum lítlum og sera turrum vølli. Í Danmark er rættuligt summarveður, og undan dystinum máldu teir 41 hitastig á vøllinum, og tað er ikki so lítið, ikki minst tá tað er púra stilli.
Talan var ongantíð um serliga gott fótbóltsspæl. Hitin og lítli vøllurin vórðu mett at vera høvuðsorsøkir til hetta. AGF kom á odda, tá 38 minuttir vóru farnir, tá teir við handara stólpa stútaðu hornasparksinnlegg úr vinstru í kassan. Í donsku pressuni varð mett, at Jákup Mikkelsen átti at havt syrgt fyri, at bólturin ongantíð varð stútaður móti málinum:
? Tá eg fór úr málinum, var eg púra vísur í, at eg fór at fáa fatur á bóltinum, og at tað ikki eydnaðist komst av, at eg varð órógvaður. Eg havi ikki sæð støðuna enn, men eg haldi, at ein mótspælari skumpaði undir meg, ella má ein av viðspælarunum hava trýst ein mótstøðumann ímóti mær, segði Jákup Mikkelsen sunnukvøldið.
Tað gekk bara ein lítil løta, so var javnt. Danska pressan metti, at AGF málverjin, Lars Windfeld, átti at hava bjargað langskotinum frá Tommy Schram.
Brøndby í hopla
Annað umfarið í superliguni vísti annars, at Brøndby, sum í annaðkvøld skal spæla í Europa Cup á heimavølli (vunnu 1-0 á útivølli) eru stak væl fyri. Hesa ferð gekk tað út yvir Vejle, sum á heimavølli annað vikuskiftið upp í slag tapti 4-0, og nú verður í Danmark tosað um, at Vejle má metast millum niðurflytingarevnini, men tað er framvegis nógv eftir at spæla um.
Uppflytararnir úr Esbjerg vunnu mánakvøldið í síðstu viku á heimavølli 2-0 móti OB, men tá teir royndu seg á útivølli móti Lyngby gekk einki serligt. Lyngby vann 5-1.
OB spældi á heimavølli móti AB, og eins og í fyrstu royndini á útivølli, so hilnaðist tað heldur einki í fyrstu royndini á heimavølli.
Í næstbestu deildini varð fyrsta umfarið spælt sunnudagin. Svendborg, sum hevur Jan Allan Müller á liðnum, var á útivølli móti FC Midtjylland, ið er ein samanrenning av Ikast og Herning. Hetta liðið hevur ætlanir um skjótt at flyta upp í bestu deildina, og fyrsta royndin boðaði frá, at teir hava nakað at hava ætlanirnar í. Á heimavølli vunnu teir við ikki minni enn 4-0 móti Svendborg.