Stutt millum teir fremstu

Súkkling: Minni enn ein minuttir var á muni millum nummar eitt og nummar fýra í samlaðu støðuni, tá tveir teinar av kappingini vóru avgreiddir

Dagur 2. Eysturoyggin 106 km samlaður startur ? hósdagur 5. august 1999


Norðskáli ? Leirvík ? Statoilstøðin í Runavík


Eisini hósdagin var dýrdarveður, tá 32 súkklarar kl. 16.00 á Norðskála fóru undir annan teinin av Statoil kring Føroyar. Tað var ein hugtakandi sjón, tá hópurin við fylgibilum og løgreglu arbeiddu seg norður gjøgnum bygdina. Av tí at hetta er bygt øki og nógv børn vóru úti, koyrdi ein bilur fremst fyri at avmarka ferðina til komið varð norður um bygdina. Komin út á landsvegin varð ferðin sett upp, og kappingin byrjaði av álvara. Í brekkuni oman fyri Ljósáir var allur hópurin enn samlaður, hóast onkur vísti lyndi til at dragna afturúr.


Fýra fóru um Eiðisskarð

Í fyrstu brekkuni niðan móti Eiðisskarði settu teir sterkastu rættuliga ferð á, og stór spjaðing kom í.

Komir niðan á Eiðisskarð vóru bert fýra eftir á odda: Rógvi Johasen, Bogi Kristiansen, Keld Petersen og Jens Tousgaard. Aftanfyri teir lógu Gunnar Dahl-Olsen og Brian Lykke Petersen. Komnir oman til Funnings varð støðan hin sama, hóast Gunnar varð komin skjótastur oman av teimum sum lógu aftanfyri.

Inn eftir Funningsfirði valdi Gunnar at bíða eftir einum bólki við m.a. Johan Brend, sum lá aftanfyri. Hesin bólkurin tók støðugt teir fýra fremstu inn aftur, men niðan úr Funningsfirði slitnaði aftari bólkurin sundur aftur. Á Skálafjørðinum fingu Gunnar og Brian tó fremsta bólkin aftur og vóru teir nú seks á odda: Rógvi, Bogi, Keld, Jens, Gunnar og Brian. Hesir vóru eisini samlaðir tá teir komu framvið Statoilstøðini í Runavík fyrstu ferð, hóast Jens Tousgaard í somu løtu sleit seg frá hinum. Gunnar sá út sum hann vildi fara eftir honum, men gjørdi tað kortini ikki, og í staðin fór Brian Lykke Bistrup eftir Jens, og lógu teir báðir fremstir, tá teir komu til Toftir. Á veg niðan um Agnið sleit Jens seg tó frá Brian, sum fór aftur til Rógva, Boga og Keld. Gunnar dragnaði afturúr aftara endanum so hann kom at koyra einsamallur.


Eingin tók Jens

Hendan støðan stóð við tá teir fóru at súkkla tey seks umførini í Runavík. Fyrstu umførini megnaði Jens at økja frástøðuna til hinar aftanfyri, fyrst var frástøðan 36 sekund, síðani 1 minuttur og 3 sekund, og so 1 minuttur og 7 sekund, men so minkaði tað aftur til 56 og 45 sekund, men Rógvi, Bogi og Keld megnaðu ongantíð at taka hann aftur, og Jens vann teinin 50 sekund framman fyri Rógva, soleiðis at Jens lá á odda í samlaða Statoil kring Føroyar, eftir at 2. teinurin var súkklaður.


Øll gera eitt stórt arbeiði

Á rundteinunum í Runavík royndi Keld at taka seg frá Boga og Rógva, so eisini hann kundi leggja tíð aftur til føroyingarnar. Í fyrstu royndini eydnaðist hetta ikki, men aðru ferð eydnaðist betur, og Keld kom á mál 8 sekund frammanfyri Boga og Rógva.

Í hesi skrivingini verður størstur dentur lagdur á teir fremstu súkklarnar, men afturat hesum seks, sum eru nevndir, eru 26 onnur, sum øll berjast við øðrum á teirra støði og seg sjálvan fyri at fáa sum mest burturúr. Summi koyra fyri at vinna og onnur fyri at hava eitt gott upplivilsi. Øll gera tey eitt stórt arbeiði sum tey fægstu megna at luttaka í.


Statoil Kring Føroyar


úrslit av teininum í Eysturoynni


Navn Nr. LiðTíð


1. Jens Tousgaard5FIX2:59:39

2. Keld Petersen4CCG3:00:21

3. Rógvi Johansen3CAA3:00:29

4. Bogi Kristiansen1CCG3:00:29

5. Gunnar Dahl-Olsen8TSF3:05:26

6. Brian Lykke Bistrup6CCG3:05:27

7. Peter Villumsen18CCG3:13:28

8. Peter S. Olsen9CCG3:13:28

9. Niels Jakob Thomsen20CCG3:18:00

10. Ole Byriel23CAA3:18:01

11. Frank H. Andersen10CAA3:18:02

12. Kjartan Egholm15TSF3:18:03

13. Sverri M. Edvinsson11TSF3:18:04

14. Páll Didriksen14TSF3:18:33

15. Kenneth Gormsen7CCG3:20:39

16. Esmar Joensen17TSF3:29:07

17. Eyðun Bærentsen26TSF3:29:07

18. Eyðun Poulsen22TSF3:29:07

19. Kjeld Jensen25TDC3:29:16

20. Jóhann Brend12TSF3:30:36

21. Beinir Rasmussen21TSF3:32:40

22. Melina Rasmussen13CCG3:38:36

23. Evald Rasmussen24TSF3:39:40

24. René Palm16CAA3:39:41

25. Kári Simonsen2TSF3:41:27

26. Jón Ellingsgaard30TSF3:57:19

27. Søren Sellebjerg27CCG3:57:19


27 luttakarar gjøgnumførdu kappingina í Eysturoynni. Teir sum ikki gjøgnumføra ein einstakan tein fáa onga tíð og verða heldur ikki roknaðir uppí samlaða úrslitið, men eru vælkomnir at koyra hinar kappingarnar, ikki sum í Tour de France har teir ikki sleppa at halda áfram.


Samlaða støðan eftir tveir teinar


NavnNr.LiðTíð


1. Jens Tousgaard5FIX3:07:13

2. Rógvi Johansen3CAA3:07:46

3. Keld Petersen4CCG3:07:54

4. Bogi Kristiansen1CCG3:08:11

5. Gunnar Dahl-Olsen8TSF3:13:12

11. Sverri M. Edvinsson11TSF3:26:12

13. Kjartan Egholm15TSF3:26:37

14. Páll Didriksen14TSF3:26:43

16. Eyðun Bærentsen26TSF3:37:26

17. Esmar Joensen17TSF3:37:40

18. Eyðun Poulsen22TSF3:37:58

20. Jóhann Brend12TSF3:38:38

21. Beinir Rasmussen21TSF3:41:09

24. Evald Rasmussen24TSF3:48:27

25. Kári Simonsen2TSF3:50:20

27. Jón Ellingsgaard30TSF4:06:41