HB var fullkomiliga tannleyst

Fótbóltur: Vágbingar fingu frágera gott mál og megnaðu í ein hálvan tíma at halda tørn, sjálvt um teir vóru undirmannaðir

1. deild VB-HB 1-0 (1-0)


Tað var ikki púra óvæntað, at tað ikki fór at hilnast nakað serligt hjá havnarmonnum, tá teir fóru til Vágs. Teir plaga ikki at standa seg nakað serligt har suðuri, men ofta hava teir fingið javnleik, sjálvt um teir hava verið meiri ella minni niðurspældir. Feskasta dømið um hetta var í fjør, tá VB hevði bóltin mest og flestu málmøguleikarnar, men HB alíkavæl fram móti dystarenda fekk eitt mál og harvið javnleik.

Sunnudagin var øðrvísi. HB hevði bóltin meiri enn vágbingarnir, men havnarmenninir dugdu illa at brúka bóltin. Teir trillaðu eitt sindur aftur og fram, men tá teir nærkaðust málinum, megnaðu teir ongantíð at bróta ígjøgnum í borðunum, og so vórðu høgir skrábóltar oystir í brotsteigin, og tað var barnamatur hjá væl spælandi Bjarna Johansen í málinum og sannførandi miðverjunum.

Merkisvert var, at hóast HB síðsta hálva tíman spældi við ellivu monnum móti tíggju vágbingum, so megnaðu teir í HB ikki at spæla seg til ein tann einasta upplagdan málmøguleika. Í síðstu royndini at fáa nakað burturúr varð Hans Fróði Hansen fluttur fram í álopið, hann vann bóltar í luftini, men kanónin varð ongantíð so væl innstillað, sum hon var, tá hann á Svangaskarði javnaði móti Skotlandi.


Óruddligt

Talan var ongantíð um serliga væl skipað fótbóltsspæl. Vágbingarnir vórðu sera tætt ansaðir alla tíðina, og hetta darvaði teimum at samanspæla skilagott. Tí var ofta talan um langar og høgar bóltar, og tað stóðust ofta spentar støður burturúr, tá Bjarni Johansen sendi langar bóltar fram á HB hálvuna.

VB fekk eitt mál í 1. hálvleiki, og í Vági halda tey, at hetta átti at verið uppá tal at vera ársins mál. Krzysztof Popczynski fekk fatur á bóltinum einar 35 metrar úr málinum, hann tveitti seg á liðina, smekkaði til, undan vindurin gav kúluni nakað av eyka ferð, og bólturin sang í meskunum aftanfyri Bárð Johannesen, sum ikki tóktist hava møguleika at gera nakað.

Tíðliga í 2. hálvleiki hevði spælandi VB venjarin høvuðsleiklutin í tveimum førum, sum áttu at havt stóran týdning fyri tað, ið var eftir av dystinum. Sjey minuttir vóru farnir, tá Hans á Lag sum aftasti maður hjá HB var so óheppin at detta, Krzysztof streyk avstað við bóltinum, allir mótstøðumenninir vóru langt aftanfyri, men í staðin fyri at draga inn móti málinum, so valdi pólverjin at lobba, og bólturin fór omanfyri málið hjá Bárðuri Johannesen, sum var komin eitt sindur út úr málinum.

Eitt korter var farið, tá spælandi VB venjarin varð settur út av spælinum. Hann hevndi seg inn á mótstøðumannin, eftir at dómarin hevði bríkslað fyri frísparki, og tað er ikki loyvt ? heldur ikki hjá einum spælandi venjara. So stríddust vágbingar tíggju móti ellivu, og tað eydnaðist. HB menninir, ið saknaðu Súna Fríða Johannesen í álopinum, settu fleiri frískar menn inn á vøllin, uttan at tað hjálpti. Gestirnir vóru púra tannleysir og fóru norður aftur við ongum, meðan tey trý stigini kunnu fara at vísa seg avgerandi fyri VB, bæði fyri komandi dystirnar og ikki minst, tá tað fyrst í oktober verður gjørt upp.


VB: Bjarni Johansen ? Palli Augustinussen, Mikael í Lágabø, Eyðun Jacobsen, Janus Kjærbo, Magni Jacobsen ? Magni Mohr, Tórður Holm, Milan Culjic ? Jón Pauli Olsen, Krzysztof Popczynski

HB: Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Hans Fróði Hansen, Bjarki Mohr ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Jens Erik Rasmussen, Hans Jørgen Djurhuus ? Andrew av Fløtum, Magni á Lakjuni