Vit hava fleiri ferðir nevnt tað áður, og nú kappróðrarárið er liðugt, er tað sjón fyri søgn. Bestu kappróðrarmanningarnar koma av Skálafjørðinum, úr Norðstreymi og úr høvuðsstaðnum. Tvey FM heiti endaðu í Vestmanna, eitt í Runavík, eitt í Hvalvík/Streymnesi og tvey í Havnini.
Signar á Brúnni, landsstýrismaður í mentamálum, handaði eftir ólavsøkuróðurin FM ognar- og ferðasteypini og heiðursmerkini úr gulli, sivluri og bronsu, og í fýra førum fóru manningarnar, sum høvdu tikið ímóti ognar- og ferðasteypi fyri at hava vunnið á ólavsøku, aftur á pallin eftir FM skreytinum. Hesar manningarnar vóru Havfrúgvin við dreingjum, Jarnbardur við kvinnum, Ørvur og Eysturoyingum. Hjá kvinnunum umborð á Havfrúnni og monnunum umborð á Hvessingi mundi tað ivaleyst kennast eitt sindur hugstoytt, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna ólavsøkuróðurin, meðan tað var plástur á sárið hjá gentunum umborð á Ørnini og ikki minst monnunum umborð á Sølmundi, at hesir bátarnir vunnu á ólavsøku.
Átjan manningar fingu heiðurskrónur, og burtursæð frá Sandoynni, sum ongan bát hevði við í ólavsøkuróðrinum, so fingu allar hinar sýslurnar okkurt settið av heiðurskrónum.
Tyngdin í Streymoy
Norðurstreymoyingar vunnu helmingin av FM gullkrónunum. Vestmenningar í nýggju Havfrúnni vunnu FM bæði við gentum og dreingjum, og Hvessingur við monnum vann FM.
Samantalt vann Suðurstreymur flest heiðursmerkir. Tvær manningar í Havnini vunnu FM, tvær vunnu silvur, og tvær vunnu bronsu. Í Norðurstreyumi vunnu tvær silvur, og eingin vann bronsu.
Eysturoyggin vann eitt gull, eitt silvur og eitt bronsu. Øll heiðursmerkini fóru á Skálafjørðin, og harvið kann eisini staðfestast, at eystari parturin av Eysturoy vann einki, og tað bar illa til at vinna nakað, tí eingin manning úr Leirvík, Gøtu ella Fuglafirði luttók í ólavsøkuróðinum, og í undanfarnu róðrunum eru tað bara fuglfirðingar, sum hava roynt at verið við.
Í Vágum er áhugin fyri kappróðri stórur. Í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum manna tær Riddaran, í kappingini millum 5-mannafør við gentum vóru tveir vágabátar á ólavsøku - Súlan og Ørnin (Beinta varð mannað í Havnini) - og í 8-mannafars kappingini høvdu teir bæði Miðving og Fríggjaran. Í Vágum hava tey ongantíð í nýggjari tíð luttikið í kappingini millum 10-mannafør. Tvey sett av heiðurskrónum fóru vestur í Vágar. Genturnar umborð á Ørnini fingu silvur, og teir umborð á Miðvingi fingu bronsu.
Soltið í Norðoyggjum
Suðuroyingar áttu á ólavsøku fýra manningar. 5-mannafarið úr Vági var umboðað bæði í dreingja- og genturóðrinum, Snopprikkur úr Hvalba var við í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum, og so var nýggi Suðuroyingurin eisini við. At tað eydnaðist dreingjunum umborð á Royndini Fríðu at stríða seg til eitt samantalt triðja pláss boðar kanska frá, at tað fer ikki at hilnast so illa har suðuri, sum tað onkuntíð hevur verið tikið til, at tað fer at gera.
Sammett við tey árini, tá bæði Klaksvíkingur og Norðoyingur stóðu seg væl í kappingini millum 10-mannafør, tá Árnfirðingur var mest vinnandi báturin millum 8-mannaførini, og tá Fípan Fagra við bæði dreingjum og gentum og seinni Páll Fangi við kvinnum gjørdu um seg, so er støðan í Norðoyggjum, hvat kappróðrinum viðvíkur, út av lagi vánalig. Í summar royndu teir í Klaksvík at manna 8-mannafarið Nevið Reyða, men tað datt skjótt niðurfyri. Á nógvu teimum síðstu stevnunum hava genturnar umborð á Fípuni Føgru verið einasta umboðið úr Norðoyggjum.
Genturnar umborð á Fípuni Føgru hava verið støðugar, og tá tað eftir ólavsøkuróðurin varð talt saman, skarst tað so mikið væl, at tær fóru norður aftur við bronsukrónum um hálsin. Kanska hetta fer at kveikja um áhugan og leypa brell á, so fleiri manningar úr Klaksvík fara at royna seg komandi kappróðrarár, tá fyrsti róðurin verður á norðoyarstevnu.
Vestmanna framúr
Havnarmenn og argjamenn eru óførir í kappróðri, og tað er kanska ikki annað at rokna við, tí ein so stórur partur av fólkinmum í landinum býr í høvuðsstaðarøkinum.
Meiri merkisvert er tað, tá einstakar bygdir gera nógv um seg. Eitt er, at ein manning av bygd skarar framúr, nakað annað er, tá ein og sama bygd mengar at gera seg galdandi í fleiri kappingum.
Vestmanna hoyrir til bestu kappróðrarbygdirnar í landinum, og á ólvasøku var um reppið, at vestmenningar av álvara gjørdu bart. Havfrúgvin við dreingjum vann ólavsøkuróðurin og FM heitið.
Gentumanningin vann eisini FM, og tað var um reppið, at tær vunnu ólavsøkuróðurin. Og so var tað um eitt hár gjørt, at vestmenningar stóðu fyri sensatiónum bæði í kappingini millum 8-mannafør og 10-mannafør. Gullbrandur og Vestmenningur lógu báðir tætt undir Molanum, báðir bátarnir vóru fremstir inn móti málinum, og tað var ikki fyrrenn á teimum allar síðstu metrunum, at teir vóru tiknir. Sjálvandi var hetta harmuligt fyri vestmenningar, men avrikið var samstundis ein staðfesting av, at áhugin fyri og ídni í kappróðrinum er ikki størri í nakrari bygd, enn tað er í Vestmanna.









