Jarnbardur yvir øllum hinum

Kappróður: Sannførandi avrikið hjá kvinnunum í Knørrafelagnum hevði við sær, at avgerðin um hvør skuldi hava útvarpssteypið ikki var so torfør at taka

Undan ólavsøkuróðrinum var greitt, at um alt gekk, sum tað hevði gingið á hinum stevnunum, og tað vil siga, at favorittarnir fóru at vinna, so fór stríðið um, hvør skuldi fáa útvarpssteypið, standa millum kvinnurnar umborð á Jarnbardi og teir umborð á Eysturoyingi.

Báðir bátarnir vunnu, og tá Anfinn Kallsberg, løgmaður, trein pallin á Bursatanga, var tað fyri at kunngera, at í ár var tað luturin hjá løgmanni at handa kvinnunum umborð á Jarnbardi útvarpssteypið.

Eftir alt hóvastákið, sum er gjørt burturúr Eysturoyingi í hesum róðrarárinum, og við tí í huga, at tað oftast verður gjørt mest burtur úr 10-mannaførunum, so kann tað vera, at hetta kom óvart á onkran, men við reglunum fyri útvarpssteypið í huga, so var avgerðin hjá nevndini uppløgd.

Bæði Jarnbardur og Eysturoyingur høvdu fult stigatal, og so siga reglarnir, at tann av bátunum, sum vísti besta róðurin á ólavsøku, skal vinna steypið. Jarnbardur var fremstur allar eitt túsund metrarnar. Við seigum og tryggum tøkum vundu úrmælingarnir umborð burturúr øllum kappingarneytunum og kom á mál tríggjar bátslongdir undan hinum bátunum.

Eysturoyingurin var í trupulleikum alla tíðina, og tað var ikki fyrrenn á síðstu metrunum, at tað eydnaðist teimum at berja Vestmenningin afturum. Tí var tað upplagt, at kvinnurnar umborð á Jarnbardi vunnu útvarpssteypið.

Í fjør vann Eysturoyingurin útvarpssteypið. Jarnbardur við kvinnum hevur eina ferð áður verið besti kappróðrarbáturin í Føroyum. Tær vunnu útvarpssteypið í 1991.


Rokningin

Í kappróðrarprátinum hevur verið nevnt, at tað kanska hevði verið vert at hugsa um at broytt reglarnar, soleiðis at um tað stóð á jøvnum, so átti avgerðin at verið tikin út frá, hvør bátur tilsaman í øllum róðrarárinum hevði vunnið sínar sigrar mest sannførandi.

Hetta hevði verið ein máti at rokna uppá. Tá útvarpssteypið var sett út at kappast um í 1962 vóru ongar vinnaratíðir, so tað ber betri til at gera hagtalsliga upp nú, enn tað gjørdi nógvu tey fyrstu árini. Men reglarnir siga altso, at um tað stendur á jøvnum, so er tann báturin vinnari, sum á ólavsøku vísir besta róðurin, og tað gjørdu kvinnurnar umborð á Jarnbardi.

Í fjør varð alment lutakast um Kolturssteypið, men í ár boðaði umboðið fyri Havnar Róðrarfelag frá, at Eysturoyingurin hevði vunnið hetta steypið, og tað man bera á tað borðið, at tey, sum tóku avgerðina, vildu ikki, at støðan, sum tók seg upp í fyrraárið, skuldi endurtaka seg. Tá stóð á jøvnum millum menningar umborð á Hvessingi og dreingirnar umborð á Drekanum. Lutur varð kastaður um bæði steypini, og luturin fall báðu ferðirnar á Drekan. Hesa ferð tóktist tað sum um Eysturoyingurin fekk Kolturssteypið sum troyst, tá teir ikki vunnu útvarpssteypið.