Sparikassin tvístreingjaða leiðslu

- Eyðun á Rógvu Olsen er forstjóri og Marner Jacobsen stjóri í Føroya Sparikassa. Aðrar broytingar eru eisini gjørdar í leiðsluni.

Tað verður tosað so nógv um bygnaðarbroytingar í hesum døgum. Føroya Sparikassi er ikki eftirbátur og til tess at laga seg til framtíðaravbjóðingar hevur stovnurin gjørt umfatandi broytingar í leiðlsubygnaðinum.

Stjórnin er víðkað og fatar í framtíðini um tveir stjórar. Eyðun á Rógvi Olsen, sum hevur verið stjóri í nógv ár, er nú forstjóri, og Marner Jacobsen, sum hevur verið varastjóri síðani 1997, er nú stjóri. Forstjórin tekur sær av kredittviðurskiftum úteftir og stjórin av innanhýsis umsitingarligum uppgávum.

Fyri tveimum mánaðum síðani fekk Føroya Sparikassi nýggjan kredittleiðara. Wilhelm Petersen, sum var kredittleiðari fór í annað starv. Nýggi leiðarin á kredittdeildini er nú Bogi Bendtsen, sum er útbúgvin cand.merc.aud. Hann starvaðist áður sum innanhýsis grannskoðanarleiðari. Í hesum starvinum situr nú Øssur Nolsøe, sum er útbúgvin cand.merc.aud.

Starvsfólka- og útbúgvingardeildin og marknaðardeildin eru nú lagdar saman í eina menningardeild. Hjalgrím Samuelsen, sum er útbúgvin cand.merc. og hevur starvast á fíggjar- og fyrisitingardeildini er nýggi leiðarin á menningardeildini. Jákup Mortensen og Per Jacobsen, sum áður vóru leiðarar á ávikavist starvsfólka- og útbúgvingardeildini og marknaðardeildini fara í onnur størv.


Flyta

Bygnaðarbroytingarnar, sum eru framdar í Føroya Sparikassa í seinastuni, eru gjørdar í kjalarvørrinum á nýggju lógina fyri sparikassan. Fyri fýra árum síðani varð nýggj lóg sett í verk, sum loyvir sparikassunum at reka bankavirksemi á jøvnum føti við bankarnar.

- Broytingarnar eru eisini partvíst framdar fyri at laga Sparikassan til flytingina, sum verður við árslok 1999/2000, sigur Marner Jacobsen, stjóri í Føroya Sparikassa.

Føroya Sparikassi flytir í bygningin, sum Føroya Fiskasøla hevur átt. Men áðrenn tað kemur so langt skulu stórar umvælingar og umbyggingar gerast. Um tríggjar vikur verður fyrsta enterprisan boðin út. Tað mesta innanveggja verður brotið niður og klædningurin verður skiftur. Tá ið starvsfólkini við árslok til nýggju øldina flyta verður tað í ein so at siga nýggjan bygning. Bygningurin hjá Sparikassanum við Tinghúsvegnum, sum varð bygdur síðst í áttatiárunum, verður tá leigaður út.

Við árslok starvaðust 173 fólk fulla tíð í Føroya Sparikassa.