Av dystunum í føroysku landskappingini í 90-unum hava teir millum GÍ og HB verið nakað serligt. Gøtumenn vóru føroyameistarar fýra ferðir upp í slag, og flestu ferðirnar var HB nærmasti kappingarneytin ? ja, tað eina árið tryggjaði GÍ sær FM-heitið í evstu løtu frammanfyri HB.
Hetta er eftirhondini nøkur ár síðani, men dystirnir millum GÍ og HB munnu framvegis vera millum teir mest áhugaverdu og undirhaldandi í føroysku fótbóltskappingini. Millum annað minnast vit í 1996, tá Magni Jarnskor stutt inn í seinna hálvleik hevði lagt GÍ á odda 2-0. Málverjin Jens Martin Knudsen var komin við út á vøllin at fegnast saman við liðfeløgunum og var ikki komin upp á pláss aftur, tá HB byrjaði aftur og Uni Arge smekkaði til av miðjuni og í tóma málið! Tað kunnu teir báðir í dag sita og flenna eftir uppi á Ólafsfirði?
Tá GÍ var upp á tað besta, sendu teir onkuntíð HB suður aftur við stórtapi, men í fjør var øvugt, tá havnarliðið vann 3-1 ? og tað var eftir henda sigurin, at fólk av álvara fóru at tosa um HB sum føroyameistara.
Útgangsstøðan hjá HB í morgin er ein heilt onnur, enn hon var í fjør. Eydnast tað ikki HB at fáa stig ? og helst øll trý ? eru møguleikarnir fyri at verja føroyameistaraheitið svunnir burtur í næstan einki, ikki minst um tað samstundis eydnast KÍ og B36 at vinna.
Øvugt er hjá GÍ, sum liggur væl fyri. Teir hava vunnið allar sínar seks heimadystir higartil ? millum annað fekk KÍ sítt higartil einasta tap í ár í Gøtu. Tosið um álopstrupulleikar í GÍ er horvið sum døgg fyri sól, nú Alexander »Sasha« Radosavljevic hevur skotið hat-trick í tveimum dystum á rað.
Hann var ikki tøkur hjá gøtumonnum í byrjanini av kappingini, men nú hevur hann veruliga sett ferð á GÍ, sum saman við KÍ og B36 er fremsti FM-biðil í løtuni.
Venjarin Johan Nielsen hevur allar sínar mans tøkar móti sínum gamla felag, og hann vil heldur enn fegin, at liðið hjá sær vinnur sín fjórða sigur á rað í landskappingini.
Stendur væl til í GÍ, so er hinvegin einki lag í HB, sum als ikki hevur livað upp til árið í fjør. Allan Mørkøre verður nevndur sum orsøkin til, at tað hevur gingið so illa hjá føroyameistarunum, men tað er neyvan einasta frágreiðingin, nú HB skal royna at halda fast í FM-møguleikanum. Tað mugu teir allarhelst gera uttan Súna Fríða Johannesen, sum hevur verið darvaður av skaða og er ivasamur til dystin í morgin. Allir hinir eru klárir, og so er spurningurin, um Ion Geolgau fer at gera nakrar broytingar í mun til dystin móti VB, sum vágbingar vunnu 1-0.
Sumbingar kunnu fara framvið ÍF
Tað fer ivaleyst at standa nógv á, tá Sumba tekur ímóti ÍF á Krossinum í morgin. Talan er um reina botnuppgerð, og fyri sumbingar telur bert ein sigur. Teir hava spælt tíggju dystir og tapt níggju av teimum, og á pappírinum er heimadysturin móti ÍF ein av teimum, sum má og skal vinnast, um teir ætla sær at halda sær uppi í bestu deildini.
Framgongd var at hóma hjá sumbingum móti B36 seinasta vikuskiftið, men teir eru ikki nóg avgjørdir framman fyri málinum, og tá tað gongur illa at fáa bóltin í netið, er torført at vinna!
Liðskiparin Dánjal Johan Joensen fekk reyða kortið í Gundadali og er tískil leikbannaður hesaferð. Tað er Mortan úr Hørg hinvegin ikki. Hann sat uttanfyri móti B36, men verður við aftur móti fuglfirðingum.
Miðvallarin Jan Poulsen er framvegis skaddur og verður neyvan við í morgin.
Teir í ÍF taka dystin í morgin í størsta álvara. Teir fara suður í kvøld og vita, at um teir tapa, detta teir heilt niður á aftasta plássið, og tað kann verða tungt at sleppa av aftur.
Eins og sumbingar mugu teir spæla uttan mannin, sum vanliga er liðskipari. Torstein Joensen fekk sítt triðja gula kort móti NSÍ og er leikbannaður hetta umfarið.
Í javnleikinum móti NSÍ spældi Ken Bærentsen undir liðini á Robert Cieslewicz í álopinum. Ken royndist væl, men skúlagongdin ger, at tað ikki eru stundir til 1. deildarfótbólt, so tann gleðin var stokkut hjá venjaranum Piotr Krakowski.
Eyðun Samuelsen hevur fyrr í ár spælt á 1. deild, men er nú dottin niður í 3. deild, og Uni og Bárður Mortensen eru enn ikki komnir í dystarvenjing eftir summarsteðgin.
Símun Eliasen verður við í morgin, og tað verður hann eisini móti B36 um eina viku. Hvussu verður eftir tað, er framvegis ógreitt.
Í hagtølunum síggja vit, at 1. deildardystir millum Sumba og ÍF ikki er gerandiskostur. Skulu vit ganga eftir hagtølunum, so vinnur ÍF í Fuglafirði, meðan sumbingar vinna, tá teir hava heimavøll. Um hetta heldur, fer Sumba upp um ÍF á stigatalvuni, og í so fall sleppa sumbingar av niðasta plássinum fyri fyrstu ferð í ár!
NSÍ eltir fjórða plássið hjá HB
Í morgin fara toftamenn og B68 inn í Heiðar. Har hava teir ofta havt gott tak á heimaliðnum, men tey seinnu árini hevur tað ikki hilnast so væl, og B68 hevur ikki vunnið í Runavík síðani 1992, tá úrslitið var 4-2.
Málið hjá B68 er at vera við í kappingini um plássini í altjóða kappingunum, og tí er tað týdningarmikið fyri teir í hvussu so er at endurtaka javnleikin frá fyrra dystinum. Í øðrum umfari endaði dysturin á Svangaskarði málleysur.
Toftamenn hava sama fólkið tókt, sum teir høvdu móti KÍ, tá teir síðstu løtuna skorau tvær ferðir. Allan Joensen vardi málið síðsta sunnudag, meðan Magnus Poulsen, sum hevði verið burtur í summarfrí, var á beinkinum. Allir brasiliumenninir vóru á vøllinum í 1. hálvleiki, men í 2. hálvleiki fekk Bogi Petersen møguleikan, og tað kann hugsast, at hann verður við aftur í morgin. Oleif Joensen er givin, og Olaf Højgaard verður heldur ikki við aftur í ár, tí hann er til skips.
Í Runavík mettu teir avrikið at vera vánaligt, tá teir vóru á Toftum, og tað skundaði undir, at teir skiftu venjara. Trygvi Mortensen hevur allar teir tøkar, sum spældu í Fuglafirði, og harafturat eru Helgi L. Petersen, sum síðsta vikuskifti var leikbannaður, og Arnfinn Langgaard, sum hevði verið burturi í summarfrí, við í hópinum.
Í Runavík skuldu teir í dag snøgga rundanum vøllin, áðrenn gestirnir av Toftum koma inn. Í NSÍ droyma teir um altjóða fótbólt, og um tað eydnast teimum av vinna í morgin, og HB samstundis tapir í Gøtu, so verða hesi bæði liðini jøvn í stigum á fjóðra plássið.
Sandoyingar kenna sín leiklut
Sandoyingar síggja ikki so stóran mun á uppgávunum. Um tað er GÍ á heimavølli ella KÍ á útivølli ger næstan tað sama. Bitin er ivaleysa stórur hvørja ferð.
? Men tað er undarligt. Tú hugsar um HB sum eitt so gott lið, at møguleikin er lítil og eingin at vinna ímóti teimum, og so megnar tú kanppliga javnleik móti teimum. Næstu løtuna verður HB sagt at vera í kreppu, og talan er so at siga um somu spælarar, filosoferar Eli Hentze, álitið hjá B71.
Sandoyingar hava verið meiri plágaðir av skaðum í ár enn nakrantíð áður. Peter Ritter og Bjørn Thorsteinsson hava báðir skaða í lærkrikanum at dragast við, og teir hava ikki valt við fullari ferð í vikuni.
B71 fer til Klaksvíkar at dyrgja eftir einum stigi. Uppskriftin í sovorðnum førum plagar at vera at draga ferðina niður og at brúka nógva tíð um deyðbóltsstøðurnar. Hvussu tað fer at eydnast veldst nógv um, hvussu tað verður við sinniliga yvirskotinum.
Men tað snýr seg eisini um klaksvíkingar, bæði teir á vøllinum og teir kring vøllin. Tony Paris hevði spælararnar leingi í umklæðingarrúminum, eftir at teir síðstu løtuna komu sær í vanda á Svangaskarði, og mánakvøldið høvdu teir aftur fund.
Allir teir, sum vóru við á vøllinum á Svangaskarði eru aftur í hópinum. Gunnar á Steig skal hava dystarvenjing í 2. deild í dag, og Meinhardt Joensen verður eykamálverji í morgin. Niclas Niclassen spældi í 3. deild á Svangaskarði, tí hann kom ikki inn í 1. deild. Hann fekk gult kort í 3. deild og er leikbannaður hetta vikuskiftið.
Lyklaspælarar eru leikbannaðir
Um B36 skal gera seg galdandi í kappingini um FM, so er alneyðugt hjá teimum at fáa trý stig seinnapartin í dag, tá VB kemur í Gundadali. Hetta ásannar Tomislav Sivic, samstundis sum hann sigur, at teir hugsa nógv um ferðina til Turkalands, har teir skulu spæla hósdagin.
Vágbingar eru ikki heilt leysir av botninum, men lagið er betri, nú tað eydnaðist at fáa trý stig móti HB. VB hevur ofta staðið seg væl í Gundadali, og teir vóna at hava okkurt suður aftur við.
Hjá B36 er Ninoslav Milankovic leikbannaður, tí hann fekk reytt kort móti Sumba. Jugoslavin er í hesi vikuni í Lyngby og royndarvenur. Arnbjørn Danielsen fekk triðja gula kortið síðsta sunnudag og er leikbannaður. Øssur Hansen fer at røkja vongverjan í vinstru, og á miðvøllinum vera Jan Guttesen, Ronnie Samuelsen og síðsta plássið fer sambært venjaran til Djóni N. Joensen ella til Tomislav Sivic sjálvan.
Hjá VB er tað stórur smeitur, at Krzysztof Popczynski, spælandi venjarin, er leikbannaður og tískil hvørki kann vera á vøllinum ella á beinkinum. Allir hinir, sum vunnu á HB, eru tøkir seinnapartin í dag.










