Vitapassari og listarkvinna

Skuggar og speglingar eru eyðkennini í listini hjá Hjørdis Haack, sum livir av sínari list í Keypmannahavn.

Jónheðin H. Tróndheim

Grátt og sirmar. Ein av hesum longu og heldur tungu døgum, tá jakkin og blusan klistra at kroppinum, hóast tað er kalt í veðrinum. Ein bussur fer larmandi framvið, og einki í býnum hevur frið á sær.

Eri staddur í Keypmannahavn hendan gráa oktobermorgun og á veg út til Hjørdis Haack. Teinurin út til hennara bústað var nógv longri enn væntað, men lat tað fara. Trúgvur móti tí føroysku náttúruni komi eg ein hálvan tíma seinni enn avtalað var.

Men hvør er hendan Hjørdis, sum eg eri á veg út at vitja. Hjørdis Haack er hálvur føroyingur og hálvur dani, men hon er uppvaksin í Svøríki og hevur búð alt sítt lív uttan fyri Føroyar. Hon er listarkvinna. Fór á listaskúla í Stokkhólmi sum 16 ára gomul og helt fram á svenska kunstakademiinum eftir lokna skulagongd, og hon hevur síðan arbeitt sum listarkvinna. Hetta er í stuttum Hjørdis.


Traðarmaðurin heilsar

At enda eri eg komin til íbúðina hjá Hjørdis og Hans Paula. Ring uppá fari inn. Innkomin kenni eg meg heima, tí í einum horni stendur traðarmaðurin og hyggur so undrandi upp á fólk, sum koma inn, alt meðan hann í allar ævir knossar tunga steinin, sum hann hevur í kneppinum. Hetta er modellið til traðarmannin, sum stendur í miðbýnum í Tórshavn.

Hjørdis heldur saman við Hans Paula Olsen listarmanni. Hjørdis og Hans Pauli eiga tvey børn, Elias og Femju.

Hjørdis umber alt óruddið og sigur, at trupult er at finna rúmd til standmyndirnar hjá Hans Paula. Sjálvur hevði eg gleðiliga tikið mær av teimum, um tað skuldi komið upp á tal.

At listafólk búgva inni her ber stovan boð um. Standmyndir og málningar skapa eitt umhvørvi, sum ber boð um, at her er tað listin í sær sjálvum, sum heldur húsinum saman.


Longsulin heim til Føroyar

? Fyrr tosaði Hans Pauli alla tíðina um at flyta heimaftur, men tá vildi eg ikki. Nú vil eg sleppa til Føroyar, men nú vil hann ikki, sigur Hjørdis flennandi við eitt sindur av álvarsemi í tónalagnum, tí tað er so, at sum er, ber tað til hjá teimum báðum at liva av teirra list. Og hetta vilja tey ikki uppgeva, sjálvt um tað merkir, at tey ikki hava tað nógva av pengum millum fingrarnar. Hetta hevði undir ongum umstøðum borið til í Føroyum

? Tað snýr seg ikki alt um pengar, men um at gleðast um tað, sum mann ger, sigur Hjørdis og leggur afturat, at tey fyri fáum árum síðan fingu trupulleikar við skattamyndugleikunum í Danmark, tí sagt varð, at tað ikki bar til at liva av so lítið av pengum. Men Hjørdis sigur, at tað gjørdu tey. Og tey kendu seg ikki at líða nakra neyð.

? Tað er bert ein spurningur um at halda útreiðslunum niðri, sigur hon og vísir á, at á hendan hátt hava hon og Hans Pauli megnað at fingið til dagin og vegin.


Ikki føroysk listarkvinna

? Eg kann ikki siga, at eg eri ein føroysk listarkvinna, skilt á tann hátt, at mín samleiki er tann føroyska listin. Eg eri meira svenskari enn føroyingur. Mínar myndir eru ikki ógvusligar kenslur, sum er so eyðkent fyri føroysk listarfólk, sigur Hjørdis og vísir nakrar av myndum sínum. Satt er, sum hon sigur. Hjørdisi dámar væl at arbeiða við skuggum og speglingum. Hetta gongur sum ein linja gjøgnum allar myndirnar hjá henni.

Hon sigur tó, at hon í eina tíð royndi at arbeiða við abstraktu listini, men hetta vavr bert í eina tíð, og so kendi hon seg ikki at fáa meira burtur úr henni og gavst við tí.

Í dag er hon meira at kalla farin aftur til ta upprunaligu listina, sum hon byrjaði við sum ung.


Bergtikin av speglingum og skuggum

Hon vísir mær eina mynd at Kallsoynni, sum hevur ein løgnan dám yvir sær. Jú, eg síggi rætt. Hetta er sum at hyggja út gjøgnum eitt vindeyga, har øll stovan speglast í glasinum og verður ein partur av tí, sum eyga sær. Ein heilt øðrvísi háttur at lýsa eina náttúru uppá.

Flestu myndirnar hjá Hjørdis er sera stórar. Tríggjar metrar breiðar og tveir høgar.

? Eg kenni tað, sum um at ein mynd gevur meira, størri hon er. Tann, sum hyggur at einari stórari mynd, gerst ein partur av myndini, tá ið hann ikki sær alla myndina í senn. Um sama mynd var krympa niður í eina hóskandi stovumálningastødd, so var hon bert ein mynd á einum veggi, sigur Hjørdis, og leggur afturat, at hon sjálvandi eisini ger smáar malningar, men at hennara alskur er hjá teimum storu málningunum.


Arbeitt við standmyndum

Men hon hevur eisini roynt at arbeitt við standmyndum. og tað var júst á hendan hátt, at hon møtti Hans Paula. Í 1983 var hon við á einari myndaframsýning á Kalmar konstmuseum í Svøríki. Hon hevði gjørt nakrar standmyndir, har hon royndi at arbeiða við speglingum og skuggum. Á somu framsýning var Hans Pauli, sum eisini hevði gjørt nakrar royndir við júst tí sama. Á hendan hátt møttust tey bæði.

Men tíðin, har Hjørdis arbeiddi við standmyndum var stokkut.

? Hetta var bert ein roynd hjá mær, og eg kendi skjótt, at mær dámdi nógv betri at arbeiða við at mála, sigur hon, meðan hon rættur ein faldara um Aalborg Politigård yvir um borðið.


List í bygningum.

Í faldaranum stendur ymiskt um nýggja politigarðin í Aalborg og niðast í einum horni stendur: Udsmykning: Billedekunster Hjørdis Haack.

Hetta er ein parturav hennara arbeiði, at arbeiða saman við einum arkitekti at gera bygningar og annað.

Eg havi verið heppin, tí arkitekturin, sum eg arbeiði saman við, er sera áhugaður í list og vil tengja listina saman við bygninginum. Ikki bert hanga nakrar tilvildarliga valdir málningar upp á veggin. Hon greiðir frá, at arkitekturin vil hava hana at vera við í allari prosessini, so hon sleppurat gera hugskotini, longu tá farið verður undir tær fyrstu tekningarnar. Hjørdis heldur hetta vera sera heppið, tí á hendan hátt kann hon skapa list, sum undir øðrum umstøðum als ikki lat seg gera uttan óhugnaligar útreiðslur.

Í døminum við politigarðinum í Aalborg er hetta sera sjónligt. Har hevur Hjørdis arbeitt við sólarljósinum á einari teldu, so at til bar at síggja, hvussu sólarljósið kom in gjgnum vindeyguni og legist á veggir og gólv. Í sjálvum miðjum bygningi er ein gullsól, sum kastar ljósið runt í fleiri rúm. Í forleingilsi av tí rúminum eru nakrar geingir, har gólvið er svart. Har fekk Hjørdis gólváleggjaran at skera nakra hvítar strikur í. Hetta sær út sum um sólin skýnur inn gjøgnum vindeygu í rúmunum, sum eru í geingini, sjálvt um eingin sól kemur inn nakra staðni. Hetta sær heilt ótrúliga løgið út, men tað gevur eina kenslu av, ljósið er onkunstaðni í geingini.

Hon hevur eisini fingið nógv lovandi orð um tað, sum hon hevur gjørt har.


Kennir frælsi í bundnum uppgávum

Spurd hvat henni dámar við bundnum uppgávum, sigur hon at tað dámar henni væl.

? Eg kenni tað ikki sum nakað bindandi, men sum nakað, sum krevur meira av mær, enn um eg bert skuldi gjørt tað, sum mær dámar, sigur hon. Hon sigur, at tað mangan er sera spennandi at seta seg niður við einari bundnari uppgávu at loysa hana. Ofta er úrslitið nógv betri enn nakar hevði væntað, heldur hon. Men Hjørdis dylur ikki fyri, at um hon fekk eina uppgávu, sum henni als ikki dámdi, so hevði hon sagt, nei takk.

Síðan 1982 hevur Hjørdis verið við til at pynta um seks stórar ætlanir. Umframt Aalborg Politigård, hevur hon eisini gjørt Hillerød Politigård og Slagelse Politigård. Av øðrum kann nevnast Direktoratet for Udlændinge og August Krogh Instuttið í Keypmannahavn og Industridepartementet í Stokkhólmi í Svøríki.


Vitapassari í skergarðinum

Men Hjørdis hevur ikki arbeitt við list alla tíðina. Eitt árið var hon vitapassari á einari lítlari oyggj í svenska skergarðinum. Hetta kom av tilvild. Ein vinkona hjá Hjørdis hevði ein beiggja, sum umframt at vera listarmaður, eisini var vitapassari. Ein, sum starvaðist á á vitanum á Gotska Sandø gjørdist sjúkur, og so spurdi beiggi vinkonuna, um Hjørdis ikki hevði hug at arbeiða sum vitapassari í eina tíð.

Tíðin úti á oyggjunum var sera stuttligt. Har vóru fleiri uppgávur, millum annað skuldi ein rapport um veðrið sendast inn hvønn triðja tíma. Eisini var oyggin eitt náttúruresarvat, sum vitapassararnir høvdu til uppgávu at ansa.

? Eg lærdi nógv hesa tíðina. Millum annað lærdi eg at veiða djór og fiska. Tað dámdi mær sera væl, sigur Hjørdis, men sigur tó, at sjálvt um øll hugsa, at har fekk hon nógva tíð til at mála og tekna, so var tað als ikki so. Har var alt ov nógv annað at takast við. Men sigur hon, at henni dámdi so sera væl tíðina sum vitapassari.


Vit práta eina løtu afturat, meðan vit hyggja eftir myndum av listarverkunum hjá Hjørdis. Í løtuni er hon við á einari ferandi listarframsýning. Hendan framsýningin verður sýnd kring um í Danmark á ymiskum almennum støðum. Tað er Danske Kunstforeningers sammenslutning, sum hevur ferandi framsýningina. Hjørdis sigur, at henni dámar sera væl hendan háttin, tí so er tað ikki neyðugt hjá henni at vera hjástødd alla tíðina. Hon fær bara boð um, tá onkur málningur hjá henni er seldur. Tað er so, at hvørt av listarfólkunum binda seg til at hava eitt ávíst tal av listarverkum við á framsýningini fyri ikki, at framsýningin bert skal hava eini týggju listarverk at sýna fram, tá ið ein tíð er fraliðin. Men hesin hátturin frítekur listarfólkini fyri at vera hjástødd alla tíðina, so tey kunnu skapa onnur listarverk, meðan nøkur eru á framsýning.