KÍ mundi mist á stokkinum

Fótbóltur: Toftamenn vóru niðurspældir í meiri enn 80 minuttir, men teir treiskaðust, og tað var um reppið, at teir fingu stig

1. deild B68-KÍ 2-3 (0-2)


Tað er nevyan nakað at ivast í, at størsta vónbrotið í nýggjari tíð hjá klaksvíkingum, tá tað ræður um fótbólt, var, tá teir fyri trimum árum síðani í Gundadali mistu semifinaluplássið í steypakappingini. Teir spældu HB sundur og saman og vóru á odda 5-3, tá vanliga leiktíðin var farin, men tað eydnaðist HB at javna, og í brotssparkskappingini vunnu teir finaluplássið.

Í góðveðrinum sunnudagin á grasvøllinum á Svangaskarði var um reppið, at vónbrotið gjørdist eins stórt og kanska størri, enn tað var fyri trimum árum síðani.


Greið yvirvág

KÍ sat fullkomuliga á øllum teir fyrstu 80 minuttirnar, og tað var ikki fyrrenn bar tjúgu minuttir vóru eftir, at B68 hevði fyrsta gjøgnumspælda álopið, sum eftir uppspæl í vinstru og innlegg bar skot móti málinum við sær (í fyrra umfarinum høvdu teir tvær skotroyndir, sum fóru við síðuna av, og eitt mál var kolldømt, tí teir gjørdu fríspark móti KÍ verjuni).

Tað var serliga á miðvøllinum, at yvirvágin hjá KÍ var eyðsýnd, ikki minst tí at vongverjarnir hjá KÍ tóku so nógv lut í uppbyggjandi spælinum. Hesa ferð var útgangsstøðan hjá steypavinnarunum 4-3-3. Marek var ytstur í verjuketuni í høgru, og nýgifti John Hansen (á dómaraseðlinum varð boðað frá, at nú eitur hann John Ryan), sum hevði fingið frí, men var farin frá konuni! og út á Svangaskarð, har hann var vongverji í vinstru, og í 1. hálvleiki var tað serliga frá honum, at innleggini til Kurt Mørkøre komu.

Í fyrra umfarinum komu tvey mál. Hitt fyrra kom, tá 28 minuttir vóru farnir. John Ryan legði innfyri úr vinstru, og meðan verjan hjá B68 serliga ansaði Kurt Mørkøre, tók Heðin á Lakjuni av við nærra stólpan og stýrdi bóltinum dygst inn við uppstandaranum.

Seinna málið kom eftir 38 minuttir. Fríspark varð gjørt móti Rógva Jacobsen 18 metrar frammanfyri miðstrikuna og heilt úti í borðinum, John Ryan lyfti í brotsteigin, Kurt Mørkøre stýrdi út frá, og Rógvi Jacobsen, sum var staddur ein metur uttanfyri brotsteigin hálvfluktaði sera vakurt inn um Allan G. Joensen, sum hesa ferð var í B68 málinum.

Mesta partin av seinna umfarinum tóktist tað sum um KÍ ikki var serliga áhuga í at gera so nógv, meðan B68 ikki megnaði at bróta ígjøgnum KÍ verjuna, og tá Heðin á Lakjuni stútaði hornasparksinnlegg frá Arnoldi Joensen úr høgru í málið (Kurt Mørkøre skoraði fyri eina ferð skyld einki mál, men hann var eisini upphavið til hetta, tá hann stríddi seg til hornasparkið), so lá í luftini, at alt var avgjørt, og Tony Paris skifti tríggjar nýggjar menn inn á vøllin.


Gylta løtan

Toftamenn skulu hava rós fyri, at teir ikki góvust. Liðið var nógv umskipað síðani undan summarsteðginum. Systkinabørnini Oleif Joensen og Olaf Højgaard eru ikki við meiri, og fyri fyrstu ferð í landskappingini vóru allir fýra brasiliumenninir við frá fyrsta bríksli. Stóri spurningurin hjá Bjørn Krogh var, hvussu hann skuldi byrgja upp fyri Kurt Mørkøre. Tað valdi hann at gera við at taka Fróða Benjaminsen aftur í miðverjuna, og miðverjan, har Finn Mørk og Signar Johannesen eisini vóru, var sterkasti parturin av B68 liðnum, meðan miðvøllurin leið undir, at Fróði Benjaminsen ikki var har. Uppspælið var ikki nóg gott. Brasiliumenninir kunnu eina rúgvu við bóltinum, men móti føroyska spælistílinum tykjast teir ov tunnir, og hetta ger seg ikki minst galdandi í verjupartinum.

Í 2. hálvleiki kom fyrst Bogi Petersen og síðani Øssur Jacobsen inn, og tað gjørdi ikki liðið veikari.

Brasilumenninir gjørdu bæði málini. Marcelo stútaði hitt fyrra eftir frísparksinnlegg. Tá restaðu tríggir minuttir, og bara ein minutt seinni lyfti sami maður sera hegnisliga fram um miðverjuna hjá KÍ, har landsmaður hansara, Messias, var fyrstur á og lyfti upp um Steven Boyle, tá hesin leyp út.

Tað kom lív í á Svangaskarði teir sjey minuttirnar, sum dómarin legði afturat, men B68 kom ongantíð nær møguleikanum at javna, og harvið sloppu Tony Paris, KÍ spælararnir og teir onkra staðni millum tvey og trý hundrað klaksvíkingarnir, sum vóru við á Toftum, norður aftur við trimum stigum og skrekkinum!


B68: Allan G. Joensen ? Jan Petersen, Fróði Benjaminsen, Finn Mørk, Signar Johannesen, Lusio ? Jákup Djurhuus, Messias, Marlon, Janus Thomsen ? Marcelo

KÍ: Steven Boyle ? Marek Wierzbicki, Andrzey Pacek, Jan Andreassen, John Ryan ? Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Rógvi Jacobsen ? Arnold Joensen, Kurt Mørkøre, Heðin á Lakjuni