ÍF bjóðar toftamonnum av

Fótbóltur: Havnarliðini manna endarnar báðar, men nú eydnaðist HB at koma á stigatalvuna

Hvat málskjóting viðvíkur líktist hetta umfarið teimum undanfarnu. Higartil eru 336 mál skoraði, og tað eru spældir 47 dystir. Tvær ferðir hevur málmunurin verið 0-0, tí annað liðið ikki er møtt, og ein dystur er framvegis útsettur. Tað er tann á Sandi millum B71 og HB. Dómarin møtti ikki síðsta sunnudagin undan summarsteðginum. FSF vildi hava dystin frá hondini fyrsta vikuskiftið í juli, men tað bar ikki til hjá feløgunum, og vit hava ikki frætt, nær dysturin verður spældur.

336 mál í 47 dystum ber eitt miðaltal uppá fleiri enn sjey mál í hvørjum dysti, og í 10. umfarinum vórðu skotin 44 mál ella næstan níggju mál í hvørjum dystinum.

Tað var um hesa tíðina í fjør, at næstbesta liðið hjá B36 so at siga fór í fisk og at enda misti plássið í næstbestu deildini. Í ár halda teir støðið frá undan summarstegðinum. Teir eru átta stig og 27 mál betri enn teir næstbestu, og sum vit onkuntíð áður hava nevnt, so er tað væl hugsandi, at uppflytingin verður veruleiki, áðrenn august verður liðugur.

ÍF fór framum B68 í kappingini um næstfremsta plássið. Seinni dysturin millum tey bæði eysturoyar feløgini verður 29. august, og umframt týdningin, sum tann dysturin fer at hava fyri næstfremsta plássið, so kann tað fara at vísa seg, at úrslitið eisini fer at hava týdning fyri, nær uppflytingin hjá B36 verður greið. ÍF skal spæla móti B36 annan sunnudag, B36 skal spæla móti B36 sunnudagin aftaná.

HB er framvegis niðast, men nú komu teir á stigatalvuna, og skulu vit trúgva tí, sum frættist úr HB húsinum, so fara teir at fáa fleiri stig. Teir hava gjørt av, at tá tað ber til, so skulu eykamenninir í 1. deild, sum ikki koma inn, hjálpa til í 3. deild. Tað hava teir ikki gjørt higartil.


VB-HB 3-4 (1-3)

Bara tíggju HB menn møttu upp, men teir skavaðu tveir afturat á veg suður. Teir flestu vóru unglingar, og tað hilnaðist væl hjá teimum. Tá fyrra umfarið var hálvrunnið vóru teir á odda 3-0. Verjan hjá heimaliðnum var ill skipað, Ransin Djurhuus fekk fatur á afturlegging, og seinnu ferðina kom hann ímillum uppá tvørs bólt í vágsverjuni.

Tíðliga í 2. hálvleiki økti HB til 4-1, og tað hevði nógv at siga fyri endaliga úrslitið. Tað vóru bara tríggir minuttir eftir, tá VB minkaði um munin til 3-4, teir trýstu fyri at javna, men tað eydnaðist ikki. Havnarmenninir hildu seg vera hepnar, og tað er væl skiljandi. VB fekk tvey brotsspørk, men teir megnaðu hvørgu ferðina at skora. Fyrru ferðina sendu teir í stólpan, og seinnu ferðina var skotið so mikið ússaligt, at Skylv Hansen - liðleiðarin í 1. deild, sum stóð í HB málinum - noyddist út at taka ímóti bóltinum!


B71-GÍ 5-0 (2-0)

Kanska var úrslitið óvæntað ? í hvussu so er at munurin skuldi gerast so stórur. Gøtumenn høvdu gott fólk, men teir megnaðu ikki at fáa mál, og teir á heimaliðnum vóru væl mannaðir og raskir. Korter var farið, tá Jónsvein Thomsen setti hol á við langskoti, sum dúkkaði undir tvørtrænum, og eitt korter seinni økti Allan Simonsen. GÍ málverjin kloddaði bótlin burtur á baklinjuni, og navnin hjá landsliðsvenjaranum sendi so at siga av baklinjuni og í málið.

Kristoffur Vidtfeldt er 16 ára gamal, og hann fara vit at frætta meiri frá í framtíðini. Hann økti til 3-0, tá hann inni í brotsteiginum sendi afturum seg og niður við handara stólpanum. Tá vóru 53 minuttir farnir, og síðstu løtuna skoraðu sandoyingar tvær ferðir afturat.


B68-KÍ 4-3 (2-1)

Uttan iva mest spennandi uppgerðin hesa ferð. B68 økti til 2-0, tá fimm minuttir restaðu av fyrra umfarinum, men teir fingu ikki trivaligu leiðsluna at hvíla seg á. Niclas Niclassen, sum hevði sitið á beinkinum í 1. deild (Gunnar á Steig hevði eisini sitið á beinkinum og hann vardi KÍ málið í 3. deild), minkaði um munin tveir minuttir undan steðginum, og longu í fyrsta minuttinum eftir hvíldina javnaði Erling Fles.

Og so vóru klaksvíkingar heilt væl við eina løtu. 49 minuttir vóru farnir, tá Erling Flest legði KÍ framum. Fyri úrslitið hevði tað stóran týdning, at Mikkjal Lamhauge hjá KÍ fekk seinna gula kortið, tá 2. hálvleikur var tíggju minuttir gamal.

B68 trýsti fyri at koma afturíaftur, og tríggjar minuttir fyri leiklok javnaði unglingaspælarin Kristian Poulsen eftir uppspæl í høgru. Vanliga leiktíðin var farin, tá Jóhannes Petersen skoraði sigursmálið, eftir at Gunnar á Steig í fyrra umfarinum hevði hálvbjargað.


ÍF-FS Vágar 11-1 (8-0)

Úrslitið sigur alt um, hvussu tað stóð til hjá vágamonnum. Men harfyri skal einki takast frá heimaliðnum, sum hevur verið væl fyri alt ár, og sum hesa ferð fekk hjálp frá Eyðuni Samuelsen. Hann var ikki við í 1. deild móti NSÍ, tí hann hevur vant so lítið síðani summarsteðgin, men hann var nóg góður til at skora seks mál í 3. deild.

Longu tá fyrra umfarið var hálvrunnið var støðan 6-0, og ÍF hevði møguleikar til uppaftur fleiri mál enn tey ellivu, sum teir fingu. Serliga málið hjá Bárði á Lakjuni til 6-0 siga teir í Fuglafirði var gott. Í besta Rivaldo stíli tamdi hann við brynguni og saksaði í kassan.


B36-TB 10-3 (4-1)

Úrslitið talar fyri seg sjálvt. B36 er á veg í næstbestu deildina, og nú er tað meiri ein spurningur, hvat skal til fyri at seta spælararnar upp tað, ið er eftir at hesum kappingarárinum.

Fleiri av spælarunum eru evni til besta liðið komandi ár, og teir eiga sjálvandi at gera alt fyri at vísa teimum, ið siga við valdinum, at júst teir eiga at fáa møguleikan á besta liðnum. B36 hevur skorað 68 mál, og teir hava sett sær sum mál, at teir skulu upp um eitt hundrað mál. At teir skulu megna at skora í minsta lagið 32 mál í átta dystum er sera sannlíkt. Málið hjá TB hevur verið og er framvegis at halda seg í deildini, og sjálvt um teir í fyrsta dystinum eftir ólavsøku taptu stórt á útivølli móti oddaliðnum úr B36, so nýtist hetta ikki at bera boð um, at tvørámenn eru á veg niður.