fáa hesa sjúku í Føroyum, í mun til grannalondini, sigur Eliesar Olsen. Tiltakið hjá »Bót til Bata» var eisini gjørt fyri at staðfesta, at viðgerðin herheima er á hædd við tað, sum fæst í grannalondunum [...] krabbamein, men í flestu førum verður viðgerðin nú gjørd í Føroyum. Landssjúkrahúsið hevur samband við danska sjúkrahúsverkið, og fastur onkologur vitjar og veitir javnan ráðgeving í Føroyum. Tað hevur verið [...] at føroyskir sjúklingar í Danmark fáa betri viðgerð enn danir. Er tað rætt? Í Danmark eru føroyingar ikki betur fyri enn danir, men í Føroyum er t.d. bíðitíðin minni, og tað ger, at viðurskiftini hjá
blunka! Eg hoyri tað fyri mær. ? Ábyrgd av egna landi?. ?Skipað ætlan?. ?Føroyskan leist?. ?Spæla fólk í húsi?. Nakað, sum tá vit í gomlum døgum skuldu læra Katekismus (grundsetningar) í Kommunuskúlanum [...] okkara og viðgjørt sum tað fyrsta. Tað ber ikki til at gera sum strutsurin. At stinga høvdið djúpt niður í sandin langt har frammi, og venda tí sum er her bakið, og bara vóna, at tað gongur væl. Javnað [...] búskaparliga. Tað verður malið uttanum, soleiðis at tann, sum ber orðið búskap uppá mál, kennir seg sum eitt tvørball, tornæman, tí í fullveldisætlanini er man ikki komin til tað punktið í programmeringini
tríggjar vikur verður fyrsta enterprisan boðin út. Tað mesta innanveggja verður brotið niður og klædningurin verður skiftur. Tá ið starvsfólkini við árslok til nýggju øldina flyta verður tað í ein so at siga [...] til flytingina, sum verður við árslok 1999/2000, sigur Marner Jacobsen, stjóri í Føroya Sparikassa. Føroya Sparikassi flytir í bygningin, sum Føroya Fiskasøla hevur átt. Men áðrenn tað kemur so langt skulu [...] Tað verður tosað so nógv um bygnaðarbroytingar í hesum døgum. Føroya Sparikassi er ikki eftirbátur og til tess at laga seg til framtíðaravbjóðingar hevur stovnurin gjørt umfatandi broytingar í leiðlsu
Danska bilblaðið Motor hjá FDM hevur verið í Onglandi og roynt Ford Focus áðrenn hann kom á marknaðin í Danmark. ? Tað tykist, sum um allar bilverksmiðjur nú á døgum hava sett sær fyri at seta VW Golf upp [...] var tað so, at Ford Focus og Ford Escort skuldu koyra lið um lið í eini tvey ár, men síðani hevur Ford Focus tikið yvir lutin hjá Ford Escort, sum ein av mest seldu bilunum á marknaðinum. Nú er tað soleiðis [...] Focus millum ásarnar. Tað tykist sum um, at teir hava hugsað nógv um smálutirnar við Focus, er niðurstøðan hjá Motor. Knøttarnir til radio, sum eru á róðrinum, eitt øskubikar, sum er sett høgt uppi, um
Vaktar- og Bjargingartænastuni. - Fyri tað fyrsta er púra onki hald í skuldsetingunum. Og fyri tað næsta er talan um skuldsetingar, sum eru so burturvið, at øll vita tað. Elmar Højgaard nevnir t. d. at ein [...] Talan er m..a. um skip, sum fiska svartkalva við gørnum og havtasku. - Tað eru nakrir ávísir bátar, sum fiska tann fiskin. Men tað er dýrt at gera seg út til tann fiskiskapin. So tað er illa hugsandi, at [...] teir ikki hava loyvi til tað. - Bátarnir, sum fiska gulllaks, hava eisini serligt loyvi. Men vit hava ongantíð sæð aðrar bátar fiska gulllaks uttan teir, sum hava lovyi til tað. Tað eru eisini bara eitt,
so undrandi upp á fólk, sum koma inn, alt meðan hann í allar ævir knossar tunga steinin, sum hann hevur í kneppinum. Hetta er modellið til traðarmannin, sum stendur í miðbýnum í Tórshavn. Hjørdis heldur [...] henni væl. ? Eg kenni tað ikki sum nakað bindandi, men sum nakað, sum krevur meira av mær, enn um eg bert skuldi gjørt tað, sum mær dámar, sigur hon. Hon sigur, at tað mangan er sera spennandi at seta seg [...] sindur av álvarsemi í tónalagnum, tí tað er so, at sum er, ber tað til hjá teimum báðum at liva av teirra list. Og hetta vilja tey ikki uppgeva, sjálvt um tað merkir, at tey ikki hava tað nógva av pengum millum
húsarhaldi í Føroyum. Er tað rætt? Eg haldi tað ikki. Tí verður uppskot sett fram á ársfundinum, um at umboðsnevndarfundirnir framyvir verða opnir. Hetta á sama hátt sum í býráðunum, har tað sjálvsagt ber [...] til nakað stórvegis í hesum máli, tá ið tað ikki stendur á skránni. Helst verður tað sum vanligt. Leiðslan sigur, at hon hevur hesar ella hasar ætlaninar, og so ger hon annars bara, sum henni lystur, óbundin [...] 16 mió., og tað er í veruleikanum ivaleysa stórt. Streymprísirnir kunnu lækka 20 oyru Nú kunnu vit øll gleðast um, at tað gongur væl hjá SEV. Men spurningurin er, um tað er neyðugt, at tað gongur so væl
høvi at halda tað. Í hesum døgum verður eitt blað borið í hvørt hús í Føroyum, har fólk fáa møguleikan at tekna seg sum haldarar. Tað kostar 240 krónur at halda blaðið um árið, men tey, sum tekna seg nú [...] Tað er føroyska kunningarstovan FØR-DAN í Danmark, sum gevur blaðið út. Færøerne kemur út á donskum og er í fyrsta umfari ætlað at kunna fólk í hinum Norðurlondunum um Føroyar og føroysk viðurskifti. Hetta [...] ymisk viðurskifti so gjølla sum møguligt eru í hvørjari útgávu greinar, sum fólk við serkunnleika á ymiskum økjum skriva. Millum teirra, sum higartil hava skrivað slíkar greinar, kunnu nevnast Herálvur
listaframsýning í SMS í vikuni og er eisini maðurin aftanfyri kenda klovnin JoJo, ið eisini hevur framførslu ymsa staðni í hesum døgum. Hvat er ein indiáni? Børnini, sum henda gráa og váta dagin í oktober fingu [...] væntar at tað verður Moving Body. Tí Jason er sjáldan í frið. Siðurin at fara í sveittismáttu er ein skikkur Jason kennir væl. Ein sveittismátta verður bygd eftir ávísum ritualum og siðum. Í smáttuni sita [...] brúkt, tá ið teir fóru í kríggj fyri at ræða mótpartin. Trumman er gjørd av serligum træi, ið nevnist basswood. Tað verður vætað og boygt til. Jason er í ferðalagi við Joel Cole, sum er amerikanari giftur
Í hesum døgum venur Havnar Sjónleikarfelag nýggjan leik. Leikurin, sum verður frumframførdur 21. november, eitur Ferðin til teir grønu skuggarnar og kendi danski høvundurin Finn Methling, sum hevur fingið [...] hetta er fyrstu ferð í søguni hjá Havnar Sjónleikarfelag, at tað verður roynt. Jytta Joensen hevur leiklutin og Eyð Matras leikstjórnar. Poul Johannes Lindberg, sum á sinni var formaður í Havnar Sjónleikarfelag [...] lívsmynd, sum er tíðar- og staðarleys. Hann er um lívið og kenslurnar hjá kvinnuni, ið spælir. Methling, ið hevur kinesiskar røtur, arbeiðir ofta við tí innvenda, tað vil siga, at pallmyndin er í leikarunum