Tað er føroyska kunningarstovan FØR-DAN í Danmark, sum gevur blaðið út. Færøerne kemur út á donskum og er í fyrsta umfari ætlað at kunna fólk í hinum Norðurlondunum um Føroyar og føroysk viðurskifti. Hetta verður gjørt við ymiskum upplýsandi greinum um ymisk samfelagsviðurskifti so sum politik, búskap, fiskivinnu, alivinnu, landbúnað, ídnað, samferðslu, ferðavinnu, mentan o.s.v.
Til tess at lýsa ymisk viðurskifti so gjølla sum møguligt eru í hvørjari útgávu greinar, sum fólk við serkunnleika á ymiskum økjum skriva. Millum teirra, sum higartil hava skrivað slíkar greinar, kunnu nevnast Herálvur Joensen, leiðari á Oljufyrisitingini, Trúgvi Johansen, umboðsmaður í Keypmannahavn, Hans Jóhannes á Brúgv, stjóri á Faroe Seafood, Kjartan Kristiansen, menningarstjóri, Símun Joensen, leiðari á Fiskaaling, Vibeke Larsen, ríkisumboðsmaður og fyrrverandi løgmenninir Pauli Ellefsen og Jógvan Sundstein.
Serblað
Í næstu útgávu fer Færøerne at umrøða ætlan landsstýrisins at endurnýggja fiskiflotan. Í sambandi við umrøðuna verða m.a. greinar, sum Johan Petersen, landsstýrismaður, Atli P. Dam, leiðari á Realinum, Lars Thybjerg, stjóri í Fiskaríbankanum og Olaf Olsen, reiðari skriva um málið at endurnýggja fiskiflotan.
Í sama blaði hevur Høgni Hoydal, landsstýrismaður grein um sjálvstýrisætlanina hjá samgonguni, og Jens Erik Magnussen, undirstjóri í Landsbankanum skrivar um landsstýrisins obligatiónir á børsinum í Keypmannahavn.
Eisini til Føroya
Færøerne verður í dag lisið víða um Norðurlond umframt aðrastaðni kring heimin, og nú fáa so allir føroyingar høvi at halda tað. Í hesum døgum verður eitt blað borið í hvørt hús í Føroyum, har fólk fáa møguleikan at tekna seg sum haldarar. Tað kostar 240 krónur at halda blaðið um árið, men tey, sum tekna seg nú, fáa eisini tey trý seinastu bløðini í ár umframt øll bløðini í 1999.